Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mentan uttan Gud

SKRIVAÐ: Jóhs. M. Olsen  |  20.09.2019 - 20:39 Lesarabrøv Mentan

Àrið 1989 var eitt merkisár. Ta var tá Berlinmúrurin  fall og rakettirnar fóru í hæddina, champanjan skúmaði. Teirra fall var eitt samanbrot fyri eina polittiska idelogi, sum hevði sínar røtur í fronsku kollveltingini. Bert nakrar mánar árenn høvdu franskmenn festast yvir at tvær øldir vóru síðan at Bastiljan bleiv stormað og at tann franska kolveltingin fekk luft undir veingirnar.. Við rakettum og champagnu hevði man glett seg um at kunna líta afturá nakað gott,. Tíðarinnar gongd kann fáa tað mesta at broyta útsjónd.

Franska kollveltingin førdi til fyri alt Europa kríggsstøðu. Kolveltingaleiðararnir hugsaðu frá byrjan, at alt skuldi blíva betri fyri menniskir.  Men tá íð Napoliums stóra herdeild frysti í hel í rusiska vetrinum nøkur ár tíggjund seinri gjørdist tað óvist um hetta málið var náða.  Var hetta nakað at festa fyri? Tá íð Napolium bleiv skigvaður til viks, avsettur, fór man aftur til eldru skipanina, við kongahúsi og øllum í har tilhoyrdi. Kolveltingin hevði ikki ført til nógv annað enn blóðbað. Nakað stendur kanska eftir, at aftaná hetta upplivilsi bleiv politikkur ongantíð aftur hvat hann hevði veri.

Tað vit arvaðu aftaná fronsku kolveltingina man vera eitt nýtt slag av kobling í millum rættvísið og politik. Filosofar, kongar o,a høvdu langt árenn stríðst um spurningin hvussi eitt land skal stýrast fyri at rættvísi og rættferð skullu ráða, hetta var um 1600ára talið ein av fremstu trupuleikum ímillum framstandani heimspekingar.

Ì hesi tiðini var tað ein meginhugsan og nakað printsipielt, at ein samfelagsleiðsla bert kundi skapast av rættvísum menniskjum. Uppgávan at broyta samfelagi er jú ikki løtt sjálvt fyri ein rættsinnaðan.

Undir teim stóru vekingarrørslunum kundi man eisini síggja, at tað samkoman og kirkjan boðaðu var sætt. Tað bar og ber til at fáa ein rættvísan vilja, tá íð mong taka ímóti honum, samtíðis uppstanda stórar sosialar broytingar til tað betra. T.d verður sagt at um ikki tann metodistiska vekingin fór fram í Onglandi um 1700 talið hevði man fyngi eina eingilska kollvelting um somu tíð eins og í Fraklandi.

 

Jóhs. M. Olsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið