Lýsing
Lýsing
Lýsing

Atlantic Airways: Tungtvigandi orsøkir liggja sum grund fyri uppsøgnunum

SKRIVAÐ: Atlantic Airways  |  24.06.2019 - 08:38 Tíðindaskriv Vinna

Í sambandi við tíðindaflutningin um uppsagnirnar av tveimum flogternum hjá Atlantic Airways, vil felagið koma við hesum viðmerkingum.

Fyrst og fremst eru vit sera hørm um støðuna, nú tvær flogternur í síðstu viku vórðu sagdar úr starvi. Tað er ongantíð ein løtt avgerð at siga starvsfólki upp, og ein uppsøgn er altíð seinasti útvegur hjá okkum sum arbeiðsgevara.

Vit vilja tó gera greitt, at tungtvigandi orsøkir liggja sum grund fyri uppsøgnunum. Vit vísa staðiliga aftur, at uppsøgnirnar yvirhøvur hava nakað við fakfelagsleiklutin hjá uppsøgdu flogternunum at gera.

Flogternurnar hjá Atlantic Airways eru settar eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum er galdandi til 1. november 2019. Flogternurnar hava stovnað fakfelagið „Súlan”, sum hevur biðið um samráðingar við Føroya Arbeiðsgevarafelag um nýggjan sáttmála. Flogskipararnir hjá Atlantic Airways hava verið í júst somu støðu, og 1. apríl í ár var ein fýra ára sáttmáli gjørdur millum Flogskiparafelag Føroya og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Vit hava fingið upplýst, at semja er um at nýta sama leist til samráðingarnar millum Súluna og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum verða í heyst.  

Atlantic Airways hevur onki hoyrt frá Flyvebranchens Personale Union (FPU) í sambandi við uppsøgnirnar uttan tað, ið hevur verið ført fram í miðlunum. Tað, sum FPU higartil hevur ført fram í miðlunum, lýsir eftir okkara tykki ikki veruligu støðuna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…