Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt: Grinda-burgari á Føroya Sjómannadegi

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  12.08.2019 - 20:36 Mentan Tíðindi

KJ á Kambsdali, sum hevur verið við á Føroya Sjómannadegi øll árini, hevur til sjómannadagin leygardagin okkurt heilt nýtt og serstakt at bjóða fram.  Ein Grinda-burgari við nýbakaðum burgarabreyði frá Amarant við grindastykkjum og øðrum góðum sum avdúka verður á Sjómannadegnum.

Tummas Lervig frá KJ á Kambsdali, sigur at góðu royndirnar og serliga tær jaligu afturmeldingarnar tey fingu frá fólki í fjør, tá tey hjá KJ á Kambsdali grillaðu grindatvøst, gav teimum áræði at royna okkurt heilt nýtt.

 

- Sjálvandi fara vit at endurtaka vælumtókta tiltaki frá í fjør har vit aftur í ár fara at kóka grind, spik og eplir  og borðreiða saman við serliga heimagjørda sinnopinum hjá Ásu hjá Poll, sum klaksvíkingar kenna so væl og sum var eitt av mest vældámdu íkastunum á á Sjómannadøgunum 2018.

- Eisini fara vit at grilla grinda búffar sum vit borðreiða saman við fløtaeplum.

- Sum nakað heilt nýtt fara vit í ár eisini at bjóða øllum, sum vitja Føroya Sjómannadag ein serliga vælsmakkandi Grinda-burgara.

- Tvøsti kemur frá grind sum doyði í Bø í summar. Burgara bollin er nýbakaður frá Amerant og umframt grindastykkir er nógv annað forkunnugt í vælsmakkandi Grinda-Burgaranum, sum verður avdúkaður á Sjómannadegnum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…