Lýsing
Lýsing
Lýsing
Áki í Skemmuni og Jógvan Skorheim eru samdir um at Atlantic Fair eisini skal verða í Klaksvík í 2021. Her hava teir júst skriva undir avtaluna. | Mynd: Oliver Joensen

Public Service og maritima vinnan – hvat bagir?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.05.2019 - 00:30 Leiðarin Vinna

Síðani týsdagin hevur stóra altjóða sjóvinnu- og maritima messan Atlantic Fair verið hildin í Klaksvík. Norðlýsið hevur verið á staðnum allar dagarnar. Og Miðlahúsið skal eisini eiga, at teir hava varpað ljós á messuna í sínum FM1-útvarpi eins og í greinum. Men Kringvarpið hevur higartil bert brillierað við síni fráveru.

Alt gott um, at byggigølurnar í Havn vórðu settar undir luppin í KvF týskvøldið. Tað er fyri neyðini, at tað verður viðgjørt. Men hví verður lítið og onki gjørt burturúr sólskinssøgunum aðrastaðni í landinum? Atlantic Fair hýsir einum stórum parti av tí føroyska vinnulívinum. Løgmaður var til staðar, báðir fólkatingslimirnir, fleiri løgtingslimir, borgarstjórar, framsýnarar úr 18 londum, Granskingarráðið, Vinnuframi  ... listin verður alt ov drúgvur at fara ígjøgnum. Men onki Kringvarp Føroya.

Vit vóru fleiri, sum til fánýtis sótu frammanfyri okkara Public Service týskvøldið 21. mai og bíðaðu eftir at frætta okkurt frá hesum stóra tiltaki. Men endabresturin av Degi og viku var eitt drúgvt innslag um eitt modell av eini kiosk á Vaglinum, sum ikki longur skal vera kiosk, men ein café av onkrum slagi. Og av onkrari orsøk fingu núverandi og fyrrverandi borgarstjórarnir í Havn, og kandidatar til fólkatingsvalið, hvør síni “15 seconds of fame” í tí innslagnum. Men onki frá stóru maritimu messuni.

Ein tílík messa hevur sera nógv at siga fyri vinnulívið í Føroyum. Fyritøkurnar fáa knýtt bond, netverkað, gjørt avtalur og fáa vitan og kunning um fíggingarmøguleikar, marknaðir og tænastur, sum fyritøkurnar og londini hava at bjóða hvørjum øðrum. Tað hevur gingist so væl, at longu 2. dagin gjørdu fyriskipararnir avtalu við Klaksvíkar Kommunu um at halda tiltakið aftur í Klaksvík í 2021. Hvussu kann tað bera til, at tílíkt ikki interesserar einasta Public Service-stovn okkara?

Tað er sum so onki galið við at Kringvarpið tekur søguna um kioskina á Vaglinum uppí aftast í síni tíðindasending. Rúm skal eisini vera fyri tí hugnaliga, fjálga og gerandisliga. Men prísurin fyri tað eigur ikki at vera, at tær veruligu tíðindasøgurnar ikki sleppa uppí part.

Onkursvegna tykist tað sum um føroyskt vinnulív ikki sigur Kringvarpinum tað heilt stóra. Hvør orsøkin er, kann bara gitast um, men møguliga hevur hon við staðsetingina av Kringvarpinum at gera. Ið hvussu er spretta flestu sjónvarpstíðindini úr sama býi, sum KvF heldur til í. Og sjálvt tá lítið hendir í Tórshavn og størri hendingar fara fram í útjaðaranum, so verða tær smærru og gerandisligu søgurnar í Havn tiknar við, meðan tær stóru í útjaðaranum ikki fáa innivist.

Fyri ta føroysku tjóðarbyggingina er hetta vandamikið. At varpað ikki verður frá teimum størru tiltøkunum, fyri ikki at tala um altjóðatiltøkunum, í tí føroyska útjaðaranum, kann næstan einans hava við sær, at útjaðarin gerst apatiskur, tí hann ikki kennir seg sum ein javnbjóðis part av tjóðini. Og fyri føroyska vinnulívið er tað eisini óheppið, at almenna kringvarpið ikki hevur so mikið sum eitt innslag frá tí, tá vinnan stáplar eitt so stórt tiltak uppá beinini.

Tað frættist av Atlantic Fair, at útlendskir gestir vóru ovfarnir av, at fólkatingslimirnir báðir møttu og góvu sítt ískoyti. Tað gera parlamentarikarar aðrastaðni eftir øllum at døma ikki í sama mun. Tað taldi avgjørt upp sum eitt stórt pluss. Vit kunnu bara vóna fyri vinnuna og fyrisikipararnar, at tað ikki telur sum eitt líka stórt minus í teirra bók, at størsti føroyski fjølmiðilin ikki gevur messuni gætur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni