Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kampurin um Føroyar

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen, E  |  28.08.2019 - 13:23 Løgtingsval 2019 Politikkur

Skal svimjandi tilfeingið vera ogn okkara alra, - ella skal fólkið, umvegis politisku skipanina, luta tilfeingið út í gávubrøvum til nøkur fá okkara? Hesum stóra spurninginum skal núverandi eigarin – Føroya fólk – taka støðu til og svara leygardagin.

Løgtingsvalið leygardagin verður avgerandi fyri, hvørja leið Føroyar fara tey næstu árini. Umframt yvirskipaðu stjórnarmálini er tilfeingismálið avgerandi. Stríðið stendur á mótinum, har greiða skal fáast á, um tilfeingið framhaldandi skal vera ogn Føroya fólks ella um ognarrætturin skal flytast frá fólkinum til nakrar fáar einstaklingar ímillum okkara.

 

Fiskimálaráðharrarnir, Erlendur Patursson og Petur Reinert, fluttu, ávikavíst í 1964 og í 1977, fiskimarkið út á 12 og 200 fjórðingar. Eftir tað átti tjóðin 275 túsund ferkilometrar av havleið og tilfeingið í sama øki. Úr hesum og úr strandalandaavtalum um ferðandi fiskastovnar, úr bilateralum semjum og frá fiskiveiði í altjóða sjógvi eiga vit rættin til at veiða á leið 7 hundrað túsund tons av ymsum fiskasløgum árliga.

 

Táið høvini vórðu stikað av, kendu strandalondini síni mørk og sínar avmarkingar. Nú ráddi um at skipa fiskiskapin samsvarandi hesum, soleiðis, at hann var til mestu nyttu hjá útgerðarfeløgum, manningum og tjóðini.

 

Gamla lógin um vinnuligan fiskiskap fekk í 2007 eitt skotbrá á 10 ár at virka í afturat, táið veiðiloyvini, sum tá vóru galdandi, vórðu søgd upp at fara úr gildi pr. 1. januar 2018. Kortini fór ongin undir at skipa eina nýggja lóg til eina nýggja tíð og ein nýggjan veruleika, fyrrenn sitandi samgonga tók við valdinum fyri fýra árum síðani.

 

Endamálið var, at ríkidømið í havinum skuldi umsitast burðardygt, sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum, og til frama fyri alla hina føroysku tjóðina. Tryggjast skuldi eisini, at alt tilfeingið framhaldandi varð ómissandi ogn Føroya fólks, tryggjast skuldu javnbjóðis kappingarmøguleikar hjá fólki kring landið og hartil skuldi skipast soleiðis fyri, at størst møguligt og varandi avkast varð til vinnu, manningar og samfelagið alt.

 

Meginsúlurnar í løgtingslógini um fyrisiting av sjófeingi eru:

 

·      Ogn Føroya fólks

·      Stovnsrøkt og burðardygg veiða

·      Virðisøking og virksemi í Føroyum

·      Atgongd at fiska og at bjóða seg framat

 

Samsvarandi rakstrargongdini í flotanum hevur nýggja skipanin hepnast í stóran mun. Karmarnir eru tryggir, hóast okkurt frameftir fer at verða broytt í mun til royndirnar í vinnuni, soleiðis, at sum mest fæst burturúr tilfeinginum stútt og støðugt. Royndin at liberalisera og at demokratisera høvuðsvinnuna var neyðug, og hóast lýtir, ið fara at vera bøtt, er lógarkarmurin ein tryggur karmur um fiskivinnuna.

 

Nú løgtingsval verður, standa politisku flokkarnir steyrrættir upp ímóti hvørøðrum. Politisku flokkarnir, sum hava skipað nýggju lógina halda fast um, at fólkið í landinum eigur svimjandi tilfeingið, meðan Fólkaflokkurin t.d. ætlar at flyta ognarrættin frá fólkinum til nøkur fá ímillum okkara, - sum ognarlut til ævigar tíðir. Ætla eina nýggja vinnulig feudalskipan. Seinra støðan er ikki so sjónlig í almenna rúminum í løtuni, tilvitað, nú roynt verður at flyta fokus við alskyns kynstrum, eisini gráti og tannagrísli, men søgan frá 1998 og 2007 og retorikkurin í hesum valskeiðnum staðfestir, at politiska ætlanin er at avreiða fólksins ognir einaferð fyri allar.

 

Valið er harvið sára einfalt. Er ætlanin, at vit øll eiga tilfeingið, ella skal ein nýggj stjórn sleppa framat valdinum, fyri at geva ognir okkara út sum gávubrøv til nakrar fáar einstaklingar?

 

Tað er spurningurin, - ið tú og eg skulu svara við einum krossi leygardagin í vikuni.

 

Í svarinum verður Kampurin um Føroyar avgjørdur.

 

Gott val.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Deyður, deyðari ella deyðast?
Skemtiligi strandfara­maðu­rin klárur at k…
Torrablaðið í gerð
Nógvur útróður um vikuskifti
Bakkafrost: Framgongd í fjórða ársfjórði…
Kunning á Kambsdali mikukvøldið
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk