Lýsing
Lýsing
Lýsing
Stórur spenningur er um Kristin Michelsen verður á nøkrum lista áðrenn tíðarfreistin er úti leygardagin kl. 18

Spenningur uppundir evstamark

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.08.2019 - 11:29 Leiðarin Politikkur

Leygardagin kl. 18 skulu endaligu valevnislistarnir latast løgtingsvalnevndini.  Sjálvstýri arbeiðir uttan iva uppá hátrýst fyri at fáa eina ella fleiri kvinnur á listan, meðan stóru flokkarnir ivaleyst royna at fáa stemmuslúkarar á listarnar í flestøllum fyrrverandi valdømunum.

 

Tað vakti ans, at Sjálvstýri fyribils stillaði við einum reinum mannfólkalista. Áður hava relativt kendar kvinnur sum Malan Johansen og Rúna Sivertsen bjóðað seg fram fyri Sjálvstýri, og unga Herborg Hansen hevur eisini tónað flagg sum sjálvstýriskvinna. Men í skrivandi stund er framvegis ongin kvinna á valevnislistanum hjá Lista D, og tað kann flokkurin valla liva við at fara til val uppá.

 

Seinasti leysgangarin

Kristin Michelsen hevur verið floksleysur í eitt hálvt ár. Gitt hevur verið um, hvar hann fór at stilla upp aftur. Sjálvur hevur hann verið ivaleysur um, at hann fór at stilla upp, men tað sama hava Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksáfoss verið, uttan at tað tó gjørdist veruleiki. Tá Gerhard Lognberg tók seg av aftur sambandslistanum, var enn meira opið fyri, at Kristin bleiv teirra maður sunnanfjørðs, men enn er hann ikki settur á listan.

Í Suðuroynni verður stóri stemmuslúkarin hjá Sambandsflokkinum ivaleyst Johan Dahl, men sum øllum kunnugt er Suðuroy býtt sundur í sunnaru og norðaru helvt, og har hevur Johan Dahl serliga gjørt seg galdandi í sunnaru helvt, serliga Vági. Harumframt býr hann nú norðanfjørðs, so gott pláss er fyri einum atkvøðuslúki norðanfyri Hovsegg. Men nú dagin fyri evstamark var Kristin Michelsen framvegis ikki vorðin sambandsmaður, ið hvussu er ikki alment. Men Kristin er ein maður, sum ofta ikki gevur nakað til kennar fyrrenn í síðstu løtu.

 

Comeback hjá harðmælta eysturoyinginum?

Her í Norðlýsinum hevur áður verið gitt um, at Eirikur í Jákupsstovu og Tórbjørn Jacobsen fóru at stilla upp fyri ávikavist Norðoyggjar og Eysturoy, men hesin spádómurin er enn ikki gingin út, og útlitini fyri tí fyrra eru nú fánað. Síðani vit spáddu hetta, er Eirikur farin í leiðandi starv í Klaksvíkar Kommunu, og tað er tí væl skiljandi, at hann heldur ikki er á listanum hjá Norðoya Tjóðveldisfelag á hesum sinni. Men við Eysturoyar Tjóðveldisfelag er støðan ein onnur. Tey almannakunngjørdu sín lista við eini viðmerking um, at roknast kundi við fleiri valevnum.

Líka so dugnaligur sum Tórbjørn Jacobsen er til at siga sína hjartans meining alment, líka dugnaligur er hann til at halda kortini tætt inn at kroppinum, tá tað er neyðugt. Uppstillingin hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag saknar framvegis ein atkvøðuslúk, hóast felagið hevði eina lítla kanin í hattinum við fyrrverandi sjúkrahússtjóranum. Annars vóru “the usual suspects”, borgarstjórarnir í Eysturkommunu og Fuglafjarðar Kommunu, og har er spenningur um, hvørt triði borgarstjórin úr Runavík ger teimum fylgju. Um so er, er tað fyrstu ferð síðani 2011, at Tórbjørn stillar upp. Tá stillaði hann ikki upp til løgtingsval, einans fólkatingsval.

 

Rúm fyri fleiri

Hvør flokkur kann í mesta lagi stilla 43 valevni upp, og vanliga miðja stóru flokkarnir eftir at hava 33, ið er tingmannatalið, og smáu flokkarnir eftir at hava 17, ið er talið fyri at hava meiriluta. Sostatt er tað meira sannlíkt enn ósannlíkt, at flestu flokkarnir fara at seta 4-6 valevni afturat á valevnislistarnar, áðrenn freistin er úti klokkan 18 leygardagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sigur til H71 á Stjørnuni
Veðrið í vikuni
Mjølnir vann tættan dyst
Mikkjal fingið sekkin í AIK
Skjótt
Sunnudagin fær Stjørnan vitjan av H71
Venezuelska andstøðan við herin: Viðurke…
SMS: Stjørnan tekur móti H71 sunnudagin
Mjølnir - Fleyr sunnudagin
Sær ikki væl út fyri Grønland og smá lon…
Túsundtals danir stuðla undirskriftainns…
USA er lopið á Venezuela
Burn: Team Klaksvík - H71 í kvøld
Ægir savnar inn fløskur í dag
Skoytubreytin opin til kl. 20 í kvøld
Beinta Løwe í nýtt starv
Takið tykkum for hundin saman
Veðrið um vikuskiftið
Norð­búgvin TN 28
Køkan skal gerast størri