Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pílarnir hjá vinnulívinum í Klaksvík peika beint niðureftir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.06.2019 - 18:08 Leiðarin Politikkur Vinna

Stutt fyri vikuskiftið komu tøl frá fiskivinnuni í Klaksvík, har seinasta árið undir gomlu fiskivinnuskipanini, 2017, verður borið saman við fyrsta árið undir nýggju fiskivinnunýskipanini, 2018. Og tað eru ikki tespilig tøl, má sigast. Serliga ringt stendur til hjá Nærabergi, ið er farin frá at hava eitt lítið yvirskot til at hava eitt stórt undirskot. Eisini Kósin liggur í tungum sjógvi, og har er yvirskotið svunnið burtur úr 3 milliónum niður í næstan onki, tó at tølini framvegis eru svørt.

P/F Palli hjá Mariannu er móðirfelag, ið millum annað hevur feløgini Hvalnes, Norðborg og Christian í Grótinum undir sær. Hetta móðirfelagið hevur hórað rímiliga væl undan fiskivinnunýskipanini, men hevur kortini eina stóra afturgongd. Veiðivirðið er minkað við 49 milliónum frá 2017 til 2018, og ársúrslitið gjørdist ein minking úr 52 milliónum niður í 37 milliónir, ein minking uppá 28,9% ella meira enn ein fjórðing minni.

Verri stendur til hjá JFK-samtakinum. Hetta samtakið hevur feløgini JFK, Næraberg og Kósina undir sær. Hjá Kósini stendur tað akkurát upp og niður við einum yvirskoti uppá einans 120.000 krónur. Sølan minkaði úr 269 mió. niður í 237 mió. Í 2017 var yvirskotið 3 milliónir, men tað er sum nevnt minkað niður í 120.000 krónur ella við 96%. JFK sjálvt hevði eitt ávíst yvirskot í 2018, 9 milliónir, ið er minkað við 50% síðani 2017, tá tað var 18 milliónir.

Verst stendur til hjá Nærabergi, ið hevur eitt hall uppá 9 milliónir í 2018 eftir at hava havt eitt yvirskot uppá 2 milliónir í 2017. Her hevur ringa úrslitið serliga gingið út yvir manningina, ið fekk 78 mió. kr. í hýru eftir at hava fingið 105 mió. í 2017. Minkingin er 27 mió. Ringa úrslitið hjá Nærabergi ger, at JFK-samtakið tilsamans einans hevur 1 millión í avlopi í 2018, og tað sigur seg sjálvt, at tað ikki er gjørligt at gera nakra nýíløgu við bert einari millión.

Tað var ein harmur stjóri í JFK-samtakinum, sum í miðlunum um vikuskiftið greiddi frá, at fyri teirra samtak var fiskivinnunýskipanin ein vanlukka.

Tó at tað fyrst og fremst er nýskipanin, sum er orsøk til vánaliga úrslitið, eru aðrar orsøkir eisini. Tað samlaða TAC’ið minkaði við 10%’um. Harumframt blivu 17% tikin inn til uppboðssøluna, har JFK-samtakið so eisini hevur keypt ein part aftur, men sum skilst hevur prísurin á tí partinum verið sera høgur.

Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi í Norðoyggjum, hevur sett Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, fimm spurningar. Tann fyrsti er av meira yvirskipaðum slagi. Men í tí næsta verður beinleiðis spurt um avleiðingarnar av nýggju skipanini, og er soljóðandi “Hvussu hava ymsu skipabólkarnir staðið seg undir nýggju lóggávuni?” Í svarinum til hendan spurningin verður neyðugt fyri fiskimálaráðharran at gera beinleiðis samanberingar millum gomlu og nýggju skipanina, og eftir tølunum frá samtøkunum at døma er talan er um stóra afturgongd.

Flokkurin hjá fiskimálaráðharranum fekk ein frammaná á fólkatingsvalinum grundlógardagin 5. juni, og serliga stór var afturgongdin í Klaksvík og Gøtu. Har fór flokkurin næstan í helvt og gekk 8,9 prosentstig aftur. Í hinum fiskivinnubýunum var afturgongdin 6,3 prosentstig í Fuglafirði; 9,3 prosentstig í Gøtu; 6,2 prosentstig í Runavík og 4,8 prosentstig á Tvøroyri. Alt er sjálvsagt ikki vegna fiskivinnunýskipanina, men hon varð nevnd sum ein av orsøkunum, eisini av valevnunum hjá flokkinum sjálvum.

Tað er greitt, at her liggur eitt stórt arbeiði fyri framman hjá fiskimálaráðharranum, um hann skal endurvinna sær álitið á aktørunum og starvsfólkunum í fiskivinnuni áðrenn komandi løgtingsval. Fyrsti liður í hesum arbeiði verður at svara tingkvinnu floksins um útlitini fyri fiskivinnuna í Norðoyggjum.

Fyrispurningurin er settur eftir §52a í Tingskipanini, og tað merkir millum annað, at hann skal vera svaraður í seinasta lagi fríggjadagin 5. juli.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…