Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyastevnan sett - Tíðin dvølist ikki við

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  31.05.2019 - 22:06 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað segði Gunvá við Keldu, býráðslimur millum annað í røðu síni tá hon setti Norðoyastevnuna kl. 18 í kvøld. Røðan hjá Gunvá er niðanfyri:

Góðu klaksvíkingar, norðoyingar og gestir!

Nú áttu vit at veri farin úr várinum og inn í summarið, men enn er hvítt í fjøllunum.

Norðoyastevnan, sum í ár er stevna 84 í røðini, er fyrsta summarstevnan á árinum. Eitt spennandi kappróðrarár byrjar, har okkara kvinnur og menn, eftir at hava vant í fleiri vikur og mánaðir, nú fáa at vita, hvussu bátarnir fara at megna kappingina í mun til hvønn annan.

Eftir øll hesi 84 árini, er altíð áhugavert og grundleggjandi at tríva aftur í søguna. Hvør sat í fyrstu norðoyastevnunevndini, og hvør  fyrireikaði Norðoyastevnuna, sum varð hildin 6. juni 1936. Jú, formaður var Hákun Djurhuus, kassameistari Sámal Petersen og hinir í nevndini vóru Petur Joensen, vanliga nevndur bedingsmeistarin og Jóhan Rasmussen, ella Jóhan í Grótinum. Menn sum tá vóru í bestu árum, og sum fingu stóran týdning fyri Klaksvík.

Hetta vóru árini tá ið Klaksvík kom í fremstu røð vinnuliga, og hetta var við til at leggja lunnar undir stóru menningina til tað framkomna samfelagið, vit í dag eru partur av, eisini tá ið vit hugsa um mentan og ítrótt.

Sama ár sum fyrsta Norðoyastevnan var, skrivaði Norðlýsið um stevnuna og eg endurgevi: »Tá ið summarið kom, livnaðu teir gomlu upp. Alt tað, ið myrkrið hevði stongt inni tey longu óhugnaligu vetrarkvøldini, spíraði fram, og unglingar og eldri menn hittust á tingstøðum á stevnuvøllum til kappingar, skemtingar og stuttleika, til gaman og álvara. Norðoyastevnan er ein slík stevna, ið grundar á forfedranna kappingarstevnu, har teir komu saman til ítrótt og leik, hvar ætt hitti ætt og vinir funnust.« Sitat endað.

Hóast hesa gomlu stevnusiðvenju, kunnu vit í ár, eftir ynski frá mongum, uppliva Royal Run, sum er sprotti úr vitjanini hjá krúnprinsahjúnunum síðsta summar, har tey í Býarlund okkara hittu rennararnar Veru, Ruth, Henny, Monu, Tanju, Maluna, Ingun, Karina og Haldis, har tær stóðu í sínum Royal Run blusum, við heiðursmerkjum um hálsin, og so frískar ikki hildu seg aftur, at bjóða danska krúnprinsinum at fremja hansara egna uppskot, Royal Run, á føroyskari jørð. Hesa innbjóðing tók hann til sín, og er hon nú veruleiki, við góðum samtarvi við Treysti og Klaksvíkar Býráð.

Grundarlagið undir Klaksvík og Norðoyggjum er skapt av fólki við visjónum og arbeiðssemi, sum í dag týðiliga sæst aftur í, at vit liggja í tí økinum við lægsta arbeiðsloysinum. Hetta er okkum ein góður grundvøllur, at útinna áhaldandi framburð í vinnu-, mentan- og frítíða Norðoyastevnutevnuna 2019 . G til eina gkum ongum sum dag og dagliga gera eittt s flongu uni ðarlívi.

Í sambandi við Norðoyastevnuna, er tað Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð (NFÍ) saman við sínum limafeløgum, sum eiga eina stóra tøkk og heiður uppibornan fyri teirra felagsarbeiði, í so mong ár, at sameina og skipa fyri, so vit fáa eina breidd av tiltøkum.

Vegna Býráðið vil eg bera eina hjartans tøkk til tykkum mongu, sum dag og dagliga gera eitt stórt sjálvboðið arbeiði innan felags-, ítrótt- og frítíðlív annars. Tað er ikki ov nógv avgjørt at siga, at uttan Klaksvíkar Hornorkestur og skótarnar, so var tað ikki Norðoyastevna. Uttan tykkum øll vóru vit fátøk – og høvdu vit heldur ikki havt Norðoyastevnuna.

Nýggja tíðin hevur havt við sær eitt stórt tal av øðrum tiltøkum, sum savna hópin av fólki. Hetta hevur elvt til eina alsamt økta kapping um undirtøku, ein kapping, har tær siðbundnu summarstevnurnar, við Norðoyastevnuni, sum fyrstu á árinum, í nøkur ár sóu út til at detta niðurfyri – Men so er ikki!

Eg havi hug at nevna tað roysni at garðurin hjá Nólsoyar Páll verður reistur aftur á økinum á Biskupsstøð, har hann útinti síni brøgd. Eg ynski at takka tykkum, eftirkomarum Nólsoyar Páls, fyri at gera hetta megnar sjálvbodna arbeiði, og ein tøkk til tey sum hava gjørt, at hetta fíggjarliga letur seg gera.

Við tí fari eg til síðst, at endurgeva trý tey seinastu ørindini úr yrkingini hjá mentamanninum Símun Michael Zachariassen, sum búleikaðist úti á Kirkju, har hann fyri 119 árum síðani, yrkir hesar reglur um Nólsoyar Páll:

Tíðin dvølist ikki við –

liðin eru hundrað ár,

síðan reysti Nólsoyar-Páll

fekk sítt banasár.

 

Tó, hansara minni livir enn

ímillum Føroya fjøll,

vit goyma tað í skipaflota,

í smáttu sum í høll.

 

Vit gloyma ei, men goyma væl

Vert er at leggja í minni –

tað, hann, reysti Nólsoyar-Páll,

inti út á sinni.

Við hesum orðum vil eg við ljósum framtíðarútlitum og vónum, bjóða øllum at vera vælkomnum á stevnu og at øll koma at kenna seg væl og vælkomnan. Eisini verður ynskt vitjandi og okkum øllum sum búleikast her eina góða og hugnaliga Norðoyastevnu.

 

Vegna Klaksvíkar Býráð seti eg Norðoyastevnuna 2019

 

– Góða Norðoyastevnu.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum