Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hittust fyrstu ferð týskvøldið eftir sponsorsamband fyri 39 árum síðani

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  22.08.2019 - 12:03 Mentan Myndarøð Tíðindi

Katrin á Gravarbø, sum í dag er 59 ára gomul byrjaði tá hon var 21 ár, sum sponsor hjá eini gentu í Suðurkorea. Tað vóru tey bæði, Tummas Thomsen, sáli, og Elinborg Thomsen, sála, sum ígjøgnum  Donsku Koreamissiónina útvegaðu sponsorar til foreldraleys koreabørn.

Hetta var í 1981 sigur Katrin. Eg fekk myndina av eini gentu, ið kallaðist Park Sang-Ja, sum tá er 6 ára gomul, og skuldi gjalda 90 krónur um mánaðin. Hetta var peningur, ið var ætlaður til barnaheimið, soleiðis at hon kundi fáa mat klæðir og skúla og jólagávu og føðingardagsgávu hvørt ár til Park Sang-Ja.

Eg minnist at eg sendið ofta 100 krónur, tí eg hugsaði, at 10 krónur kundu fara til barnaheimið hjá felagsskapinum har Park búði. Eg fekk altíð afturmeldingar frá barnaheiminum, tí kendi eg eg tryggan í hesum.

Í 1994 Heldur so sambandið upp at. Tað sum hendir tá er, at Park er liðug við sína colledge útbúgving og tí heldur sambandið við barnaheimið uppat. Eg hevði í veruleikanum ikki nakað nært samband við Park uttan, at eg hvønn mánaða sendið eitt bræv til skúlan, tá eg sendið peningin og trúliga skrivaði leiðarin fyri skúlan aftur til mín, fyri Park. Samstundis fekk eg myndir sendandi av henni og eisini tekningar, sum Park hevði gjørt.

Vit missa so sambandið í 1994. Orsøkin er, at tað samband sum hevði verið okkara millum, var faktiskt ímillum meg og barnaheimið. Tá hon so fer har frá, hevur hon faktiskt onki við sær, heldur ikki adressuna hjá mær.

Nú eru liðin 25 ár síðani vit mistu sambandið. Øll hesi ár, hava eg og maður mín, Markus Tummas ynskt at fingið samband aftur við Park Sang-Ja, Ikki minst fyri at vita hvussu tað gekst henni í lívinum. Hetta fylti alsamt meira í lívinum hjá okkum.

Í august í fjør, vistu vit at eitt par úr Korea var her í Klaksvík í summarfrí, tey høvdu leigað sær eina íbúð sum vinfólk okkara áttu. Vit bæði eg og maðurin, tosaðu so um, at tað hevði verið spennandi at roynt, um tey kundu hjálpa okkum at finna Park Sang-Ja.

Tað endaði so við, at vit heilt einfalt fóru til íbúðina, bankaðu upp á, bóru ørindi okkara fram og spurdu um tey kundu hjálpa.

Eg má siga at eg bleiv heilt ovfarin av hvussu væl vit vóru móttikin. Tað vísti seg, at kvinnan arbeiddi innan tað almenna í Suðurkorea. Tað var skjótt, at hon skannaði alt tilfarið, sum eg hevði um missiónsfelagsskapin, um barnaheimið og so fram, og ígjøgnum internetið sendið hon fyrispurningar til ymiskar stovnar í Korea.

Vit blivu faktiskt tikin á bóli, tá vit longu tríggjar vikur eftir fingu svar. Markus kemur inn á kamari hjá mær klokkan sjey um morgunin og sigur: “Hon er funnin”.

Tað var ein rørandi løta, ein av størstu løgunum í lívi mínum, eg veit ikki hvussu eg skal málbera meg: Eg bleiv trill rund, eg helt eg droymdi, síðani ivaðist eg í um tað passaði, um hetta var veruleiki, um tað mundi vera tann rætta tey høvdu funnið fram til. Í Suðurkorea búgva umleið 10 milliónir fólk og í hesum býinum, har tey høvdu funnið hana búgva umleið ein millión fólk. - Jú, við nærri hugsan var hetta heilt ótrúligt.

So var at fáa samband okkara millum. Hon hevði ikki Facebook. Men tað gekk skjótt hjá henni at fáa sær tað, síðani fór samskiftið okkara millum ígjøgnum messenger.

Í samskiftinum er hon sera taksom og fyrikomandi, men vit fáa tó ikki so serliga nógv at vita um hennara viðurskifti og hvat er hent henni hesi árini eftir at hon er farin av barnaheiminum. Men tað, sum skínur ígjøgnum er, at hon hevur hildið fast við missiónina og hevur eina kristna trúgv.

Eftir at vit hava samskift í eina tíð, sigur hon okkum, at hon skal giftast í februar í ár, og at hon hevur eitt ynski um at hitta sponsor sín, tað vil siga meg og Markus Tummas.

Týskvøldið komu tey so her. Vit vóru ímóti teimum á flogvøllinum. Eg kendi hana beinan vegin og tað var ein ógloymandi løta, at standa har, fevna hana og hyggja inn í eyguni á henni eftir at samband okkara byrjaði fyri 39 árum síðani, samstundis at hetta er allar fyrsta ferðin vit hava hittist í lívinum. Tað var stórt.

 


—-

Vit sita í heiminum hjá Markus Tummasi og Katrini ímeðan vit práta og Park Sang-Ja og maður hennara Wanki Been sita her eisini.

Samskiftið við tey bæði úr Korea er eitt sindur trupult, tí tey duga ikki ensk bert koreanskt, men tey hava fingi sær eitt tól, ið so dánt er ført fyri at umseta úr koreanskum til danskt ígjøgnum talu.

 


Park Sang-Ja sigur, at hon hevur havt eitt sera turbolent lív og at tað eru ting í lívinum, sum hon helst ikki vil minnast.

Men eg eri so sera takksom fyri, at Katrin og Tummas hava hjápt mær so væl ígjøgnum. Eg havi ongi foreldur. Tey funnu meg í eini pappeskju uttanfyri eina politistøð og hagani bleiv eg koyrd á eitt heim fyri foreldraleys børn. Navnið tey góvu mær, Park Sang-Ja, hevur relatiónir til eskjuna, sum eg var funnin í.

Eg má siga, at eg eri Harranum takksom fyri, at Katrin hevur stuðlað mær øll hesi árini. Uttan hennara stuðul tori eg ikki at hugsað um, hvar eg hevði enda.

Í Korea vóru sera ringar tíðir tá eg var barn. Eg minnist, at tað var ikki hvønn dag vit fingu allar máltíðirnar á heiminum. Lívið á barnaheiminum var hart, har hendi mangt og hvat, sum eg ikki vil minnast, men hjálpin frá Katrin og trúgvin á Gud hjálptu mær ígjøgnum tíðina.

Umstøðurnar í Suðurkorea eru heilt annarleiðis og betur í dag. Eg arbeiði í eini toyforrætning og sum golf caddie. Eg hitti mann mín ígjøgnum arbeiði og vit blivu gift 2. februar í ár.

Eg kann ikki siga nóg ofta, hvussu takksom eg eri fyri at Katrin vildi vera sponsor mín. Hon veit ikki hvussu nógv eg havi at takka henni fyri, hon verður altíð “mamma” mín, hetta er einasta “familja” eg havi, eg eigið ongan annan.

Eg havi ilt í hjartanum av at verða koyrd burtur, sum nýføðingur, hugsa tær, at verða tveitt burtur, beint komin í heimin, á trappuna á eina politistøð. Onga mammu, ongan pápa og onga familju. Men til alla lukku Katrin, sum so ótrúliga hevur hjálpt mær ígjøgnum harða uppvøkstur mín, sigur Park Sang-Ja úr Korea at enda, nú vit sita í hugnaligu stovuni úti á Gravarbø.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð