Lýsing
Lýsing

Kollapsið

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen  |  03.08.2019 - 16:21 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Staddur í øðrum ørindum í høvuðsborgini - í gjár - legði eg mær leiðina inn á politisku og parlamentarisku bráðpannuna í danska heimastýrinum. Føroya løgting. Hevði fingið frænir av, at ryggurin í politisku skipanini fram eftir degi fór at bræða niður sum ein donsk medistarapylsa, - hetta ynskti eg at síggja við berum eygum. Forsjónin var røtt. Allir flokkar, Framsókn undantikin, varpaðu fleiri politisk goturstykki inn í fiskidagaskipanina og umsitingarætlanina, við til endans at hála fleiri enn tvey túsund nýggjar fiskidagar inn í veiðiskipanina - miðskeiðis í einum fiskiári. Hetta var ein makabur løta, serliga merkisverd, táið hetta verður gjørt eftir at løgtingsval er útskrivað. Eitt er at løgmaður provokeraði eina viðgerð fram eftir einstreingjaðu socialdemokratisku valrøðuna á Ólavsvøku, men at skjóta upp og avgreiða stór meginreglulig mál, eftir at val er skrivað út, er ein politisk skarnsgerð. Ólíkindi. Og enn einaferð fingu vit staðfest, við sjeytummaseymi, at éitt lið í “føðiketuni” er veikari enn fiskastovnarnir – politiska skipan landsins.

 

Ein nógv brúkt orðing í retorikkinum hjá Tjóðveldisflokkinum hevur verið: “Politikkur floksins hevur frá stovnan verið, at fiskastovnarnir skulu røkjast sum varandi virði undir búskapinum.” Erlendur Patursson eigur orðini. At flyta fiskimarkið út og at halda fast um stovnsrøktina var kjarnin í búskapar- og sjálvræðispolitikki floksins. Ósvitaliga hanga hesir lutirnir saman: Fiskimark, stovnsrøkt, búskaparligt grundarlag og sjálvræði.

 

Við lógini um vinnuligan fiskiskap í nítiárunum varð fiskiskapurin undir Føroyum skipaður við fiskidøgum. Tað gekk sum eftir ánni í nøkur ár, flotin hevði jú ligið við bryggju og gnaðað gummi í fleiri ár frammanundan, stovnarnir høvdu fingið frið, men longu í 2002 eru vit á kambinum, avreiða 42 túsund tons av toski undan Føroyum, og síðani hevur tað bara gingið ein veg. Omaneftir. Í 16-17 ár. Ivaleyst vóru alt ov nógvir dagar í skipanini, táið hon varð frumstillað, m.a. av rossahandlum fyri at fáa semju í lag, og hesi seinru árini er hópin av døgum tiknir út, tilsamans á leið tað sum ein landsstýrismaður mælti til í einum høggi í 2008, og ætlast kann, at politiska skipanin hevur hildið seg verið á góðari leið, táið fiskidagatalið fyri verandi fiskiár varð ásett.

 

Lógin um vinnuligan fiskiskap er nú avloyst av lógini um fyrisiting av sjófeingi. Eitt sprøklut politiskt vaðmal – í alt ov stóran mun merkt av irrationellum rossasemjum – eitt mix av tí sum var, marknaðarskipanum og nýggjari politiskari útlutan, kortini bar tað til at fáa eina umsitingarætlan konfirmeraða hjá havfrøðingum, í vinnuni og í politisku skipanini. Tað var sannur vinningur. At Fiskimálaráðið skuldi gerast fyrsti luturin av hesum trimum, sum boygnaði fyri trýstinum nú dagatalið var uppi í einum av bólkunum, tað kom óvart á. Onkur kunngerðarsniðgøta varð í fyrstani roynd, men tað miseydnaðist, tí Fiskivinnuráðið var somikið at sær komið, at tað mælti ímóti m.a. við hesi grundgeving: “Tað er óskikkur at broyta fortreytirnar hjá teimum, sum arbeiða í fiskivinnuni í tíð og ótíð.”

 

Føroyingar veiða á Flamingjagrunni, í Eysturgrønlandi, undir Íslandi, í russiskum sjógvi, í norskum sjógvi og samsvarandi strandalandaavtalum í kvotaskipanum. Hetta er tann stóra rúgvan og lítið hoyrist um trupulleikar og trýst haðani. Tað er bara fiskidagaskipanin, sum fyri langt síðani hevur spælt fallit, ið gevur fiskiskapinum undir Føroyum og politisku skipanini støðugt høvuðbrýggj. Hesi seinru serliga, politisku skipanini, tí hon ongantíð megnar at standa uppi fyri sínum avgerðum – sum sevið á akrinum boygnar hon, longu, táið fyrstu harkini hoyrast úr útriðjuni.

 

Í gjár – eftir at løgtingsvalið er útskrivað – lendu tvey uppskot á tingborði. Prinsippmál í toppklassa. Bæði borin av opportunismu og populismu. Ongin hevði nú roknað við øðrum frá Fólkaflokkinum, hugsjónaðarliga magadrigin og bara ráksnúgvin frá tíð til aðra, enn at hann átti annað uppskotið. Tað fær ikki verið øðrvísi, táið Mammon og Guð ganga saman í eina “heilaga” alliancu – beint ímóti Nýggja Sáttmálanum. Teir ætlaðu at hækka dagatalið í bólki 5 úr 8.879 døgum uppí 12.000 dagar. 3.121 dagar omaná ta semju, sum hevur verið frammanundan fyri verandi fiskiár. Uppskotið fall. Ei undur í at framsóknarkvinnan Ruth Vang, einasti tingmaður sum tók orðið í málinum, staðfesti, at við hetta lag er tað sólarklárt, at fiskidagaskipanin er eitt og tað sama sum frítt fiskarí – heldur dagatalið ikki, so fæst politiska skipanin altíð at boygna fyri krøvunum um størri rásarúm. Og so er bara “the tragedy of the commons” eftir.

 

Seinra tingmálið – løgtingsmál no. 3/2019 – hevði Fiskimálaráðið sum avsendara, og var ikki sent til hoyringar yvirhøvur, hvørki á Havstovuni ella hjá Fiskivinnuráðnum. Uppskotið var soljóðandi: “Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu: 8.879 fiskidagar, umframt 1.127 fiskidagar markaðir til ikki fult riknar útróðrarbátar.” Hetta var granatin, sum Fiskimálaráðið ætlaði at varpa inn í fiskiveiðiskipanina, men tað skuldi ganga verri enn tað, væl verri, tvær ferðir verri. Við aðru viðgerð løgdu Pauli Trond Petersen, Henrik Old, Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen, Jenis av Rana og Jógvan Skorheim hetta broytingaruppskotið fram: “Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu: 8.879 fiskidagar, umframt 2.150 fiskidagar markaðir til ikki fult riknar útróðrarbátar.” Við triðju viðgerð varð upprunauppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, okrað uppeftir við broytingaruppskotinum, samtykt við 25 atkvøðum fyri og tveimum ímóti (tingmenninir hjá Framsókn). Bólkur 5B hevði nú fingið 2.150 dagar afturat í verandi fiskiári. Siðvenja er harvið sett fyri, at hvørja ferð ein bólkur í veiðiskipanini vantar dagar, koma tingmenn ella landsstýrismenn í tingið eftir fleiri døgum (Jákup Mikkelsen hevur longu indikerað, at soleiðis verður tað, kemur Fólkaflokkurin til valdið.)

 

Við hesum fall stovnsrøktarskipanin – gatað sundur av veikasta liðnum í “føðiketuni” – landsins politiska valdi. Mær kom til hugs løtuna, táið Sigurð Joensen og Jákup í Stólpa lógu í Letikatli í Búgvanum, teir yvirnáttaðu á veiðiferð, og hesin seinri segði við hin fyrra: “Sigurð, táið tú verður prestur, vælsignaður, bið tá eisini fyri lomviganum.” Nú stovnsrøktin fall á tingi í gjár, fáa vit ikki gjørt annað enn at biðja fyri fiskastovnunum undir Føroyum. Í kvotafiskiskapinum á fjar- og miðleiðum er ivaleyst tørvur á hesum eisini, kortini ikki í sama mun – tí har eru tað serliga aðrir, kortini saman við okkum, eftir lívfrøðiligum tilráðingum, ið neyvætla ásetingarnar, sum ikki kunnu vikast í tíðarskeiðnum semjan um veiðuna er um og fyri.

 

Táið krígsministarin í Stóra Bretlandi undir seinru styrjøldini mælti Winstoni Churchill til at flyta fíggjarligu játtaninar frá mentamálaráðnum til krígsmálaráðið - fyri at økja um ísinkrammið í vápnaframleiðsluni - svaraði stóri statsmaðurin, primus inter pares hjá teimum sameindu: “Hvørjum stríðast vit tá fyri?” Hann av øllum vitsti, at mentanin var sjálvur grundvøllur tjóðarinnar. Soleiðis er støðan eisini her í landinum, og stovnsrøktin á havmiðum er hartil búskaparligi grundvøllurin, sum ættarliðini eftir okkum skulu lívbjarga sær við. Føroya løgting var í gjár arkitekturin, sum setti ferð á eitt kollaps hesum viðvíkjandi.

 

Onkur miðil spurdi fyri lítlari viku síðani, um undirritaði ætlaði at stilla upp til løgtingsvalið, sum verður hildið um júst fýra vikur, og hendan spurningin havi eg fingið fram undir øll val síðani 1984, tá ið eg stillaði upp á fyrsta sinni saman við m.a. eiðislæknanum Peturi Reinert. Í mun til tá verður tjóðarfrælsi ikki tikið uppá tungu, og nú slepti man eisini skipanini, sum skal tryggja okkum burðardygga veiði undir Føroyum. Ætli ikki at brúka mínar seinastu dagar á foldum til at vera tølaður av socialdemokratiskari parfumu undir samríkjadýnuni hjá Føroya Javnaðarflokki – til tað er verandi gerandisdagur ov spennandi og litríkur, men kanska valskráin hjá Tjóðveldisflokkinum ber á annan bógv, enn er hon kortini duld fyri monnum.

 

Kollapsið í gjár kveikti ikki áhugan – og flutti ikki ivasemið tann vegin – at farast skal undir at leita eftir landganginum, sum eg sjálvur fann útav at fara oman ígjøgnum í 2011. Kortini skal sigast, at hevði eg mandatið ígjár, varð ikki atkvøtt fyri nøkrum av uppskotunum og tíansheldur hevði orðið verið tikið í umrøðuni av socialdemokratisku valrøðu løgmans á Ólavsvøku. Tey, sum nú sita á Føroya løgtingi, hava sett ein skammblett á seg sjálvi og á politisku skipanina. Men fróðlig fólk bjóða seg fram, sæst í miðlunum, sum vónandi fara at ganga meiri uppí sakina enn seg sjálvi, sum í alt ov stóran mun hevur eyðmerkt selfie-ættarliðið, ið hevur stjórnað landinum hesi seinastu fýra árini.

 

Gott val.

 

 

 

.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjálvstýri savnaði enn einaferð eini 600…
Valfundur á Fossanesi í kvøld
§ 7c, stk. 1
KÍ fekk stigini í linligum dysti
Góð fótbóltslíkindi í dag
Lærlingar ongan landsskatt
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
Aftur á slóðina
Sjálvstýri: 600-700 fólk til familjutilt…
68%
Javnaðar­flokku­rin: Valkafé í Spania­stovu
Tað demensvinarliga samfelagið – ella hv…
Líðhamar roktúr í dag
Enn ein lítil fitt søga
Hendan lands­stýrissamgongan hevur gjørt…
KÍ fyllir 115 ár í dag
“KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk…
Yvirkæru­nevndin tikið støðu um Deni Pavl…
Maria og Vibeka luttaka í DM fyri ung
Íbúðirnar Undir Kongavarða verða góða he…