Lýsing
Lýsing
Lýsing

Óli Breckmann við fittastu bók um Føroya søgu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.09.2019 - 15:29 Tíðindaskriv

Kunnleiki um fortíðina er besti førningur inn í framtíðina, segði ein vísmaður.

Søguleyst fólk er sum rótleys planta, sum skip uttan kumpass og kós.

Nýggja bókin, “Latið ei søguna doyggja” lýsir, hvussu føroyingar farnu 2-3 øldirnar hava baksað seg úr myrkri, mykju og mógvi, úr tara, tøðum og tvag, úr kulda, vætu og sjúku til nútíðar vælferð, ljós og hita, nú vit eru frísk, rein, turr og mett hvønn dag.

Føroyar eru eindømi um lítið oyggjaland á okkara breiddarstigi, sum hevur tikið seg fram frá miðøld til nútíð, so búskapur, fólkatal, miðal livialdur og livistøði eru ment fleirfalt upp á hædd við heimsins fremstu lond.

Føroyingar hava í stríðum andróðri tryggjað okkara mál, mentan, samleika og politiska sjálvræði, nú á gáttini til sjálvbjargnan búskap og sjálvstøðuga tjóð.

Føroyar eru søguligt eindømi og eitt Guðs undurverk.

Henda bókin lýsir partar av tilgongdini, og hvussu vit livdu og doyðu.

Bókin “Latið ei søguna doyggja” eftir Óla Breckmann er 320 lætt lisnar og væl skipaðar blaðsíður, við 150 opnum (‘kapitlum’), stuttum tekstum og nógvum søguligum myndum. Hon kostar bert kr. 230,- í bókabúðum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…