Lýsing
Lýsing
Lýsing
Thom Jacobsen hevur verið liðleiðari hjá KÍ í ein mansaldur. Fyrrapartin hevur hann gjørt spæliklæðini hjá KÍ klár til í kvøld

KÍ kring Evropa

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.07.2019 - 11:44 Ítrottur Leiðarin Myndarøð Tíðindi

Eftirhondini er tað vorðið ein náttúrligur partur av kalendaraárinum, at KÍ skal út í Evropa at leika dystir. Fjepparar, leiðsla, venjaratoymi og leikarar hava ikki bert heimligu dystirnar at fokusera á. Tað sum annars er summarferia frá fótbóltinum fer nú til flogreisur, eyka venjing og dystir á ókunnuleiðum.

Miðlarnir fylgja við og vit hava verið í mongum londum og gera vit eisini burturúr við at skriva mentanargreinar um ymisku londini vitjað verður. Á skránni er sjálvsagt eisini tann formelli parturin við at fylgja við venjingunum, hvør er við?, hvørjir leikarar munnu byrjað inni osv. Samrøður við lyklapersónar og eisini pressufundir. Alt hetta skal miðlast út skjótast gjørligt, til allar hungrandi fjepparar, ið sita heima og bíða spentir eftir tí seinasta nýggja úr KÍ leguni.

KÍ skal leika móti FC Luzern úr Sveits. Ostalandið man teljast millum heimsins vakrastu lond og náttúran í Sveits er einastandandi. Hyggja vit í landakortið sæst at Sveits liggur millum hópin av londum. Norðanfyri er Týskland, eystanfyri er Liectenstein og Eysturríkið, sunnan fyri er Italia og vestanfyri er Frankaríkið. Hetta hevur m.a annað tann týdningin at málið í Sveits er sera blandað, millum júst Týskt, Franskt og Italienskt. Tað búgva útvið 8,5 mió fólk í Sveits.

Sveits hevur nøkur sereyðkenni. Tjóðarsamleikin snýr seg ikki um eitt felags mál ella eina felags mentan men í størri um um eina felags søgu, felags mytur og felags siðvenjum fyri frælsi, beinleiðis fólkaræði og samveldisskipan. Eitt annað sereyðkenni er teirra uttanveltaða støða í mun til uttanríkispolitikk v.m, m.a er Sveits ikki limur í ES.

Sveits er bygnaðarliga býtt í 26 sonevndar Kantónir, ið hvørjar hava nógv sjálvstýri við egnum lógum. Borgarar kunnu savna inn undirskriftir og broyta lógirnar. Kantónirnar eru ymsar í stødd, ein av hesum er Luzern, har KÍ skal spæla í kvøld í høvuðsstaðnum, sum eisini kallast Luzern.

Luzern er ein býur við sløkum 82.000 íbúgvum og náttúran er heilt einastandandi vøkur. Í býnum er fótbóltsliðið FC Luzern, hvørs heimavøllur Swissporarena tekur 13.000 áskoðarar.

Á heimasíðuni Transfermarkt sæst, at hópurin hjá FC Luzern hevur eitt virði á 168 mió. krónur. Stóri áleyparin úr Nigeria, Blessing Eleke er við sínum 30 mió. krónum leikarin hjá FC Luzern við hægsta søluvirði. Til samanberingar, so hevur liðið, sum KÍ sló út í undanfarna umfari, FK Riteria, eitt samlað virði á 17. mió krónur.

Hesar upphæddir benda á, at KÍ hevur eina risa avbjóðing frammanfyri sær í kvøld og síðani í heimadystinum á Svangaskarði í næstu viku. Men tað eru júst avbjóðingar ein vil hava í ítrótti og okkara leikarar eru heilt víst klárir til uppgávuna. Og øll við onnur fara við heilum huga at stuðla KÍ hetjunum í kvøld.

Dysturin á Swissporarena byrjar kl. 19.15 føroyska tíð. 
 

Koyr á KÍ!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur