Lýsing
Lýsing
Lýsing

Glottar at hóma viðvíkjandi atkomu fyri fólk, ið hava niðursetta hoyrn

SKRIVAÐ: Nevndin í Hoyr  |  16.09.2019 - 23:45 Politikkur Tíðindaskriv

Nú samgonguskjalið er almannakunngjørt, síggja vit, at ætlanin er at teknmálstulking og føroyskur tekstur í sjónvarpinum skal styrkjast.

Hetta er sjálvandi gleðiligt, og eru vit nógv, ið hava bíða við spenningi eftir at síggja, hvat kom at standa í samgonguskjalinum, viðvíkjandi støðuni hjá fólki, ið hava niðursetta hoyrn.

Sum vit áður hava víst á, eru tað rættiliga nógv fólk í Føroyum, ið hava trupulleikar við hoyrnini. Sambært hoerelsen.dk, hevur 6 hvør íbúgvi truppulleikar, og svarar hetta til umleið 8.000 føroyingar.

Ikki kann sigast annað enn, at hesin stóri bólkur hevur verið sera tolin. Vit í Hoyr harmast tó almikið um , at øll hesi fólk eru útihýst frá vanliga tíðindaflutninginum í sjónvarpinum.

Hoyr hevur aftur og aftur víst á støðuna, og tá ST nevndin í 2014 setti krav um, at Føroya Landsstýrið skuldi tryggja teimum, ið hava ringa hoyrn, atgongd til allar sendingar í Kringvarpi Føroya, fingu vit vón um, at nakað fór at henda.

Nú 5 ár seinni, kunnu tey, ið hava niðursetta hoyrn framvegis ikki fylgja við tí, ið hendur í samfelagnum. Nakrir glottar eru tó við at nakrar dokumentarsendingar eru tekstaðar, og valsendingarnar vóru sendar við teksti dagin eftir tær høvdu verið í sjónvarpinum.Tað sum vit vóna nú er, at vit sleppa at síggja tíðindasendingar og allar sendingar, ið verða sendar í sjónvarpinum við teksti beinanvegin.

Nýggjar tíðir:  Nú komandi samgonga boðar frá, at man ynskir eitt samfelag í serflokki, eru hetta nýggir tankar, og síggja vit fram ímóti eini tíð, har arbeitt verður miðvíst fram ímóti, at øll, eisini vit 8.000 føroyingar, ið hava niðursetta hoyrn, fáa atgongd til allar sendingar í sjónvarpinum.

Vit vóna, og gleða okkum til nýggja samgongan byrjar uppá at styrkja føroyskan tekst í sjónvarpinum, og ynskja vit at bjóða okkum fram, sum samstarvsfelagar, í hesum týdningarmikla arbeiði.

 

 

Nevndin í Hoyr

Lýsing
Seinastu tíðindini
Terji Mørk skrivað undir við Stjørnuna
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Bakkafrost: Virðisflutningu­rin úr útjaða…
SEV skal ongantíð privatiserast
Silvarenning 2026
Tjóðleik­húsið lagt á ís
Veðrið í dag
Aftursvar til Karl
Fara beinanvegin at lækka oljuprísirnar
Myndarøð: Lands­stýrið tilnevnt í Tingane…
Team Klaksvík hevði hugnaløtu
Leigustuðulin liggur fyrst fyri
Nógvar endur­skoða­nir í væntu innan útbúg…
Steffan Klein Poulsen nýggjur formaður í…
Visit Faroe Islands kann taka tað róligt
Lágt-hangandi fruktir­nar fyrst
Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldu…
Týdningu­rin av fakfeløgum viðurkendur
RSP taka yvir Tórsfest 2026
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…