Lýsing
Lýsing

§ 7c, stk. 1

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen, E  |  25.08.2019 - 18:29 Løgtingsval 2019 Politikkur

Fyri alt í duldum hekk, sungu vit í kirkjuni í morgun, og mær kom til hugs gamla orðatakið: “Skoða ikki hundin á hárinum.” Miðlaðar kykmyndir við tútbrølandi kandidatum, sum gráta um seg sjálvi ella hvønnannan, seta harðliga at høvdinum. Alt brúkt í royndini at fáa ræðið á landinum aftur, til tess at hjálpa teimum múgvandi og vælbjargaðu. Eyðnast hesin lippandi og táravætti marsjurin - tippast tárakeldurnar, - sama dagin sum valdið er fingið inn um stokkin av nýggjum. Tá køkja tey hin kyniska og ísakalda heilan í aftur yvir fullum blussi. Mangt verður í neyðini nýtt, men at síggja Anniku Olsen og Jørgen Niclasen sum siamesiskar tvíburðar, við einum og sama hjarta, tað setti at vælindunum heilt upp í hálsin, serliga táið man kennir leiklutin handan slavnu leiktjøldini.

Serliga áhugaverdur var hesin setningurin hjá Jørgen Niclasen: “Eg ynski at vera erligur teir næstu tímarnar.” Hvør skal siga?

 

Tað er almennur kunnleiki, at Bjørn Kalsø var fólkafloksmaður áðrenn sambandsmenn í Norðoyggjum sóu stóru politisku potentialmegina í honum. Var hjástaddur, táið hann yvir fjarrøðil boðaði táverandi formanni Fólkafloksins frá hesum, at hann var konverteraður. Hann gjørdist ein meginfigurur í prosessini fram til rúgvismikla orðaskiftið um fiskivinnuna í dag. 24. apríl 2007 legði hann eitt broytingaruppskot – løgtingsmál no. 120/2006 – fram á tingborð. Framløga var seinast á dagsskránni tann dagin, tá var alt á pappíri, og vit báðir Høgni Hoydal settu okkum í tingsalinum, forvitnir, at lesa, hvat ið nú var á vási. Komnir fram á § 7c kendu vit hógvarnar á fyrrverandi floksfeløgum Bjørns aftur. Har stóð orðarætt: “Hóast ásetingarnar í § 7b verður veiðiloyvi endurnýggjað, um loyvishavari framhaldandi lýkur treytirnar sambært hesi lóg og treytum...” Her var ongin ivi, tulkingin av rullandi loyvunum frá 1998 skuldi nú ritast í stein sum ævigur ognarrættur. Á veg út úr tingsalinum rendu vit okkum í Jørgen. Spurdu hvør ætlanin var við omanfyrinevnda broti, og einasta svarið vit fingu var: “Vit høvdu ikki ætlað, at tit skuldu uppdaga hetta(!)”

 

Vit fingu okkum løgfrøðiliga hjálp, sum stuðlaði undir okkara egnu tulking, og so var bara eitt eftir at gera, at leypa á “veikasta” liðið í samgongumúrinum. Javnaðarflokkin. Frá grasrótunum heilt upp í hierarkiið. Flokkurin hevði kreppufund um málið á náttartíð úti í Tinganesi, og minnist meg rætt var núverandi løgmaður ein av ráðgevunum, hóast hann ikki var tingmaður tá. Hann stuðlaði eisini okkara tulking, haðani vendi málið. Royndin hjá Fólkaflokkinum – umvegis Bjørn Kalsø - at privatisera ognarrættin til svimjandi tilfeingi hjá føroyingum - varð steðgað.

 

2. viðgerð var hin 31. mai, og tá løgdu fýra tingmenn soljóðandi broytingaruppskot fram til § 7c, stk. 1, sum var orðað soljóðandi: “Hóast ásetingarnar í § 7b kann veiðiloyvi verða endurnýggjað, um loyvishavari framhaldandi lýkur treytirnar sambært hesi lóg og treytum, ið settar eru í veiðiloyvið og fiskiloyvið. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um mannagongd og fyrisiting í sambandi við endurnýggjan av veiðiloyvi.”

 

3. viðgerð var fyri á tingfundinum hin 1. juni, og tá atkvøddu allir møttir tingmenn fyri uppskotinum uttan Kári P. Højgaard, sum atkvøddi ímóti broytingaruppskotinum til lógina um vinnuligan fiskiskap og lógini soleiðis samtykt.

 

Við hesum var nýggj støða íkomin. Politiska skipanin mátti undir at skipa viðurskiftini á nýggjan hátt, nú, táið veiðiloyvini vóru søgd upp til at fara úr gildi hin 1. januar 2018.

 

Kortini hendi púrt onki fyrrenn sitandi samgonga fekk valdið í landinum miðskeiðis í september mánaða 2015, og Tjóðveldisflokkurin fekk í uppdrag at umsita fiskivinnumál. At umskipa skipan og regluverk í landsins høvuðsvinnu er ikki hvørsmansføri, sterkur lútur skal onkuntíð til - og álopini tróta ikki. Áhugamálini eru stór og magnfull, og roknast skal eisini við at onkur bót skal gerast, og okkurt eftirspennast, samsvarandi royndunum av lógini, kortini kunnu vit fegnast um, at málið varð snarað í evstu løtu, soleiðis, at fólkið í Føroyum framvegis eigur havleiðirnar og tilfeingið, sum har svimur.

 

Meiri verður helst at frætta, nú høvuðsvinnan man fara at stinga seg upp í valstríðnum næstu dagarnar og rossatárini hjá Fólkaflokkinum fara at torna sum frálíður fram eftir vikuni.

 

Gott val.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…