Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jeppe Kofod: Ein føroysk sendistova í Jerusalem reisur týðandi politisk ivamál

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  18.09.2019 - 15:53 Politikkur Tíðindi

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, sigur í viðmerking, at um nýggja føroyska landstýrið ynskir at fáa ein sendimann til Ísrael, so er hann opin fyri hesum. Men um ætlanin er at sendimaðurin skal hava umboðsstovu í Jerusalem verður hann noyddur at tosa nærri við sín nýggja føroyska starvsfelaga, tí tað reisur aðrar viðkomandi uttanríkispolitiskar spurningar.

Í samgonguskjalinum stendur skrivað at Føroyar skulu lata upp sendistovu í Ísrael.

Tá samgonguskjalið varð undirskrivað á tíðindafundi í Løgtinginum, segði Jenis av Rana at føroysk sendistova skal latast upp í Ísrael og formaðurin í Miðflokkinum, sum nú er landsstýrismaður í uttanríkismálum, legði dent á at sendistovan skuldi sjálvandi verða í Jerusalem.

Tá hann varð spurdur um danska stjórnin, sum sambært heimastýrislógini umsitur uttanríkismál, fór at góðtaka hetta, var Jenis ivaleysur um at danir fóru ikki at hava nakað ímóti hesum.

Fyri løtu síðan fekk Norðlýsið fatur á danska uttanríkisráðharranum, Jeppe Kofod, og hann tyktis ikki at verða heilt álviligur við tosið um eina føroyska sendistovu í Jerusalem:

“Hvis de færøske myndigheder henvender sig til os med et ønske om at udsende en repræsentant til Israel, så taler vi selvfølgelig om det. Men jeg bliver også nødt til at sige, at med hensyn til placering i Jerusalem, vil det naturligvis være mere end blot et spørgsmål om geografisk placering. En placering i Jerusalem rejser bl.a. væsentlige udenrigspolitiske spørgsmål, som jeg i givet fald vil drøfte med min nye færøske kollega.”

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgtingið sett fiski­veiðiavtaluna frá 19…
Klaksvík­ingur til Skála
- Óalmindiliga gott at vaksa upp á Stong…
Solo Deo Gloria veitir jólahjálp í Norðo…
Málið um fría fosturtøku samtykt
Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ei…
Ruðuleiki uttan valdømi
Myndarøð: Kavamyndir frá 2008 í Klaksvík
KS: Listalig gáva frá Ellinor Mercedis
Veðrið í Stóru Dímun
Føroya Politi og Ákæruvaldið verða uppra…
Klakkur inni við 175 tonsum
Klaksvíkar bókasavn í desember
Hans Jákup og Hanus vitja Norðlýsið
Jóannes Bjartalíð: Ongin skomm at biðja…
Ókend Klaksvíkarsøga jarðað í gamla kirk…
Vita og gita merkja ikki tað sama, Lilja…
Læt okkum skriva eina lóg sum passar til…
Mjølnir vann tvær ferðir 3-0 á Fleyr í f…
HANDAN DEYÐANS DYR - Nýggj bók frá forla…