Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sambært Hagstovuni sigur løgmaður satt og KVF ósatt um ójavna í Føroyum.

SKRIVAÐ: Hans Pauli Strøm  |  03.08.2019 - 15:35 Lesarabrøv Politikkur

Í Degi og Viku tórskvøldið vóru eini ógvisliga manipulerandi tíðindi hjá Sólvit Nólsø, ið høvdu ta niðurstøðu, at øvugt av tí, sum løgmaður Aksel V. Johannesen hevur boðað frá, so bara veksur ójavnin í Føroyum. Til hesi tíðindi brúkti Sólvit brot úr eini samrøðu við eitt starvsfólk á Hagstovuni, og klipp úr løgmansrøðu hjá Aksel.

Veruleikin er, at tað sum løgmaður hevur ført fram, at ójavnin er minkaður síðan hann bleiv løgmaður, er satt, sambært offisiellu tølunum hjá Hagstovu Føroya. Og at boðskapurin hjá Sólvit Nólsøe er ósannur.

 

Hagstovan hevur 7 ymisk mát at lýsa gongdina viðvíkjandi ójavna í Føroyum. Tey finnast á heimasíðu Hagstovunar frá 2008 til og við 2017. Og tey eru hesi:

 

 

Til kunningar merkja tølini hetta:

Gini-talið: lýsir ójavnan í inntøkubýtinum. Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur ein alla inntøkuna, er talið 100. Tvs. jú lægri Gini-tal, jú javnari samfelag.

Hoover-talið: Eisini nevnt Robin-Hood talið, og vísir tann partin av øllum inntøkunum, ið skal býtast av nýggjum fyri at fáa fullkomið javnbýti. Tvs. jú lægri Hoover-talið, jú betur fyri javnan í samfelagnum.

Fimtingslutfall 80/20: Miðalinntøkan hjá ríkastu 20% býtt við miðalinntøkuna hjá fátækastu 20%. Jú lægri tal, jú javnari er býtið.

Tíggjundapartur 90/10: Miðalinntøkan hjá ríkastu 10% býtt við miðalinntøkuna hjá fátækastu 10%. Jú lægri tal, jú javnari er býtið.

Hundraðpartur 100/1: Miðalinntøkan hjá ríkasta 1% býtt við miðalinntøkuna hjá fátækasta 1%. Jú lægri tal, jú javnari er býtið.

Fátækraváði 60%: Tann %-parturin av fólkinum, sum hevur eina inntøku, ið er undir 60% av miðinntøkuni í samfelagum.

Fátækraváði 50%: Tann %-parturin av fólkinum, sum hevur eina inntøku, ið er undir 50% av miðinntøkuni í samfelagum.

 

Øll hesi mátini hjá Hagstovu Føroya, ið eru gjørd eftir altjóða samanberiligum leisti, vísa sostatt:

1)    at ójavnin vaks í øllum mátum frá 2009 til 2015, og

2)    at ójavnin minkaði í øllum mátum frá 2015 til 2017,


Sum kunnugt tók sitandi samgonga við á heystið 2015.

Nýggjastu tølini eru fyri 2017, men sum øllum kunnugt eru stór átøk gjørd 2017-2019, sum heilt givið fara at vísa, at ójavnin í Føroyum minkaði uppaftur meir hesi bæði seinastu árini. M.a. pensjónsnýskipanin, sum í miðal gevur fólkapensjonistum uttan aðrar inntøkur góðar 1.000 kr. meir um mánaðin eftir skatt. Økt útgjald til fyritíðarpensjonistar við umleið 1.000 kr. um mánaðin eftir skatt, og økt familjuískoyti til barnafamiljur við lægstu inntøkum við eini 2.000 kr. um mánaðin.

 

So tíðindini hjá KVF og Sólvit Nólsø, um at ójavnin bara veksur í Føroyum, er Fake News! Og at tað sum løgmaður hevur borið fram, er satt sambært almennu tølunum hjá Hagstovu Føroya.

 

Vestmanna t. 2. august 2019

Hans Pauli Strøm

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…
- Tað er tekin um at her er gott at verð…
- Eysturoyar­tunnilin verður heilt skjótt…
- Vit skulu hava eina politiska tilvitan…