Lýsing
Lýsing
Lýsing
Børn og vaksin fiska á Kósini í fiskikappingini í fjør. Møguliga ein framtíðar rokskipari spyrst burturúr | Mynd: Oliver Joensen

Føroyski fiskimaðurin verður fagnaður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.08.2019 - 10:00 Leiðarin Mentan Vinna

Veitslurómurin í Klaksvík vil ikki enda. Eftir 3-5 dagar við tónleikafagnaði verður farið beint yvir til at fagna teimum føroysku sjómonnunum í 6-7 dagar afturat. Hvønn dag alla hesa vikuna verður okkurt tiltak á skránni, og tey hava øll tað til felags, at tey eru púra ókeypis.

Leygardagurin er sjálvur Sjómannadagurin, men eins og festivalurin, sum byrjaði við einum einstøkum leygardegi, er ein drúgvur fagnaður bygdur upp kring sjálvan dagin. Hóast so nógv tann størsti parturin av øllum tiltøkunum framvegis liggur leygardagin, er størsta einstaka tiltakið helst politiski fundurin, ið verður á Skúlatrøð mikukvøldið kl. 20. Her hittast lokal valevni í teimum politisku flokkunum at skifta orð, bæði sínámillum, men ikki minst við meiniga borgaran og fiskimannin.

Stórur spenningur liggur í luftini frammanundan hesum tiltaki, ikki minst um fiskivinnupolitikkin, sum hevur fylt sera nógv hetta valskeiðið, og sum hevur ávirkað nógvar sjómannafamiljur persónliga. Hetta er tó ein opin valfundur, og ikki Fiskivinnutingið, sum vit vanliga kenna tað, og tí verður eisini ríkt høvi at spyrja um annað enn fiskivinnu.

Fríggjadagurin býður uppá fiskikapping og vatnkríggj, ið eru vorðin tvey av teimum heilt stóru tiltøkunum á Sjómannadøgunum, og einki bendir á at hesi fara at standa nakað aftanfyri undanfarin ár.

Leygardagurin er sjálvur Sjómannadagurin. Dagurin byrjar longu klokkan 9, tó at formliga setanin er kl. 10:40, har borgarstjórin fer at bjóða vælkomin og fiskimálaráðharrin setir dagin. Fleiri framsýningar, bæði á landi og umborð á skipum, lata upp kl. 11 og verða opnar til út á seinnapartin.

Tað er eisini leygardagin, at fleiri føroyameistarar verða funnir. Tað verði seg innan køkubakstur, sjómanstak, agnskering, egning og innan at halda dregg, eins og kappast eisini verður í svimjing, at vinda hespur, umframt tann stóra skipalista-quizzin.

Í ár hevur tað hepnast so mikið væl, at heimadystir í fremstu mansdeildini fingust at liggja bæði á Norðoyastevnu, Summarfestivalinum og á Sjómannadegnum, og tað verða skálamenn, sum koma á vitjan leygarkvøldið. Onki er at taka seg aftur í, at tað hevur givið hinum báðum tiltøkunum nakað eyka, og so verður uttan iva eisini á sjómannadegnum.

Ongum nýtist heldur at ganga svangur á Sjómannadegnum. Risarnir í føroysku fiski- og alivinnuni, JFK, Christian í Grótinum og Bakkafrost, bjóða ávikavist fish & chips, heittroyktan makrel og laks, borðreitt á forkunnugar hættir. Óansæð hvønn sjómat einum dámar best, ella um ein vil royna allar rættirnar, er alt í andanum av Sjómannadegnum púra ókeypis.

Tað verður ov rúgvusmikið á hesum plássi at nevna alt í skránni, so nóg mikið man vera at siga, at skráin væl og virðiliga stendur mát við skránna undanfarin ár. Punktummið verður sett í Christianskirkjuni sunnudagin, har Marjun Lómaklett hevur sjómannaguðstænastu.

Føroya Sjómannadagur er fyrst og fremst eitt tiltak til heiðurs fyri føroyska sjómanninum, og snýr seg um at heiðra fiskimannin á ein virðiligan og uppibornan hátt.

Norðlýsið ynskir øllum vælkomnum á Sjómannadagar!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett