Lýsing
Lýsing
Lýsing
Avgerðin hjá Aksel V. Johannesen at koyra Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum fer óivað at senda Aksel út í politiska myrkri komandi fýra árini | Mynd: Oliver Joensen

Kristin feldi og bjargaði Skorheim

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.09.2019 - 12:27 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Borgarstjórin á Tvøroyri stillaði upp fyri Sjálvstýri við eittans endamáli: At fella sitandi løgmann, Aksel V. Johannesen. Tað eydnaðist.

298 atkvøður, harav 198 á javnaðarháborgini á Tvøroyri. Tað var persónliga úrslitið hjá nýggja sjálsvstýrismanninum í Froðba. Tað vóru knapt 70 fleiri enn Jógvan Skorheim og tí er Kristin Michelsen einsamalla umboðið hjá Sjálvstýri á Tingi.

Uttan atkvøðurnar frá suðuroyartingmanninum hevði flokkurin hjá Jógvani Skorheim fallið. Tinggáttin er 3,03 prosent og við 3,4 prosentum fekk flokkurin akkurát nokk til eitt umboð.

Floksformaðurin situr tí í dag við einari tvíbýttari kenslu í mun til avgerðina, at loyva Kristin Michelsen á lista hjá Sjálvstýri. Kristin feldi gamaní Skorheim, men bjargaði flokkinum umboð á Føroya Løgtingi. Og tá samanum kemur, so er tað tað týdningarmesta.

 

Kristin vá á løgmanni

Fyri Kristin kundi støðan neyvan verið hugaligari. Hann slapp á ting, men tók samstundis nógvar atkvøður frá fyrrverandi flokki sínum. So nógvar, at Javnaðarflokkurin ikki longur kann mynstra 8 tinglinir, men bara 7. Fekk Aksel 8. tingmannin, so hevði hann helst skipað samgongu saman við teimum 7 úr Sambandsflokkinum og so Framsókn.

Nærliggjandi er at hugsa, at hesir tríggir flokkarnir í stóran mun høvdu bygt víðari á politikkin, sum er førdur seinastu 4 árini og neyvan høvdu stórvegis broytingar verið gjørdar í fiskivinnupolitikkinum. Tað hevði ikki hóvað norðoyingum ella Jógvani Skorheim.

 

Skorheim og borgarliga samgongan

Men avgerðin hjá borgarstjóranum í Klaksvík at seta borgarstjóran á Tvøroyri á sjálvstýrislistan fer eftir øllum sólarmerkjum at merkja, at vit nú fáa eina borgarliga samgongu við borgaligum politikki. Og tað er ikki ósannlíkt, at Sjálvstýri fær telvað seg inn í borgarliga samstarvið og harvið fær ein landsstýrismann.

Kanska í Umhvørvismálum, sum hevur verið eitt av tveimum høvuðsvalevnum hjá floksformanninum alt valstríðið. Skorheim man vera besta boðið at gerast landsstýrismaður og eydnast tað, so er sera væl telvað.

Øgiliga úrslitið hjá Kristin á Tvøroyri eigur at geva honum blóð uppá tonna til kommunuvalið. Líkindi er fyri, at vit tí fara at síggja ein nýggjan lista - sjálvstýrislista - til kommunuvalið á Tvøroyri í november 2020 og hevur sitandi borgarstjórin góðan møguleika at varðveita valdið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mariuhønan, Ronja og Elmar
Fíggjar­mála­ráðið fyrireikar kæru
Ríkisfundur í morgin: Føroyar stuðla Grø…
Hvussu er lítla barnið stilla í politisk…
Øll við – nýggj verkætlan hjá Parasport…
Hetta er álopsleikarin
Faxe Kondi: Stjørnan – EB í kvøld kl. 18
Nógvur útróður seinastu dagarnar
Arnbjørn vitjar Norðlýsið
Sylvia Thomsen forkvinna í Norðoya Sjálv…
KÍ nærkast nýggjum álopsleikara
Ein heilsan fra felagsskapi­num Mirjam
Hann fekk einans fýra ár! - áðrenn renni…
Reyða Krossur opið hús á Dávavirkinum
Hugnaløtur­nar byrja aftur
Byggibúning við Høganesvegin
U18 flogbóltsgentur­nar vunnu fyrsta dyst…
Vit eiga at rætta teir feilir vit gera,…
Heilsan frá Løgtingi­num til Inatsisartut
Skýlisklettur inni við 6.300 pundum