Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rudda Føroyar í 1 dag - og hinar 364 dagarnar?

SKRIVAÐ: Sanna Dahl og Gunnhild Dahl Niclasen  |  22.09.2019 - 04:10 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Deiligt at síggja so nógv rudda í dag.

Vit rudda eisini, sum so mangar aðrar dagar í árinum.

Men hvat er tað, vit rudda? Jú, tað mesta er frá vinnuni, spreingitráðir í langar banar og t.d. flamingo. Gaman í er eitt sindur av t.d. sigarettstubbum og eingangsplasti. Men tað mesta er ídnaðarrusk. Fólkið er vaknað, og tað eru nokk tey fæstu, sum í dag tveita sigarettstubbar og plast út. Og misskilið okkum ikki, vit halda, at Rudda Føroyar er eitt sera gott átak!

Men hví blívur ábyrgdin so við at liggja hjá vanliga fólkinum? Hví skulu vit, sum alsamt royna at brúka minni, liva meira skynsamt og seta færri fótaspor, hava konstant samviskubit um alheimsumhvørviskreppuna, vit øll standa yvirfyri?

Tað eru tey leiðandi, ið hava vald, sum eiga at taka stóru tøkini, og handla. Tað hevði munað.

Hvussu kunnu vit blíva við at tosa um búskaparligan vøkstur, um eitt nú havnaútbyggingar og størri aliídnað, og samstundis vilja ganga á odda á umhvørvisøkinum?

Okkara nýggi løgmaður hevur júst í morgun skrivað:

 “Sum land eiga vit at seta okkum sum tað mál, at Føroyar skulu vera tað reinasta og mest burðardygga landið í heiminum.”

Føgur orð, ja. So nú mugu vit vænta og vóna, at arbeitt verður fram ímóti tí.

Men hví fingu vit so ongan umhvørvismálaráðharra, sum burtur av arbeiðir við umhvørismálum? Nær fáa vit eina náttúrumargfeldislóg? Eina kemikaliulóg? Og hví ætla vit enn at leita eftir olju?

 

Við grønari kvøðu

Sanna Dahl og Gunnhild Dahl Niclasen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…