Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hallur Joensen og Áki í Skemmuni á básinum hjá Norðlýsinum í 2015 | Mynd: Oliver Joensen

Altjóðamessa í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.05.2019 - 10:30 Leiðarin Vinna

Enn einaferð verður Klaksvík vertur fyri Atlantic Fair, sum undir skiftandi nøvnum ikki tykist vilja fara úr aftur Klaksvíkini. North Atlantic Fish Fair, sum messan æt fyrr, byrjaði annars við at vera í Runavík, síðani fór hon eitt legg til Havnar, men í knapt tíggju ár hevur Klaksvík so verið vertur fyri hesi stóru altjóða vinnumessuni. Navnið er eisini broytt til Atlantic Fair fyri at undirstrika, at tað ikki bert er fiskivinnu, tað snýr seg um, men allan havbúnað og maritiman ídnað.

Klaksvík er ikki fremst í øllum lutum. Tíverri, kunnu vit kanska siga. Á summum økjum er Klaksvík nummar tvey. Eitt nú í fólkatali. Og hóast oddalið í fótbólti í løtuni, so er Klaksvíkar Ítróttarfelag nummar tvey, bæði tá tað kemur til aldur og tá tað kemur til vunnin føroyameistaraheiti. Men á minst einum øki er Klaksvík nummar eitt, og tað er tá tað kemur  til fiskivinnu. 

Eysturoyggin er í eini líkandi støðu. Oyggin er tann næststørsta í Føroyum, bæði tá tað kemur til vídd og tá tað kemur til fólkatal. Á stigatalvuni í fótbólti eigur Eysturoyggin eisini í løtuni lið nr. 2. Men oyggin er avgjørt ikki á nøkrum øðrumplássi ella lægri, tá tað kemur til alivinnu. Her er Eysturoy beinleiðis í heimsflokki.

Soleiðis eru Eysturoyggin og Norðoyggjar tilsamans ósigraðir oddafiskar, tá tað kemur til vinnulív og ikki minst at vinna Føroyalandi inntøkur. Hiðani koma flestu útflutningsinntøkurnar hjá Føroyum, í hesum báðum økjum er arbeiðsloysið minst og virknið størst.

Nógvur kritikkur hevur verið av, at politiska skipanin hevur verið ein mótleikari heldur enn ein viðspælari hjá tí føroyska vinnulívinum. Men tað kemur ikki uppá tal at leggja seg niður at gráta. Nei, vinnan kempar víðari, og tað gevur úrslit. Søguliga semjan um fiskidagaskipanina talar fyri seg. Vinnan gekk á odda, og nú semja er gjørd, siga sjálvt tey, sum vóru ímóti henni, seg eiga lut í henni.

Nú byrjar Atlantic Fair. Enn eitt úrslit av virkisfýsninum og eldhuganum hjá vinnuni, men fyrst og fremst eitt prógv um, at føroyskt vinnulív er á altjóða støði. Tí heilt nógvar útlendskar fyritøkur luttaka á stevnuni og hetta gera tær millum annað tí, at tær vilja fegnar koma í samband við føroyskar fyritøkur. Umframt føroysku fyritøkurnar eru fyritøkur úr Danmark, Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Skotlandi, Englandi, Fraklandi, Týsklandi, Belgia, Schweiz, Italia, Spania, Portugal, USA, Litava, Russlandi og India. 

Tað hevur víst seg at hepnast sera væl at brúka samanløgdu KÍ-Høllina og Badmintonhøllina sum karm um hetta tiltakið, og longu nú hevur tað vaksið seg so stórt, at økið rundanum eisini má takast í brúk. Soleiðis eru nakrir básar nú uttanfyri hallirnar, eins og Restaurant Hafnia fer at borðreiða við mati í Skálanum.

Stevnan byrjar týsdagin 21. mai kl. 10 og er opin til kl. 17. Hon er opin somu tíðir mikudagin 22. mai, meðan hósdagin 23. mai er hon opin frá 10 til 16. Fyri at kunna vitja stevnuna, má ein vera fyltur 15 ár, og kostnaðurin fyri ein dag er 100 krónur og 200 krónur fyri allar dagarnar.

Norðlýsið ynskir øllum luttakarum og vitjandi ein góðan Atlantic Fair 2019!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…