Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hans Andrias Kelduberg, stjóri á Thor er alt annað enn fegin um mongdina av menningarkvotu, ið Thor og Sandoy Seafood hava fingið | Mynd: kvf.fo

Ikki meira enn tvey hál í menningarkvotu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.07.2019 - 07:49 Leiðarin Politikkur Vinna

Stjórin á Sandoy Seafood var bersøgin, tá hann í útvarpinum á miðdegi í gjár segði, at tillutaða kvotan var alt ov lítil til at kunna gera íløgur í, og at hann vónaði at tað fór at bera til at býta hana um við botnfisk. At leggja virkið um til at kunna taka ímóti uppsjóvarfiski fór at vera alt ov kostnaðarmikið, sæð í mun til ta lítlu nøgdina, samstarvið millum Thor og Sandoy Seafood hevur fingið. Metingarnevndin hevur sostatt tillutað uppsjóvarfisk til eitt virki, ið ikki er ført fyri at virka tað.

Stjórin á Thor, Hans Andrias Kelduberg, var uppaftur meira bersøgin og segði, at menningarkvotan var ikki meira enn upp í tvey hál.

Samstarvið hevði sett nøsina upp eftir 4-ára rættindum til eina nógv størri verkætlan, men fekk bert ein viðfáning av tí, skilst. Sjálvur løgtingsformaðurin var sama dag úti og hartaði fiskimálaráðharran, sum annars er sín partamaður, fyri bert at hava givið Sandoynni “molar”, og líkt er til, at báðir stjórarnir í Thor og Sandoy Seafood eru samdir. Menningarkvotan er alt ov lítil og ov avmarkað til at kunna gera stórvegis skreytir.

Ógreitt er, júst hví fiskimálaráðharrin býtir rættindini út so smábýtt, men sum skilst er tað eftir tilmæli frá metingarnevndini. Hvørjar grundgevingar hon hevur, veit man ikki, annað enn at “nøgdirnar eru smáar í ár”. Hendan grundgevingin er ikki serliga sigandi, tí við rættindum í eitt longri áramál kundi man eisini latið størri nøgdir. Og til hevði eisini borið at útskrivað færri, men størri menningarkvotur í ár.

Thor og Sandoy Seafood fáa tilsamans 1.500 tons, 1.000 tons av sild og 500 tons av makreli. Tað er Thor, sum hevur fingið rættindini at fiska hetta, men við teirri treyt, at tey skulu landast til Sandoy Seafood. Ivasamt er, hvat hendir nú, tí Sandoy Seafood metir seg ikki vera ført fyri at gera neyðugu íløgurnar til at virka uppsjóvarfisk við so lítlari nøgd.

Tey virkini, sum fingu mest á hesum sinni, vóru North Atlantic Seafood í Vági og eitt samstarv millum TG-Fish, Steintór og Jókina, sum hvør sær fingu meira rættindi enn hvat samlað varð latið til Sandoynna. Umframt Sandoy Seafood & Thor hevur eisini P/F Vørðustíggjur, ið er Eysturbúgvin, fingið júst somu nøgd.

Sostatt gjørdist Suðuroyggin “stóri” vinnarin hesaferð við 100% av svartkjaftinum, 68% av makrelinum og 57% av sildini.

Hitt felagið í Sandoynni, sum hevur fingið menningarkvotu, er Vørðustíggjur. Hetta felagið fekk eisini í fjør við teirri treyt, at landast skuldi til Sandoy Seafood. Men Sandoy Seafood fekk ikki tikið ímóti, og landað varð tí til Fuglafjarðar. Hetta var brot á treytirnar, og felagið misti tí menningarkvotuna aftur. Í ár hevur Vørðustíggjur aftur fingið menningarkvotu, men Sandoy Seafood er í somu støðu, so spurningurin er, um søgan fer at endurtaka seg. Har verður tó givið loyvi til at landa í Hvalba, um tað ikki ber til at landa í Skopun.

Tann stóri spurningurin, sum mong sita við nú, er, hví metingarnevndin mælir landsstýrismanninum til at geva kvotur av uppsjóvarfiski við treyt um virking á einum virki, sum ikki er útgjørt til at taka ímóti uppsjóvarfiski.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum