Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: framsokn.fo

Havnarflokkurin Framsókn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.08.2019 - 17:48 Leiðarin Mentan Politikkur

Samstundis sum Framsókn letur Róald Jákupsson fara í miðlarnar og harmast um uppbýtið í “Vit og tit”, í “okkum og tykkum”, trumlar Poul Michelsen við síni vanligu elefanta-elegansu út við eini grein sum sigur, at løgtingsvalið, ja, tað eiga tey í høvuðsstaðnum.

Tað er rætt, at høvuðsstaðurin er blivin so mikið stórur, at hann í dag við forstaðum telur 42% av Føroyum. Men tað er ikki nakar meiriluti. Og sjálvt um tað var, so átti man ikki nakað val fyri tað. Minnilutar hava framvegis rættindi, hóast gamaní færri rættindi enn meirilutin.

Tað eru ófrættakendir tónar, sum Framsókn ber fram á torg. Okkurt valevni vil avtaka allar kommunurnar og leggja útjaðaran undir umsiting av Innlendismálaráðnum. Føroyar eru ikki eitt land, tað er ein býur. Og heldur enn at avsanna tað sum tað ørvitistosið, tað er, so stemmar formaðurin í og sigur høvuðsstaðin eiga alt valið. Ja, tað fer at verða úrslitið í høvuðsstaðnum, sum fer at avgera mest leygarkvøldið. Men avgjørt ikki alt einsamalt. Langt frá tí.

Hinvegin fer høvuðsstaðurin uttan iva einsamallur at avgera lagnuna hjá Framsókn, tí við hetta lag styggir flokkurin so gott sum øll tey, sum ivaðust í, um nú Framsókn hevði ambitiónir um at gerast ein landsdekkandi flokkur ella grava seg niður í leiklutin sum ein lokalpatriotiskur havnarflokkur fyri postnummar 100 burturav. Framsókn slær nú fast við tólvtummaseymi, at hann er hetta seinna og ikki vil vera nakað annað og meira.

Tað er so ein erlig søk, og so má man vóna fyri Framsókn’sa skyld, at Havnin einsamøll gevur flokkinum nokk av atkvøðum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…
Breið undirtøka fyri evstu embætunum og…
Sýning av heimildarfilmi­num BIRITU og ve…
Veðrið til á middegi í morgin
Fyrsti tingfundur hesa valsetuna
Hvørja vinnuliga framtíð ynskja vit í No…
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni
Løgmaður: - Barna­frádráttu­rin verður hæk…
Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Verða Magn og Effo non-profit ella fái e…
Minni Bakkafrost, meira Føroyar!
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi m…
- Sjálvandi skulu vit fara undir oljulei…
Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…