Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Ikki við valdi og ikki við kraft, men við mínum anda, sigur Harri herliðanna

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  22.08.2019 - 21:00 Poddar Mentan Politikkur

Hóast orðini úr profetinum Zakarja 6,6b, kanska eru frá umleið fimm hundrað ár undan Jesu føðing, so kunnu tey sum profetaorð sigast at vera heilt í samsvarð við boðskap Jesusar um at broyta menniskjasinnið, men ikki við snildum og lyst, ei heldur við valdi og tvingsul.

Jesus var bersøgin, og tað kostaði honum at enda lívið. Hann smæddist, millum annað, ikki fyri at tala at, eisini inni í forgarðinum í sjálvum Guðs húsi, templinum í Jerusalem, tá hann helt at teir sum handlaðu har gjørdu sær dælt burturúr vinningi av offurdjórunum, og tí forðaðu fátøkum fólki í at taka lut í tempulguðstænastuni.

Tey sum fylgja Jesusi eftir hava soleiðis bæði rætt og skyldu til at tala at, har tey eftir sannføring,  halda at tað er neyðugt – tey kunnu rópa av fjallatindum og húsatekjum, um órættvísi, siðaloysi og lógloysi, og vóna at onkur lurtar. Tey kristnu hava sjálvandi eisini rætt til at nýta nútímans hjálpitól til at bera boðskap sín framm. Tað er neyvan at ivast í, at Jesus hevði nýtt hesi somu, um hann hevði haft atgongd til tey.

Men, tað er sera umráðandi at hava í huga, at Jesus royndi aldrin at kollvelta ta samfelagsskipanina hann livdi undir. Jesus var ikki í holt við at broyta samfelagið, men vendi sær í staðin til tey einstøku menniskjuni, við bøn um at tey skuldu taka eina støðu í sínum egna lívi. Boðskapur hansara var fyrst og fremst ein avbjóðing til einstaklingin. Tað er ONKI sum bendir á, at hann ynskti at kollvelta samfelagið og trýsta lógir og reglur omanyvir menniskjuni úr erva.  Hann arbeiddi við græsrøturnar.

Taka vit Jesus hendingina,s um eina heild, so eru hon jú eitt erkadømi um hettar. Guðdómurin opinberar seg í einum hjálparleysum pinkubarni – ikki í herfylgjum og lóggevarum. Og aðaleyðkenni hjá kristindóminum er ein deyður maður á einum krossi, eitt skemdar- og eyðmjúkutekin – ikki ein máttugur herhøvdingi við knúsandi og eirindaleysum valdi, snildum og list. Ikki við valdi og ikki við kraft, men við mínum anda, sigur Harri herliðanna!

Um vit taka inkarnatiónstankan, tað at Skaparin bleiv sjónligur í menniskjanum Jesusi, fyri at samskifta við mannaættina á einum máli hon skilur, so noyðast vit at siga, at Skaparin var sera eyðmjúkur, og at hann hvørki nýtti vald ella kraft, ei heldur verðsligar snildur.

Nú tað stundar til val eru tað fleiri valevnir, ið lova veljarum sínum at tey vilja broyta landsins lógir, soleiðis at tær aftur verða í samsvarð við tey gomlu kristnu virðini (ella moralin frá í fjør!?). Hesi valevnini hava sjálvandi fullan rætt til at siga sína hugsan í valdystinum, og at peika á tað, sum sambært teirra sannføring, ikki er í samsvarð við kristna læru.

Men, at lova at fara inna á politiska leikpallin, við teimum snildum og rossahandlum har eru galdandi, fyri at fremja sínar áskoðanir, er kortini ikki í samsvarð við anda Jesusar! Lógir broyta ikki sinnalag, hjartalag ella lívsáskoðanir. Tað er onki at ivast í, at nógvar av teimum siðabroytingunum og lógarbroytingunum, sum komu við kristindóminum, vóru stór frammstig, og mannaættini at gagni.

Samstundis hava nógvar av teimum lógunum, sum kirkjan og kristin menniskju hava kroyst niður yvir mannaættina í Jesu navni, verið tann reini djevulskapur og valdshevjan. Tað er eisini galdandi fyri mangar av teimum lógum og fyriskipanum, ið vórðu settar í gildi eftir trúbótina, her hjá okkum, við fyrimynd úr Gamla testamenti, har ein skipan, í veruleikanum, var galdandi fyri meinigmannin og ein onnur fyri tey væl bjargaðu.

Vit eiga fegnast um tey, sum hava dirvi til at tala at, eisini í Jesu navni. Vit hava brúk fyri teimum!  Men, vit eiga at varnast tey, ið ynskja at nýta politiskt vald og politiskar snildur til at fremja sín kristna vilja.

Kristinboðanin skal broyta menniskju, ikki bara lógir. Kristinboðanin skal broyta hjartalagið, ikki bara kunngerðir, tí kristindómurin eigur altíð at vera ein ekta vøra, og ikki bara lýdni av neyð og ótta.

Ikki við valdi og ikki við kraft, men við mínum anda sigur Harri herliðanna!

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara
Brandur hevði 6.000 pund
Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Geo…
Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla…
U21-sensatión: Føroyar triðbest í heimin…
Búgv í hugnaligu tjaldbygdini
KÍ - FC Suðuroy 4-0
Fíggingin komin í hús
Maður fyri borð: Væntað at maðurin er de…
Leitingin heldur fram
Árni var skarpari enn hinir
Deep Energy á Skálafjørðinum
Bronsudystur á Skúlatrøð!