Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað sær ikki tespiligt út í morgun | Mynd: Jákup Pauli Ziskason

Leigari á Biskupstorgi: Her lekur av H....... til

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.09.2019 - 09:09 Kykmynd Myndarøð Tíðindi

Vatnið dryppar undan loftinum í einum av íbúðunum á Biskupstorgi í Klaksvík. Vit hava gjørt vart við hetta fyrr, men einki hendir, sigur Jákup Pauli Ziskason

Biskupstorg er nýggj íbúðareind í miðbýnum í Klaksvík, sum Bústaðir hevur latið byggja. Í illveðrinum og øllum regninum í nátt er farið at leka í einari av íbúðunum. 

Jákup Pauli Ziskason og unnustan Helena Jacobsen eru nýligani flutt inn í eina av hesum nýggju íbúðunum við teirra barni. Tey eru alt annað enn nøgd við støðuna. 

- Hesuferð er tað undan loftinum, men tað hevur likið ígjøgnum hurðina fyrr, sigur Jákup Pauli.

- Eg boðaði Bústaðir frá einum lítlum leka fyri umleið 4 mánaðum síðani, og har er einki hent enn við tí, sigur Jákup Pauli Ziskason. 

Niðanfyri er filmur, sum er tikin upp í nátt. 

 

 

Norðlýsið veit ikki enn um leki er staðfestur í øðrum íbúðum á Biskupstorgi. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast