Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tveir spennandi fyrilestrahaldarar

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  15.08.2019 - 14:40 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tveir spennandi fyrilestrar í Miðhøllini hóskvøldið kl. 19,30 Her verður fortíð heft saman við framtíðini. Jógvan við Keldu, tekur tað søguliga,fer at greiða frá Klakksvíkar Hermetikk (Bollafabrikkini)1946-1966 og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost,  fer at greiða frá menningini og framtíðini hjá Bakkafrost

Klakksvíkar Hermetikk, var eitt frambrot í føroysku vinnusøguni, har menning, gransking og nýhugsan lá internationalt.

Her var arbeiði til okkara ungdóm bæði kvinnur og menn, gott stabilt arbeiði, har fólkið treivst sera væl.

Konserves av okkara hóast alt víðvenda tilfeingi, var bæði selt her heima og í útlondum, her var talan um botnfisk, sild, makrel, hummara, stórhvalakjøt og fleiri fuglasløg.

M.a. vóru reseptir gjørdar til ymiksk ingrediensir. Nógvir av innpakningunum síggjast hava ídag sama snið, sum tá vóru gjørdar.

Bakkafrost føroysk – men  international

Bakkafrost hevur víst sín dugnaskap og sínar spennandi menningar og útbyggingar og er vorðin helst størsta føroyska fyritøka í útflutningi.

Teir hava víst dugnaskap og hava óræddir við góðum  grundarlagi tora at bygd út, ikki bara á Glyvrum, men hava spent seg og bygt út kring um í Føroyum.  – Framtíðin sær spennandi út.

Leggjast kann afturat, at táið Klakksvíkar Hermetikk gavst og stóra nýmótans Flakavirkið á Kósini var komið, vóru sildamaskinurnar við reseptum og vitan seldar Bakkafrost.

Gott stev fanst í samráðingunum millum Kjølbro og teir á Bakka.

Aftur-  og framatlítandi fyrilestrarnir verða kl. 19.30. í Miðhøllini (Ósaskúlanum). Teir eru ókeypis og øll er vælkomin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…