Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

Odmar Færø gleðir seg at flyta til Klaksvíkar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.09.2019 - 21:53 Ítrottur Tíðindi

Nýggi KÍ-leikarin greiðir frá, hví hann hevur valt at gera langtíðarsáttmála við KÍ.

Í kvøld bórust tíðindini, fyri mong óvæntað, at 29 ára gamli føroyski landsliðsleikarin Odmar Færø hevur gjørt ein trý.ára sáttmála við KÍ, galdandi frá kappingarárinum 2020. Norðlýsið hitti hann í Klaksvík stutt eftir, at sáttmálin var undirskrivaður.

 

Bara gott at bera B36

Odmar Færø hevur altíð spælt í B36, tá hann hevur spælt í Føroyum. Hann kom til Føroyar sum 17 ára gamal eftir at hava verið uppvaksin í Aberdeen. Hann leggur dent á, at hetta hevur einki við B36 at gera, at hann nú velur eitt annað felag at umboða í Føroyum.

- Eg havi einki ringt at bera B36 og havi bara gott at bera felagnum og øllum fólkum kring felagið. Eg fari altíð at elska B36 og hava tað í mínum hjarta. Eg hevði nøkur framúr góð ár í felagnum og kláraði at uppnáa nærum alt, sum ein kann uppnáa í Føroyum. Eg vann tríggjar ferðir FM og sum liðskipari vunnu vit í B36 løgmanssteypið í fjør og komu søguliga langt í Europa, sigur Odmar Færø við Norðlýsið.

 


Tí valdi hann KÍ

- Eg havi sáttmála árið út við HamKam og spæli har, til kappingarárið er liðugt í november og flyti so til Klaksvíkar. Eg eri skaddur í løtuni, men vónandi verið eg klárur til landsdystirnar í oktober. Í HamKam hevur tað gingið væl persónliga, men hjá liðnum hevur tað ikki kanska gingið so gott, sum vit høvdu ætlað.

- Tað eru nógvar orsøkir til, at eg skifti til KÍ. Eg gjørdi upp við meg sjálvan at fara uttanlands at royna meg sum yrkisleikara. Stutt eftir at eg fór, so bleiv konan við barn. Eftir at hava viðgjørt støðuna við konuna nakrar ferðir blivu vit samd um, at tað var best at koma heim aftur. So setti KÍ seg í samband við meg sum einasta felag, ið tosaði við meg. KÍ gav mær eitt øgiliga gott tilboð við góðum møguleika at flyta til Klaksvíkar og arbeiða her. So vit viðgjørdu tað og hildu hetta vera ein fantastiskur møguleiki. So var tað eisini tað, at eg hevði eitt framúr ár í B36, tá eg gavst við nógvum góðum minnum og upplivingum. Eg føldi, at eg hevði rokkið nærum øllum sum eg kundi røkka í B36. Eg helt, at eg hevði brúk fyri at royna okkurt nýtt í Føroyum og vita, um eg klári at røkka onkrum av tí sama í einum øðrum felagi. Eg havi bara hoyrt gott um Klaksvík og KÍ. Og so havi eg eisini nógva familju her. Konan er eisini sera spent uppá at flyta til Klaksvíkar, so tað verður spennandi. Og so havi eg arbeitt saman við Mikkjal K. Thomassen fyrr og tað samstarvið riggaði sera væl, sigur Odmar Færø við Norðlýsið.

Sáttmálin millum Odmar og KÍ er galdandi fyri 2020, 2021 og 2022.

Seinastu tíðindini
Borg: Í gjár fekk Monika handað prógv su…
Rúsan skal finna nýggj hølir
Norskur framrættaður leikari komin í hóp…
10'arin er funnin
Luitjen A. Apol vann Kjølur Open 2026
Onki vatn á eystur­síðuni í Klaksvík
Sigrun og Eyðbjørn vitja Norðlýsið
Ítróttafagnaður: Jórun & Jórun í uppskot…
Verður fosturtøku­lógin longu víðkað?
Ítróttafagnaður: Sámal Jákup í uppskoti…
Vinnulívspakkar til Ítróttafagnaðin
Atgongumerk­ini ganga undan til Norðfesti…
KÍ hevur ársaðalfund í kvøld
Ein ordans ítróttarveitsla í Varpinum le…
Tilnevn­ingar ÍtróttaELDSÁLIN 2025
Kalsoyingar stúra
Evnaríkur unglingur tekur arvin
Blákollan 25 ár
Júst 13 ár síðan rennisjógvur var í Klak…
Hesir vóru til lands í Íslandi um ár 190…