Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað skeiva valið

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  28.08.2019 - 09:00 Bloggur Politikkur

Fimm og tjúgu ár eftir at pappírsleysa samfelagið bleiv kunngjørt, siga prentsmiðjurnar, at tær hava framleitt fleiri kilometrar av valplakatum, og at metið er sett í ár. Hvør av hesum plakatum verður sett á eina træplátu. Pláturnar eru av ymiskari stødd, tær flestu ein knappan kvadratmetur. Lætt er tí at rokna út, at vit í valplakatunum hava nóg mikið av byggitilfari til at kunna reducera bústaðarneyðina betýðiligt. Og hvør umhvørvisforsprákari kann siga nei til at flyta inn í eini hús av endurnýttum valplátum, har tapetið er smílandi politikarar? Hetta hugskotið verður hervið givið valevnunum púra ókeypis at føra út í lívið.

Hyggja vit so nærri at valstríðnum, so kann ongin koma og siga, at tey ikki eru vorðin klókari uppá, hvørjum flokkarnir eru ímóti. Fólkaflokkurin er ímóti uppboðssølu, ímóti menningarkvotum og ímóti skatti. Sambandsflokkurin var ímóti loysing, áðrenn nakar var fyri loysing, og er nú framvegis ímóti loysing 15 ár eftir, at nakar arbeiddi fyri loysing.  Javnaðarflokkurin er ímóti Fólkaflokkinum, Miðflokkurin er ímóti fosturtøku, ímóti Tjóðveldi, ímóti samkyndari giftu og ímóti Framsókn. Føroyaflokkurin er í Kringvarpinum og kunnger, at hann er ímóti Kringvarpinum. Og at Sjálvstýrið er ímóti sær sjálvum sæst av, at sjálvstýrismaður er farin fram á torg at mæla frá at atkvøða fyri sjálvstýrisformanninum.

Veljarar, sum eru ímóti onkrum, hava tískil eitt óvanliga breitt úrval til hetta valið.

Tey sum eru fyri onkrum, hava stórt sæð einans Framtakið fyri rættinum at velja Cannabis at velja í. Tann flokkurin er nevniliga fyri einum máli, og tann støðan er eisini komin púra bak uppá tey, sum standa fyri valsendinginum í Kringvarpinum. Ein pro-flokkur, hvat kann man spyrja hann um? Tað er tá klárt, at tað ikki ber til at spyrja hann um tað málið, hann er fyri, so KvF hevur gjørt sítt ítarsta við at spyrja Arnfinn á Birtuni um hansara hugsan um gjaldsportur í Saksun, styttri arbeiðsviku og sjálvsagt hansara straffiattest. So hiðani skal ljóða eitt herðaklapp til okkara public service-stovn fyri sítt hugflog at finna óviðkomandi evni at umrøða í valstríðnum.

Eitt lesandi valevni hjá Tjóðveldi hevur funnið sær tusjina fram og er farin út at seta hondskrivaðar plakatir hjá sær sjálvari upp við síðuna av plakatunum hjá tí mest successfulla av fólkafloksvalevnunum. Hetta fyri at gera vart við tann ógvusliga stættarmunin í samfelagnum. Tað er jú so órættvíst, so órættvíst, at ein hægstarættaradvokatur eftir meira enn 30 árs arbeiði skal hava meira pening um hendurnar enn hvat ein triðjaárslesandi á Setrinum hevur.

Tann mest litríki flokkurin til hetta valstríðið man tó vera Miðflokkurin. Flokkurin vil forbjóða rúsevni og legalisera cannabis, eins og hann vil avtaka hjúnabandslógina og lata samkynd varðveita síni rættindi. Fólk skulu harumframt hava frælsi til at velja og fáa tvungna ráðgeving. Hetta er greið tala, og púra konsistent við hansara støðu til fiskivinnunýskipanina, sum flokkurin atkvøddi fyri og ímóti. Hann er hin sami, hann møðist ikki og lúgvast ikki, órannsakandi er vísdómur hans.

Sjálvstýri er mótstykkið og so deiliga jarðbundin. Hann veit, hvat fólkið vil hava, og fer tí til val við hotdogs og sunkistum, eini hoppiborg og einum klovni (ella fleiri?). Panem et circensis, stutt og greitt. Hoppiborgir eru altíð gott agn, og í Tórshavn sóu vit beint áðrenn ólavsøkuleitið enn eina av teimum fantastisku skjóttarbeiðandi nevndunum verða niðursetta til at loysa hoppiborgaravbjóðingina á Skálatrøð. Hendan skjóttarbeiðandi nevndin er sjálvsagt ikki liðug enn.

Millum tey meira ambitiøsu finna vit Framsókn. Sjálvt navn floksins merkir jú ambitión, og í tí andanum vil flokkurin bæði avtaka allar kommunur og gera útjaðaran til eina kommunu. Og fyri at sleppa av við uppbýtið í “vit og tit”, sum flokkurin harmast almikið um, so skal hendan útjaðarakommunan ikki sleppa at umsita seg sjálva, men verða fjarstýrd av einum guvernøri í Innlendismálaráðnum í Havn, sum afturfyri at administera Det fattige Folk udi Periferien skal fáa tíggjund. Endamálið við hesum sigst vera at forkoma polariseringini millum útjaðara og miðstað.

Nú vil onkur kanska siga, at tíggjund og guvernørlíknandi fjarstýring ikki er framsøkin. Tað bleiv jú roynt við ivasomum úrslitum í Gabelstíðini. Men hesi hava bara ikki skilt tað. Í hesum døgum damlar Greta Thunberg fram við okkara oyggjum í seglbáti, júst sum okkara felags forfedrar, víkingarnir, gjørdu. Hetta er vegurin fram. Framtíðin er at vilja aftur í fortíðina. Hvør saknar ikki gomlu kroysurnar, har kropshitin frá neytunum í kjallaranum og mykjan frá somu gjørdu tað út fyri nútíðarinnar dálkandi oljufýringar? Grøna leiðin merkir at rokna framstig sum afturstig og afturstig sum framstig. Tað er tá klárt.

Greta vil á síni vitjan í USA ikki hitta Donald Trump á máli; hann er ov høgravendur. Trump skilir onki av hesum, tí hansara veðurlagspolitikkur er besti garanturin fyri, at Grønland verður grønt aftur. Í USA eru demokratarnir nevniliga bláir og republikanararnir reyðir, so Aksel V. Johannesen vil heldur enn fegin hitta Donald Trump. Men Jørgen Niclasen vil hann ikki tosa við; hann er ov høgravendur.

Og hetta valstríðið er fyrst og fremst millum høgra og vinstra. Har tey høgravendu berjast sum úlvar á skóg ímóti uppboðssølu, tí uppboðssøla er tann reina kommunisma, og  har vinstrivongurin í sínum lagi streingir líka hart á fyri at lata rættindini til tey ríkastu og harvið hægstbjóðandi. Meðan blái Sambandsflokkurin vil hava skattgoldna viðgerðartrygd til sjúklingarnar, kemur einasta mótstøðan móti hesum frá reyða Tjóðveldinum. Myndin verður gjørd fullkomin av, at Fólkaflokkurin strevast og stríðist fyri samhaldsføstum undirsjóvartunlum uttan at tað gongur nakran veg, tí uttan brúkaragjøld fer alt í knús, leggur Javnaðarflokkurin eina við.

Í Klaksvík er tað so vist sum amen í kirkjuni, at blátt er gott, meðan reytt er deytt. Soleiðis hevur tað leingi verið, og soleiðis verður sjálvandi eisini til valið. Men í Klaksvík var Pride eisini bara ein svart/hvítur bátur. Í Havn hevur Pride allar ælabogans litir, og har vilja tey reyðu føra ein grønan politikk og tey bláu hava málað seg appelsingul. Tað verður tí ein rættiliga groggy veljari, sum fer í Høllina á Hálsi at avgera alt leygarkvøldið. Og júst tað kann vísa seg at koppa øllum til frama fyri Lista K, sum bæði ynskir og vónar, at krossurin verður settur skeivt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…