Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður: Alt landið skal mennast við fiskivinnuni sum týðandi hornasteini

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  18.09.2019 - 12:53 Politikkur Tíðindi

Føroya Løgmaður er sera væl nøgdur við málsøkjabíti hjá nýggju samgonguni og hann er sannførdur um at fiskivinnupolitikkurin fer at skapa menning kring alt landið og sigur at samgongan ætlar at leggja seg eftir at staðseta nýggjar almennar stovnar kring landið.

Týsmorgunin fingu vit fatur á Bárður Nilsen, sum var á veg til arbeiðis í Tinganesi. Vit spurdu hann um málsøkjabýti, økismenning og fiskivinnupoltikkin hjá nýggju samgonguni millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin.

- Um man hyggur eftir søguliga bítinum millum samgonguflokkarnar, so haldi eg ikki at vit hava lati meira enn neyðugt. Hyggja vit eftir úrslitinum av løgtingsvalinum mugu vit staðfesta at vit gjørdust ikki stórsti flokkur. Men hóast hetta hava vit fingið løgmann og løgmaður situr við ovastu leiðsluni og kann til einhvørja tíð taka málsøki frá landsstýrisfólkunum, tá hann metur tað verða neyðugt.

 

Fiskivinnupolitikkurin

Undanfarna samgonga lat meginpartin av fiskatilfeinginum til aktørar við søguligum rættindum.  15 % av uppisjóvartilfeinginum varð selt á  uppboðsølu og harafturat var ein lítil partur av tilfeinginum latin til menningarkvotur og aðrar royndir men nú verða øll hesi stuttíðarloyvir brúkt til nýmenning og seld sum langtíðarloyvir, sigur løgmaður.

- Í samgonguskjalinum hjá okkum stendur at Fiskiveiðuskipanin skal byggja á eina loyvisskipan við 10 ára uppsagnartíð…..

….Tilfeingisgjaldið verður eitt yvirskotsgrundað gjald, sum tekur hædd fyri rentu-, olju- og fiskaprísi, soleiðis at inntøkur landsins út frá verandi fortreytum verður umleið á sama støði sum í 2018…..

-  Tað verður ein sera einkul skipan við einum yvirskots grundaðum gjaldi og ikki bygd á ein sera torskildan frymil, sum undanfarna samgonga ætlaði at gjøgnumføra. Tilfeingisjaldið verður roknað út frá fiskaprísi, oljuprísi, og galdani marknaðar rentu.

- Vit kallað tað eitt yvirskotsgrundað gjald, men tað merkir ikki at yvirskoti verður mett út frá roknskapum, sum hvørt einstakt reiðarríð leggur fram, men eitt yvirskot, sum almenni myndugleikin roknar seg fram til fyri hvørt fiskaslag. Soleiðis fara allir aktørarnir at rinda sama kilogjald til landskassan og tilfeingisgjaldi verður regulera hvønn ársfjóðring.

- Orsøkin til at tilfeingisgjaldið verður roknað út á hendan hátt er at tað skal loysa seg at verða effektivur og rationellur. Tað skal loysa seg at  brúka minst olju, at fáa forhandla seg fram til lægstu rentuna og fáa sum mest burtur úr hvørjum kilo, sum fiskað verður.

 - Tað merkir samstundis at tú ikki verður straffaður um tú fært betri prís fyri fiskin enn ein annar, men at tann sum er dugnaligast fær bestu úrtøkuna.

 

Alt landið skal takast við

Bárður Nielsen, segði á tíðindafundi í Løgtinginum tá samgonguskjalið varð undirskrivað, at samgongan fór at leggja stóran dent á at ymisku økini í landinum vóru tikin við tá avgerðir skullu takast og nú hann hevur tikið við løgmanssessinum leggur hann stóran dent á hetta.

- Vit fara at leggja stóran dent á at nýggir almennir stovnar í mest møguligan mun verða lagdir úti um landið. Tað hevur stóran týdning fyri lokalbúskapin og trivnaðin í lokaløkjunum at fáa almenn arbeiðspláss, sum ikki verða burtur tá fiskarríðið ella fiskaprísirnir svíkja. Vit fara eisini at gera eina skipan so tað skal gerast lættari at fíggja sethús og íbúðarbygging kring alt landið. Eisini fara vit at leggja eina ætlan um hvussu undirstøðikervi, vegir, brúgvar og tunnlar skullu útbyggjast kring landið. Hetta fer at gera tað lættari og meira innbjóðandi at seta búgv kring landi samstundis sum vinnan kring landið far betri kor at virka undir og verður meira kappingarfør, sigur Bárður Nilsen, Løgmaður.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag