Lýsing
Lýsing

Alsamt fleiri tykjast  leggjast fyri og  fáa ”ilt í sálina"

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.06.2019 - 17:48 Mentan Myndarøð Tíðindi

Millum annað tað, segði Eyðun Joensen, sálarfrøðingur og "gamal klaksvíkingur í Havn", sum hann títt nevnir seg, tá hann í dag helt røðu á Norðoyastevnufundi í Vágstúni í dag. Røðan er niðanfyri:

Norðoyastevnurøða 2019                                                                                              

Góðu fundarfólk: klaksvíkingar, aðrir norðingar, eins og næstu grannar við landnyðringsstrond  Eysturoyar, umframt aðrir stevnugestir víða hvar. Væl komin øll somul.

Takk til stevnufyriskiparar fyri  høvi at bera kvøðu her í hesum umhvørvi, har eg sum barn og unglingi vaks upp. Tað kennist sum heiður á gamalsaldri og takk fái tit fyri eisini ta góðvildina móti mær.

Eg fari at røða um hetta  náttúrliga og góða FÓLKAHEIMIÐ í landnyðringsFøroyum: Klaksvík, norðuroyggjar og grannapartin av  Eysturoy, sum vinnuliga eins og sosialt/ fólksliga vóru  ein serligur samverkapartur í Føroyum.

Hesi øki vóru til dømis saman um sjúkrahúsøkið og sparikassa og løgdu, upprunaliga sjálvi, rygg  til tess, og á ymiskan annan  hátt hoyrdu økini vinnuliga og fólksliga meira saman enn helst onnur øki á Føroyakortinum.

(Eisini hevur norðurøkið seinastu øldina megnað at hava sína egnu lokal-avís. Tað er eitt bragd, síðani aðrar slíkar langt síðani hava lagt kongin.)

FÁTÆKT ER TAÐ FÒLK,SUM IKKI KENNIR  SÌNA SØGU , eins og tað er ein góð fortreyt  fyri at skilja samtíð umframt at gáa um  enn ókenda framtíð.

Sum smádrongur var eg so hugtikin av eini dreingjabók um niðursetufólk í Kanada, og hvussu uppfinnsom og virkin hesi fremmandu fólk vóru at bróta  upp úr nýggjum at lívbjarga sær og sínum afturat at gerast góðir samfelagsborgarar.

Hesin og seinri lestur  um fólk víða hvar og teirra førleika at lívbjarga sær hevur hugtikið meg og mint meg um íbúgvar her um leiðir í Norðuroyum  í mínum egnu barna- og uppvakstrarárum.

Hetta var tá í fimti- og sekstiárunum, ta tíð tað ikki gekst búskaparliga bara væl aðrastaðni í Føroyum.

Her um leiðir var tá mikil fólkavøkstur av tilflyting við  fólkum í góðum árum, sum her sóu frægari virkismøguleikar at brúka sín førleika og virkishug at lívbjara sær og sínum  til likams,sálar, sosialt og andaliga.

Tað er tað sama, sum vísindin  annars metir vera grundsúlurnar undir nøktandi fólkamentan og fortreyt fyri lívstrivnaði.

Hagtøl  frá krígsbyrjan í 1940 og 20 ár fram vísa nær um tvífalding av fólkatalinum í Klaksvík, úr 2000 til knapt 4000, t.v.s.  Í miðal árliga sløk 100 nýggj fólk tá , sum er lutfalsliga nógv.

Tilflytarar komu higar við húski úr mestsum  øllum herðashornum (við gomlu-Pride , Polaris, Barskorð, Leynarfossi ella Imanuel), við pakk og sekk, leigaðu  seg fyrstu tíðina inn í onkran myrkan, fuktigan kjallara, ella skorðaðu seg  inn  hjá góðum ættarfólki ella kenningum, tó so líkt fólkum við serligum áræði, so fingu slík  skjótt egið tak yvir høvdið, í fyrstuni gamaní beskeðið, tó umsíðir liðugt smíðað og fríðkað uttanum.

Mangir av hesum tilflytarum tóku bygdarnavnið við sær og vóru her í Klaksvík eyðmerkt við tí. T.d. smíðaðu Sámal úr Leirvík, Sámal P. úr Fuglafirði, Skard av Skarði, Ebbe av Strondum og Hans úr Miðvági fyri fólk.

Gøtu-Sofus, Suðuroyar-Johan og aðrir evnaðu til úr metali, HavnarPalli var handilsleiðari hjá Kjølbro,  Jens Klæmint og JóanJakke av Viðareiði høvdu sjálvir skip, fiskavirki, handil og tílíkt atknýtt .

Tilfluttir brøður í Grótinum, UndirGøtueiði tóku heimstaðarnavnið við sær higar og  royndust gott sjófólk, hegnis- og vinnulívsfólk í fleiri ættarlið, og eg kundi blivið við at reksa upp, tó skal ikki møða tykkum óneyðugt.

Men her í Klaksvík vóru og eru lukkutíð framvegis karmar fyri og hugur til alt virksemi og harvið lívsgóðsku í rúmari merking til likams, sálar, sosialt og andaliga.

Og leggið tykkum í geyma, at slík niðursetufólk áttu í hesum virkna umhvørvi virðing fyri sítt áræði , arbeiðsemi afturat sosialum rúmsemi og samhaldsfesti og kundu óskammað hyggja ein og hvønn meðborgara í eyguni.

Aðrastaðni og ikki minst úti í stóru verð tykjast samfeløg  sperd av sonevndum integratiónstrupuleikum , sum er at upptaka og innlima tilflytarar av fremmandum og eitt sindur øðrvísi uppruna á nøktandi hátt í samfelagshópin , tó  sjálvur havi eg ikki varnast slíkar stórvegis trupuleikar her um leiðir. 

Minnist  sjálvur, at tá flokkslærari mín í fimtiárunum  ,tann so ættarkøni Símun Hansen,við hvørja skúlaársbyrjan  skuldi dagføra klassaprotekollina við m.a. foreldranøvnum, skemtiliga helt fyri, at íblant yvir 30 floksnæmingar vóru bert tveir ”orduligir klaksvíksingar”, t.v.s.í tann forstand, at antin annað og/ella bæði foreldur  vóru uppruna klaksvíkingar.

Tit, sum hendan dag eru higar komin á fólkafund, eru í stóran mun EFTIRKOMARAR av hesum røsku fólkum afturat og saman við uppruna klaksvíksættum, sum heldur ikki eru at forsmáa.

Hóast skiftandi heimsbúskaparligar upp- og niðurgangstíðir ,og her afturat   um okkara leiðir  fiskur á grunni ella ikki, so gongst tað framvegis sum heild væl: vinnuliga ,mentunnarliga og sosialt , rímuliga  friðsælt og rúmsátt .

Yvirhøvur eru Norðuroyggjar afturat pørtum av Eysturoy framvegis  krumtappurin í føroyskari nútímans fiskivinnu og tilvirking av tilfeingi, atvinnum í tí sambandi , eins og mentan , optimisma og trivnaður blómar.

Gamaní hava  her verið smávegis ósemjur millum fólk , tó ikki varandi, tí øll eru vit einstaklingar og unikk í persónleikanum, og tað eg veit um, so hava ójavnar sum so ikki darvað FÓLKAHEIMIÐ og fólksliga samanhaldið her um leiðir  stórvegis og enn minni varandi. Til tess hava fólk her megnað at hava virðing fyri tí einstaka meðborgaranum og teirra rætti til fræls at tala,virka og trúgva, í rúmastu merking smíða sær eyðnuna góða,umframt at geva heiminum sítt og Gudi sítt.

Her eru fleiri ymiskar kristnar samkomur afturat kirkjuni. Gamaní er ávísur ymiskleiki, tó tað ber væl til at samrógva og virða hvønn annan.

Skótrarørðslan við sínum gyltu málum tykist her um leiðir vera væl umtókt og stuðlað av flest øllum, hóast so hevur ikki  verið alla staðni um landið, har summi  foreldur hava mett skótalív vera í so verðsligt og kanska í andsøgn við tað kristiliga.

Slíka áskoðan havi eg ilt við at skilja, síðani eg, saman við m.a øllum ”malludreingjunum”, Doffa hjá Vigant, Jónbert P, umframt Páll hjá Pollaba var skóti heilt upp móti giftingaraldri og enn minnist skótalyfti, boð og leiðreglur vera rættuliga lík kristiligum leiðreglum umframt sjálvsøgdum áhuga og ansni fyri náttúruni.

Haumframt blómar ikki minst í Klaksvík ítrottur av alla handa slagi  og savnar fólkið her um leiðir . Minnist onga aðra mentan, sum liggur á láni her, hvørki list, sangur ella annar tóleikur, og hava norðingar í so máta neyvan nakað at øvunda øðrum.

Karmar eru góðir, eins og førleikar og initiativ tróta ikki. Her gongur gaman og álvari væl saman og upp í eina hægri samhaldsfasta eind.

Norðoyastevnuhald er umsíðir gamalt , savnar fólkið og tykist vera rímiliga væl fyri hóast alla handa aðrar stevnur kring landið afturat ymsum treffum og festiválum ,og hvat veit eg.

Tori ikki at pástanda klaksvíkingar vera undangongufólk at savna almenningin til slík fólkslig tiltøk, men minnist  , tá kommunan einaferð fyri mongum árum síðani fylti runt og borðreiddi alla NólsoyarPálsgøtu á tamb við morgundrekka fyri øll. Tað var sera hugnaligt, og minnist meg eisini nógv gomul fólk drigin út undan vaðingini og pussað upp til tað høvið. Tað var rørandi, og tað sosiala samlívið ta løtuna ikki bara ókeypis ”vinarbreyð og te”.

Síðani komu skjótt onnur góð árlig fólkslig tiltøk t.d. Sjómannadagar, Torradagar, Vinnulívsmessur o.a., sum savnar nógv fólk úr øllum landinum, eins og tað ikki er frítt fyri at eisini onnur fólk kring Føroya land í so máta og síðani tykjast  hava nomið sær íblástur higani og brúkt  konsept hiðani fyri seg og síni..

SAMLEIKI:

Mangan alment spurdur, er tað umsíðir neyvan nøkur loyna, at eg higartil allar mínar dagar havi verið sera fegin um at hava  havt røtur og góðar fyrimyndir hiðani millum hesi røsku og virknu fólk.

Og hóast av bygdini øll míni mandómsár so uppfati og viðurkenni eg meg

enn sum fyrst og fremst norðring – ella sum nú í framkomnum aldri plagi at kalla meg: ”gamal klaksvíkingur í Havn”.

So fast situr enn tað tilknýtið í míni persónsmensku.

So er tað spurningurin, hvat í  gerandislívi Norðoya er so seiggið, at tað enn merkir henda aldrandi burturvilsta sonin ?

Jú, tað var fólkamentanin í víðastu merking ta tíð, eg vaks upp her um leiðir við góðum fyrimyndum afturat slíkari góðvild ,at eisini eg av egnum royndum má ásanna, at gert tú børnum ein óvæntaðan og/ella óuppibornan beina, t.d. sýnir treytaleysan kærleika  og tolsemi, so goyma og minnast børn tað í tilvitskuni  mangan fyri lívið .

MENTAN merkir heilt einfalt mátin, sum fólk nøkta sínar fysisku (til mat , býli v.m.), sosialu, andaligu og mentunnarligu tørvir uppá.

Her um leiðir arbeiddu mest sum øll virkisfør fólk yvir háls og herðar og vóru vird fyri dugnaskap, hegni, arbeiðssemi og áhaldni afturat samhaldsfesti. Konur og mammur fingu fyri sín part heim og avkom væl undan og  góvu , har tað bar til, sítt munagóða íkast í vinnuvirksemi.

 

SAMHALDSFØST KONUBROT:

Í  roysnisreypi verður leiklutur kvinnunar mangan gloymdur, tó at flestu konur og mammur høvdu tað strævið, áttu  meginábyrgdina fyri húskinum heima og har skuldu virka bæði sum petagogar fyri sítt avkom, fíggjarstjórar fyri húsarhaldinum, heimapsykologar og hvat veit eg.

Og tað eg veit og minnist, vóru hesar kvinnur yvirhøvur raskar og skilagóðar og ikki minst tolnar.

Minnist einaferð , eg tók mær eitt sabbatár sum skúlavikarur her at finansiera universitetslesturin við og í sinnismuni ein skúladagin hevði tikið so mikið fast í herðatoppin á einum ribbaldi, at eg av skomm og samvitskubiti aftaná skúlatíð ringdi til mammu hansara at biðja um umbering fyri mín yvirgang.

Mamman svaraði mær bara blíð og fyrikomandi aftur, at hatta skilti hon væl og beyð mær bara eina aðru ferð geva soninum enn meira tiltrongt revs. Hon var so

evindaliga móð av einsamøll heima at vara av hesum ribbaldi umframt fleiri øðrum ,tøttum synum av sama strævna kalibri, meðan maðurin mest sum árini á tamb var  burtur á fjarleiðum at fiska og fortjena  og sostatt bert heima fáar dagar millum sjóferðir at lata seg varta upp, umframt at forkela tøttu synirnar og annars seta við enn fleiri kúllar til konuna  at taka sær av heima.

Og seinri fann eg so eisini út av, at konan, sum skila fólk  ,javnan hevði fultíðararbeiði á Kósini umframt hetta at skula vara av húskinum. Mongu, tøttu og buldrasligu synirnir komu eisini væl undan  bæði so og so sum raskir og góðir meðborgarar.

 

Eitt heim, samhaldsfast familju, ættar og/ella fólkaheim er í størstan mun

grundað á kærleika í felagssamveruni og harav trúskap heldur enn bera súra plikt og uppofrilsi.

Og aftur her tykjast kvinnur ofta taka tey mangan tyngstu,um  enn bleytu ,  tøkini at dugna familju síni , tá og um hóttafall legst á.

Gjárskvøldið røddi ein flógv, skilagóð og annars lítillátin kvinna ,júst á hesum stað á miðnáttarsamkomu.

Hon var elsta dóttir úr einum vanligum sjómannaheimi her í býnum, har pápin hevði sítt starv á fjarleiðum hvørt ár á tamb, meðan mamman heima  til fulnar hevði ábyrgdina av heimafrontinum at uppala børnini umframt at gera mannfólkini út til skipslívið.

Tá so húsmamman vegna óvæntaða , herviliga og deyðiliga sjúku fall frá í enn heilt góðum árum frá fleiri enn ómyndugum børnum, so tók henda elsta dótturin, tá  sum enn tánáringur, húskið heima upp á seg at fáa yngri systkin væl undan, og - giti eg ikki skeivt- húsfaðirin framhaldandi sjókláran til at breyðføða seg og síni.

Slík eru ósjálvsøkin konubrot og enn eitt dømi um veruligan alsk til góðar fyrimyndir frá ikki minst tí tíðliga deyðu, eymu og røsku mammuni, heldur enn bara súr, sosial plikt.

Takk fyri eisini tað, góða Karin í Grótinum, eins og tú eisini hjálpti mær , tá vit í síni tíð saman studeraðu látín upp undir framhaldslestur, og eg  mangan fløktist í ablativum og dupultum ablativum í látínsku gramatikkini.

 

FOLDARLÍV/ ”lívið dýra undur...”

Hvat er so mannalívið á fold so annars fyri nakað ,(og hví í verðini eru vit egentliga her?)

Í mínum hugaheimi er Gudagivna lívið ein gáva við møguleikum og avbjóðingum, harav upplivingum úr vøggu í grøv, sum sostatt myndar foldarlív okkara, lívsvarðan ella persónleikan.

Og tí dámdi mær so væl javnaldurin hiðani, fyrrv. býar-og landspolitikaran (Jógvan við Keldu) í KVF sending fyri kortum, hóast síni trúarlyfti og vissu um ævinleikan, eisini  at minna okkum um  at brúka foldarlívið til okkara allra besta.

Lívfrøðiliga sæð er  foldarlívsins mál at seta við avkom  og  við kærleika, trúfesti og ábyrgd at fáa tað væl undan.

Kærleikans  førleika fáa vit ikki av ongum, men primert av teimum, sum undan og um okkum vóru á barna- og uppvakstrardøgum, og í so máta kundu vit líkst 6.

djórum, MEN hava í mun til djórini tann Gudgivna mentala førleikan at kunna samskifta okkara millum í skrivt og talu, uttan at orðið fyri tað straks fangar og bindur eins og djórakend instinktir og signal,  og hartil konkret bindandi til aktiva handling her og nú.

'Og tí skuldi tað borið til manna millum at samskift um ymiskt, at grunda, umhugsa og eftirmett tikin eins og ótikin tøk, ætla um og tingast við meðmenniskju um mangt og hvat, tó sjálvandi uttan bara at vøsa sjóvarfallið  fyri skilvísari loysn burtur í berari eginsjálvsfongd.

Tað eru slíkir førleikar og mentalt virksemi, sum skuldu veitt menniskjum  eitt eyka mentalt gear at samskifta í felagsskapum og skilvíst loysa trupul mál.

VÆLSTANDUR,VØKSTUR , BROYTING OG VÆLFERÐ vera mangan tengd saman, tó tað ikki altíð hongur saman.

Tað er so øgilig ferð á dagsins tilveru, at alsamt fleiri tykjast  leggjast fyri og  fáa ”ilt í sálina”.

 

Strongd, stúran og ótti tykjast vera tíðarinnar mestu lívsstílssjúkur, og terapiíðnaðurin fyri tað blómar sum ongantíð  áður.

Tó átti fyrst at veri fyribyrgt, at summa seg, granska og samskift neyvari um sjúkuelvandi vandastøður, ætla um og framt neyðugar broytingar í máta hins einstaka ”at smíða sær eyðnuna góða” og harvið sloppið undan óneyðugum trega, heldur enn bara at reparera, tá og um skaðin er hendur.

Tað takið kann okkara so væl upplýsta og tilvitaða fólk slóa fyri og samskifta virðiliga um fram ímóti ábótum.

”EG broyti ikki Verðina”, ásannaði fyrrverandi politikarin hiðani ,og kann eg sjálvur bert gera hansara vísu støðutakan til mína egnu.

Sjálvur meti eg meg eftir førimuni hava roynt, tó neyvan dugað og tískil munað nóg væl og havi kanska eisini verið í so tíðliga á sjóvarfallinum, nú árini eru runnin undan.

”Eg skar mítt navn í grein ta hvítu, og bjørkin  tók tað í sín favn, tá  børkur vaks, var merkið lítið, og loksins hvarv tað  heila navn”.

Hetta fyrsta sálmaørindið av fýra í sálmi nr. 322 í sálmabókini kennist heldur enn sorgblítt, men tit kunnu sjálvi , heimafturkomin ,lesa ella syngja hendan sálmin liðnan og síggja, at vón kortini er.

Takk fyri meg við ynski um eina framhaldandi góða Norðuroyastevnu.

Takk!

 

Eyðun Joensen, gamal klaksvíksingur í Havn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…