Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgtingsins Umboðsmaður: Eg havi ikki orku til at kanna útlutingina av menningarkvotunum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  29.08.2019 - 10:14 Politikkur Tíðindi

Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins umboðsmaður sigur at hon hevur ikki pengar og folk til at átaka sær at gera tær kanningar og metingar sum skullu gerast um hon skal viðgera handfaringina av umsóknum um menningarkvotur og útlutingina, sum Fiskimálaráðið hevur staðið fyri.

Eftir drúgva viðgerð í fjølmiðlanevndini kom nevndin til tað niðurstøðu at tað var í lagi tá Norðlysið brúkti yvirskriftina “Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevði onga lógarheimild at geva undantaksloyvi”.

Eftir at niðurstøðan fyrilág og eftir at hava tikið sær góðar stundir at umhugsað støðuna, bleiv niðanfyristandandi kæra send Løgtingsins Umboðsmanni.

Í morgun sigur Løgtingsins Umboðsmaður, at málið má bíða tí stovnurin hevur ikki orku til at viðgera málið í løtuni.

- Um talan var um eina kæru sum var avmarka til eitt ella tvey konkret mál, so høvdu vit tikið málið til viðgerar, men av tí at kæran snýr seg um øll loyvi, sum vóru latin sum menningarkvota í 2018 havi eg ikki møguleikar at taka málið upp í løtuni.

- Um vit fóru í holt við viðgerina hevði tað merkt at vit vóru noydd at steðga viðgerini av øllum øðrum málum og tað haldi eg ikki verða rætt, sigur Sólja úi Ólavsstovu.

---

 

Til løgtingsins umboðsmann 

Í samband við viðgerð í Norðlýsinum av útlutingini av menningarkvotunum fyri 2018 og 2019 har uppisjóvartilfeingið, sum er regulera av løgtingslóg “Lóg um umsiting av sjófeingi” og heimildum, sum landsstýrismaðurin sjálvur hevur lýst í kunngerðum og sett í gildið, havi eg staðfest at landstýriðsmaðurin saman við umsitingini í fiskimálaráðnum tekur stórar og týðandi avgerðir, sum neyvan eru í trá við lóg um fyrisiting av sjófeingi, ella treytir og kunngerðir sum lýstar eru í samband við útbjóðingina.

 

Í einhvørjum framkomnum rættarsamfelag eiga borgarar sjálvsagt at hava krav uppa eins viðger í almennu umsitingini.

 

Umsitingarligu avgerðirnar sum tiknar eru í samband við menningarkvoturnar fara at verða fyridømi fyri hvussu víðgongt landstýrismenn og embætisverk í framtíðini kunnu loyva sær at tulka tær heimmilldir sum eru í nýggju fiskivinnulóggavuni.

 

Avdúkingar, í sera avmarkaða skjalatilfarinum sum fiskimálaráði hevur loyvt mær innlit í, vísa at ráðið og landstýrismaðurin hava verið fult vitandi um, at teir persónar, virki og skip, sum fingu menningarkvotur, ikki vóru før fyri at liva upp til treytirnar sum vóru lýstar í almennu útbjóðingini, í lógini ella í lýstum kunngerðum. Álíkavæl fingu tey tilluta menningarkvotur, og við ársenda 2018 varð tí staðfest at umleið 90% av samlaga menningartilfeinginum bleiv ikki fiska og sum skilst eru stórir partar av útlutaða tilfeinginum ikki fiskað enn. 

 

Tað er somuleiðis lítil ivi um at metingarnevndin, sum landstýrissmaðurin sjálvur valdi til at tilmæla, var vitandi um at aktøtar sum fingu menningarkvotur, ikki megnaðu at liva upp til tað sum var upplýst í lýstu treytunum.

Fiskimálaráðið og landsstýrismurin hava veruleikanum brúkt fyrisitingarligar heimildir sum Høgni Hoydal hevur sum landsstýrismaður, at fíggja/stuðla virksemið hjá ávísum aktørum við at játta aktøri tilfeingi sum teir ikki kundu virka innan góðkendu verkætlanina og góðu undantaksloyvi til at landa menningartilfeingi uttanfyri menningarøki.

 

Nú skjótt tvey ár eru liðin síðan aktørarnir fingu kvotu teir ikki kundu virka hava teir framvegis undantaksloyvi sum er galddndi fram til ársenda 2019, tá ætlanin er at endurnýggja undantaksloyvini.

 

AT Menningakvoturnar vóru tiknar aftur frá summum meðan ein aktørur fekk undantaksloyvi var eitt val, sum sera trupult er at skilja, serliga tá hugsa verður um at tað vóru umsøkjarar, sum als ikki fingu lut í menningarkvotunum hóast metingarnevndin, fiskimálaráðið og landstýrismaðurin fullvæl visti at hesi uppfyltu treytirnar í lógini. 

 

Hetta málið hevur so stóran týdning fyri rættarkensluna hjá føroya fólki og fyri hvussu almenna landsumsitingin í framtíðini kemur at umsita ogn Føroya fólks, at undirritaði er komin til tað niðurstøðu at tað er mín skylda at heita á løgtingsins umboðsmann um at taka málið upp til viðgerar. 

 

Klaksvík tann 25. juli 2019 

John William Joensen 

Prentari 

LES MEIRA HER

https://nordlysid.fo/tidindi/60765/fjolmidlakaerunevndin-frikennir-nordlysid-i-samband-vid-kaeru-fra-hogna-hoydal-og-fiskimalaradnum

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Laila & Malan á Summar Festivalin
U21: Føroyar í HM hálvfinaluni
Nú verður dagstovnur bygdur – vit vilja…
45 norð­urlendskir biskupar á vitjan í Kl…
KÍ stendur spyrjandi
Julian rann 5 km við tíðini 14:52
Visit Faroe Islands punktum fo
- Tit súkkla fyri teimum, sum framvegis…
Ókeypis Voxbotn Nósaland verður ársins s…
Starvs­fólka­bygningu­rin á Klaksvíkar Sjúk…
Yvirskotið til Bláu Bylgju
Rynkurnar farnar úr Klaksvík
Snallabjalla inn í KÍ høllina
Bernharður Wilkinson takkar fyri seg sum…
Reydligur sjógvur kring oyggjarnar
Felagið fyri kirkju­ráð­slimir fingið búme…
Borgar­stjó­rin svarar spurningum
Eyðstein: Gongur strúkandi at fyrireika…
TSK: Lærari til Timburdeildina
Prógvhandan á Tøknibreyt­ini