Lýsing
Lýsing
Lýsing

Árliga Fossánesrenningin verður í morgin

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  20.07.2019 - 18:30 Ítrottur Mentan Tíðindi

Aftur í ár fer Treysti at skipa fyri rennikapping á norðuri á Fossánesi

Hetta verður 15. ferð Treysti skipar fyri summar rennikapping norðuri í Sundi. Luttøkan hevur altíð verið góð norðanfyri, og tí vónar Treysti, at hon verður góð aftur hesaferð. Kappingin er skipað á sama hátt, sum seinasta ár, har norðuri á Fossávegnum (vegurin til Skúlan á Fossánesi).

Rutur, teinar og aldursbólkar verða teir somu sum seinasta ár. Kappingarnar byrja kl. 14.00 við teimum yngstu bólkunum. Tað verður kappast hvør sær fyri gentur og dreingir, men um bólkarnir eru smáir, so renna gentur og dreingir samstundis. Tá ein bólkur er avgreiddur, verður næsti bólkur sendur avstað. Kappast verður í hesi raðfylgju í hesum bólkum:

kl. 14.00
Gentur & Dreingir f. 2013 ella seinni 400m
Gentur & Dreingir f. 2011-2012 400m
Gentur & Dreingir f. 2009-2010 600m
Gentur & Dreingir f. 2007-2008 600m
Gentur & Dreingir f. 2003-2006 800m

kl. 14.30
Kvinnur & Menn f. 1974-2002 2,4 km
Kvinnur & Menn vet. f. 1964-1973 2,4 km
Kvinnur & Menn supervet. f.1963 ella fyrr 2,4 km

Heiðursmerkir, sum eru stuðlaði av Fossábúðini, verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum millum kl. 13.15 og kl. 13.45. Startur og mál verður niðri á vegnum til Skúlan á Fossánesi. Børnini renna har norðuri frá og heimeftir at venda og norður aftur á mál, meðan tey vaksnu renna har norðuri frá, heim ígjøgnum Norðdepli, norður aftur eftir Ovaravegi og á mál. Luttøkugjald kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin.

Øll eru vælkomin at vera við !

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026