Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: kvf.fo

Menningarkvoturnar enn einaferð seinkaðar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.06.2019 - 18:48 Leiðarin Politikkur Vinna

Vit eru nú komin út í juni, og framvegis eru ongar menningarkvotur fyri 2019 útskrivaðar. Fiskimálaráðið fekk annars handað tilmælið um tær tann 6. mai, og tann 9. mai segði fiskimálaráðharrin við Kringvarpið, at tað skuldi verða avgreitt “so skjótt sum gjørligt”. Men søgan frá í fjør, tá viðgerðin í Fiskimálaráðnum dró langt út, endurtekur seg aftur í ár. Og Sandoy Seafood hevur kastað handklæðið í ringin.

Alt bendir á, at menningarkvoturnar ár um ár verða ein kavabóltur, ið rullar seg størri og størri fyri hvørt ár. Í fjør var ein avleiðing av drúgvu málsviðgerðartíðini, at nærum ongin tíð var eftir at fiska í, tá rættindini loksins vórðu givin. Hetta gekk sjálvsagt harðast út yvir eitt-ára-loyvini. Hóast drúgvu málsviðgerðartíðina vóru fleiri viðurskifti ikki fingin í rættlag heldur, og okkurt loyvi mátti dragast inn aftur, okkurt annað fáa undantaksloyvi og okkurt triðja ávaring.

Rættindini, sum verða lutað út sum menningarkvotur í ár, eru nógv minni enn í fjør, fyrst og fremst tí at fleiri av rættindunum frá í fjør vóru latin fyri meira enn eitt kalendaraár. Tríggir umsøkjarar fingu rættindi í 4 ár og ein fekk í 2 ár. Hesaferð kundi søkjast um 11.711 tons av svartkjafti, 3.159 tons av makreli og 4.695 tons av norðhavssild. Tá freistin var úti, høvdu tilsamans 37 umsøkjarar søkt.

Endin í fjør varð, at 83% av fiskinum ikki bleiv fiskaður, og vónandi hendir ikki tað sama í ár, tó at nógv bendir á, at so verður. Vertíðin fyri svartkjaft er júst nú, í juni, og væl meira enn helvtin av rættindunum eru júst eftir svartkjafti.  

Tað er ongin loyna, at sera mong ikki ynskja menningarkvotur í heila tikið. Tær eru blivnar kritiseraðar fyri at føra sosialpolitikk við vinnulóggávu, fyri at taka frá teimum sum duga fyri at geva teimum, sum ikki duga, fyri tey at síggja til tilvildarligu undantaksloyvini, og fyri at svartlista Norðoyggjum og Eysturoynni.

Í ár er tað nýggja komið inn, at “demografisku avbjóðingarnar í økinum” skulu telja mest, og so er spurningurin, hvussu tað verður tacklað. Í løtuni er onki arbeiðsloysi nakrastaðni í Føroyum, burtursæð frá tí bráttkomna í Sandoy, og fólkatalið er í vøkstri í fimm av sjey sýslum. Ein lítil minking er í Sandoynni (0,9%) og ein uppaftur minni í Suðuroynni (0,4%). So demografisku avbjóðingarnar eru sera smáar, og spurningurin er, um tað gevur meining at útluta kvotur við støði í einum so lítlum trupulleika. Fiskivinnuráðið metir ikki, og segði í januar, at ráðið metti tað vera skeivt at brúka fiskirættindi til at mótvirka fólkafráflyting.

Tað er ivaleyst eisini bara ein pástandur uttan grundarlag, at menningarkvotur viðføra fólkavøkstur. Økini sum fingu menningarkvotur hava ikki havt størri fólkavøkstur enn landsmiðalið. Tey tvey økini, sum hava størsta fólkavøksturin, Eysturoy og Suðurstreymur, eru øki, sum ongar menningarkvotur fingu.

Ein stórur spurningur er eisini, hvussu nógv tað mennir til dømis Vágar, at eitt reiðarí í oynni fær eina menningarkvotu, sum verður landað í Fuglafirði og skapar arbeiðspláss har. Ella hvussu nógv tað mennir Norðstreym, at eitt virki á Eiði virkar kvotuna.

Tað gav at bíta fyrrapartin, tá leiðslan í Sandoy Seafood uppsegði 60 fólk og millum orsakirnar nevndi menningarkvoturnar, sum tey høvdu søkt um, men ikki fingið. Í ár hava tey søkt saman við Thor, men nú orkaðu tey ikki at bíða longur og góvu skarvin yvir. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni