
Mín viðmerking til styrkjan av týskt og øðrum fakum
Sum útbúgvingargranskari og fólkaskúlalærari havi eg nakrar viðmerkingar til nýggju avgerðina hjá landsstýriskvinnuni, Hannu Jensen, viðv. týskum. Eg havi gjørt vart við yvirfyri kringvarpinum, at eg fegin vildi koma við eini viðmerking. Men har var ikki pláss fyri mær. Tí skrivi eg nú hetta lesarabræv, og nýti portalarnar sum miðil. Takk fyri upptøku!
Átakið hjá Hannu Jensen um styrkjan av týskum á málsligu breyt og búskapar breyt, og at enskt verður lækkað á øðrum breytum, kemur eisini at ávirka fólkaskúlan, har eg granski og hartil útbúgvi eg lærarar og skúlaleiðarar til fólkaskúlan – tí loyvið eg mær at hava eina meining um hetta.
Viðv. nýggju áherðsluni á týskt, trúgvi eg, at vit koma skjótt at síggja eina støðu, sum var galdandi til fyri nøkrum heilt fáum árum síðani. Tá kom skúlastjórin inn til næmingar og foreldur í 6. flokki og fortaldi, at næmingar nú sjálvi kunnu velja ymisk fak til 7. – 9. Flokk. Næmingarnir gjørdust spentir. Men so segði skúlastjórin “Ja, ja tit kunnu velja hvat tit vilja – men um tit skulu halda allar møguleikar opnar til víðari lesnað, so mugu tit velja týskt!”.
Nú mugu tit ikki misskilja meg. Tað er í ordan við mær at styrkja týskt. Men tað skuldi verið ein gularót heldur enn ein pískur man svingaði eftir næmingum.
Eg haldi hartil, at vit mugu lyfta dygdina á øllum føroyska fólkaskúlanum og ikki bert í týskum, tí tað er ikki í ordan, at vit latent liggja undir miðal og hartil liggja vit niðanfyri norðurlondini í PISA.
Tað eru nógv økir, ið skulu styrkjast: málsligu fakini, náttúruvísindafakini, tað kreativa, tað praktiska og danskt.
Í øðrum londum styrkir man akkurát mótsætt sum í Føroyum. Meðan bert áherðsla seinastu árini hevur verið at styrkt føroyskt og týskt í Føroyum, so hava hini vesturlondini heldur styrkt náttúruvísindafakini. Í Danmark hava tey enntá gjørt “science” til eitt kravt økið í dagstovnum – ikki skilt sum at læra t.d. støddfrøði og alisfrøði – men heldur at læra at undrast og at gera stuttlig eksperimentir. Tað er innan náttúruvísindi, at vit skulu styrkjast, um vit skulu standa okkum í framtíðar globalu kappingini í vinnulívinum!
So er tað tað kreativa. Her er skorið inn á bein seinastu árini. Eg haldi tó ikki, at vit skulu styrkja tað kreativa, við at fara at játta einstakar tímar til einstøk fak, men heldur áttu vit at gjørt nøkur tvørfaklig projektir til gleði og gangs fyri næmingarnar.
Skúlin er seinastu árini vorðin alt meira akademiskur. Í hesum sambandi hava vit eins og onnur lond trupulleikar við at dreingirnir detta burtur í millum. Tað er enn so siðbundi, at gentum dáma best málfakini, meðan dreingunum dáma betur náttúruvísindafakini. Og her fer nýggja áherðslan á týkst at seta dreingirnar enn meira út á eitt síðuspor. Harafturat hava vit ein stóran flokk av dreingjum, ið ikki hava so stórar bókligar førleikar, men sum eru fínir til hendurnar. Eg vildi ynski, at vit mentu nøkur valfak til hesar dreingirnar ístaðin fyri bert at styrkja týkst, og gjørdu kravdar praktiksar verkætlanir, sum allir næmingar kundu fingið ágóðan av, og sum vildi styrkt um hugin hjá næmingunum til fólkaskúlan.
So er tað danskt – og tað er ikki tí at pápi mín er sambandsmaður, at eg sigi fylgjandi. Eg havi tosað við tríggjar lærarar á Glasi. Teir siga, at teir kunnu ikki geva næmingunum ein danskan tekst yvir tvær síður, tí so duga næmingarnir ikki at lesa tekstin. Lærararnir mugu tí finna tekstirnar á enskum, sum ikki finnast á føroyskum. So dugi eg at rokna út at, um trý til fýra ár fáa vit ein stóran trupulleika, tá vit skulu útbúgva nýggjar lærarar, námsfrøðingar, skúlaleiðarar, dagstovnaleiðarar og serstovnaleiðarar. Tí á námsvísindadeildini (har eg arbeiði) lesa vit umleið 90 % av tekstunum á donskum og norskum. Eg havi sjálvur onki ímóti at okkara lesandi fara at duga betri enskt – eg samstarvi sjálvur nógv við enskar og amerikanskar granskarar. Men trupulleikin er, at enkstmæltu tekstirnir um skúla, dagstovn og serstovn líkjast slett ikki okkara norðurlendska vælferðarmodellið. Og júst tað norðurlendska modellið er nakað, sum eg staðiliga vil mótmæla, at vit tveita burtur við baðivatninum.
Eg vóni, at henda grein kann vera við at seta dagstovnar og skúlar á breddan í valstríðnum, tí tað er ikki gott fyri okkara framtíð sum tjóð, at vit liggja so aftarlaga í PISA og í okkara fyrireiking til framtíðar arbeiðsmarknaðin.