Lýsing
Lýsing
Lýsing

Meira til pensjónistar í fátækraváða og lægri mótrokning til arbeiðandi pensjónistar

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.  |  08.08.2019 - 18:08 Politikkur Tíðindaskriv

Pensjónistar í fátækraváða skulu hava meir at liva av, og tað skal loysa seg betur hjá verandi pensjónistum at arbeiða.

Javnaðarflokkurin fór til val í 2015 við tí lyfti, at pensjónistarnir skuldu fáa minst 500 krónir meira um mánaðin at liva av. Hetta lyftið hava vit hildið so dyggiliga! Tí allir pensjónistar, ið fáa fult útgjald úr samhaldsfasta umframt grundarupphædd og viðbót hava, saman við broytingini í kringvarpsgjaldinum, 1.500 krónur meira at liva av í dag í mun til í 2015.

 

Nú um dagarnar kom fram, at samlaða talið av fólkið í fátækraváða er vaksið úr 10,1% í 2016 upp í 10,5% í 2017. Tíbetur er talið av børnum í fátækraváða minkað nakað, men als ikki nokk. Tað eiga vit at gera nakað við.

Tað, sum dregur talið upp í samlaða talinum fyri 2017, er serliga fátækir pensjónistar. Tí er tað her vit skulu seta inn við átøkum, og tey átøkini mugu vera miðvís, um tey skulu muna nakað.

Okkara lyftir til løgtingsvalið til pensjónistarnar eru tí :

 

- Vit vilja hækka viðbótina við 800 kr. komandi samgonguskeið.

- Vit vilja minkað um ógvusligu mótrokningina hjá arbeiðandi pensjónistum við einum frádrátti á 30.000 kr í skattinum.

- Vit vilja rætta skeivleikan hjá undanfarnu samgongu, soleiðis at arbeiðandi pensjónistar fáa rætt til dagpening undir sjúku.

 

Soleiðis fáa vit hjálpt har tað veruliga munar.

 

350 ella 1.500 kr meira?

 

Fólkaflokkurin gav pensjónistunum 350 krónur meira um mánaðin í teirra samgonguskeiði.

 

Nú er høvuðslyftið hjá Fólkaflokkurinum, at samhaldsfasti skal verða skattafríur, og at allir pensjónistar skulu fáa 2.000 kr meira at liva av. Undanfarna samgonguskeið hækkaðu teir viðbótina við -  ja halt tykkum fast -  350 krónum um mánaðin.

 

Dupultskattingina av samhaldsfasta eiga teir sjálvir. Hon varð innførd av táverandi fíggjarmálaráðharra Jógvan Sundstein í 1991. Í so máta er tað hóskandi, at teir nú “lova” at avtaka dupultskattingina. MEN teir skylda øllum veljarum at siga, hvar ið peningurin, áleið 200 milliónir, skal koma frá! Hvønn skulu teir so knokkroyta, ella hvørjar tænastur skulu fólk ikki fáa?

 

Fólkapensjónistarnir ynsktu sær 1.000 krónur meir um mánaðin at liva av, eisini tá ið Fólkaflokkurin sæt í samgongu. Tá fingu teir 350 krónur um mánaðin.

 

Spurningurin er so bara, um pensjónisturin trýr teimum hesuferð.

 

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á ferð til ferðsludagar
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…
Líðin og Leiti hagafund
Vágamenn økja
Framsýning, mótashow & Kafé í Rótini
Byggingin uppá 13 randar­hús byrjað
Tilboð uppá 100 búeindir komið inn Uppi…
Strammari útlendinga­lóg
Vitan um Føroyabanka løgd fram
Yvirlýsing: Minnilutin ræður?
Frederik Vad og Bjørn Brandenborg: – Vit…
Búfelagskapu­rin á Toftum tikin í nýtslu
Flytførar og vaksnar laksalýs smitta ikk…
Deyður, deyðari ella deyðast?
Skemtiligi strandfara­maðu­rin klárur at k…
Torrablaðið í gerð
Nógvur útróður um vikuskifti
Bakkafrost: Framgongd í fjórða ársfjórði…
Kunning á Kambsdali mikukvøldið