Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Heri Joensen/FSF.fo

Bara Føroyar sum spældu uttan fullan hóp

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.09.2019 - 16:27 Ítrottur Tíðindi

Av teimum 18 liðunum, sum spældu EM-undankappingardyst í gjár, so var bara eitt lið, ið ikki hevði fullan hóp.

Tilsamans kunnu 23 leikarar vera skrásettir til ein landsdyst, tá vit elja útskiftarar við. Til EM-undankappingina er tað eisini so, at hesir 23 leikararnir fáa landsliðspengar fyri hvønn dyst (vanliga áleið 30.000 kr. pr. dyst) og tað ger kjakið kanska eyka áhugavert í føroyskum eygum.

 

Av teimum 18 liðunum sum spældu í gjár, so høvdu 17 lið fullan hóp, t.v.s. 23 leikarar. Bara Føroyar høvdu ikki fullan hóp. 21 leikarar vóru skrásettir fyri Føroyar. 22 leikarar blivu upprunaliga úttiknir, meðan Gilli R. Sørensen mátti melda avboð á dystardegnum.

Til dystin í Spania vera í mesta lagi 20 leikarar í dystarhópinum hjá Føroyum eftir, at tað fyrr í dag gjørdist greitt, at Hørður Askham ikki kann spæla vegna skaða, og at eingin verður úttikin fyri hann.

 


Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur ofta spælt uttan at brúk øll plássini. Hann hevur grundgivið fyri, at vegurin til liðið hjá ‘’uttastu’’ leikarunum er langur, og at støðið á venjingunum kann vera hægri við færri leikarum. Eisini hevur verið víst á frá FSF, at hóast feløgini fáa landsliðspengar fyri hvønn leikara, so eru eisini stórar útreiðslur av hvørjum leikara og tí kunnu leikarar ikki takast út bara fyri at fáa pengarnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
21 vilja verða stjóri á KG
KÍ hevði fyrstu venjing í kvøld
At verja Føroyar móti islamismuni er ein…
Nýggi ungdóms­venja­rin hjá B68 komin
Pól Thorsteinsson nýggjur hjálparvenjari…
Skoyta til kl. 20 í kvøld
Danir vaknaðir við kaldan dreym
Møguliga fleiri innrásir í væntu
Móttøka fyri nýggja stjóranum í Heilsust…
Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava f…
Tøk grund­stykkir
Hækkaði pensjónsaldu­rin dekkar ikki lækk…
Open Call: Filmsinnlating Geytin 2026
Ruben Amorin uppsagdur
Tað seinasta, samgongan hevði brúk fyri
Jenis spyr um fremmand trúarsúmbol í Før…
2026 – Avgerandi fyri framtíðina
Havnarmenn flongdu klaksvíkingar
Ognarskattur er ein eyka byrða á vanliga…
Sigur til H71 á Stjørnuni