Lýsing
Lýsing
Lýsing
Umleið soleiðis er og verður veðrið í kvøld, tá ið tvørpolitiskt tiltak er úti í Grøv. | Mynd: dendroid.dk

Veðrið í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.06.2019 - 14:43 Tíðindi Veðrið

Tað hevur lotað av vestri og útnyrðingi í dag. Vindferðin hevur í miðal ligið úr 4 m/s klokkan 6 í morgun til einar 9 m/s klokkan 13.

Barometrið er uppgangandi, og okkurt ælið hevur verið klokkan 6 í morgun og ímillum klokkan 11 og 12.

Klokkan 18 í kvøld er eitt tiltak úti í Grøv, og so er tað tað, hvussu veðrið fer at vera ta løtuna.

Hyggjandi í veðurkort sæst, at vindferðin væntandi er um 5 m/s, og at ættin farin eitt vet niður um vestan – t.e., at lotið kemur frá rundkoyringini við húkinum og út í Grøv.

So er tað loftið, hvussu tað fer at síggja út. Í skrivandi løtu eru lág skýggj hangandi yvir fjøllini. Í støðum sæst upp ímillum, upp í bláan himmal. Í kvøld verður fyri tað mesta skýggjað og turt. Okkurt smávegis ælið kann ikki við vissu útilokast.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjey aðalráð geva Sandoynni umboðan
‘’Suffer in Silence’’ er nýtt staklag ef…
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis