Lýsing
Lýsing
Lýsing

Róku úr Skorini í rættina á Norðoyri

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver  |  01.10.2019 - 22:35 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Hetta er tíðin tá menn ganga fjøllini. Í dag vóru menn eitt nú í Skorini og í Bjargamansdali á fjalli og væl gekst teimum.

Karl Johansen, ið var ein av fjallmonnunum sigur, at teir fóru til gongu av Oyravegnum í morgun klokkan sjey. Teir róku seyðin í Skorini og í Bjargamansdali saman og eftir stuttan steðg í Bjargamansdali, var farið at reka heim.

Hetta gekk ótrúliga væl, sigur Karl Johansen víðari. Frá tí vit byrjaðu í Bjargamansdali og til portrið við rættina á Oyri fór aftur, gingu neyvt tveir tímar.

75 áseyðir eru á hesum báðum hagapørtum. Eg spurdi eisini Karl Johansen, hvussu var við Herjaskor. Nei, har hevur onki verið í Herjaskor í ár. Hetta økið hevur vanliga verið brúkt sum fitilendi, orsakað av at tað er ilt at ganga ímillum Skorina og Herjaskor. Men Vit hava ætlanir um at binda hesar hagapartarnar neyvari saman, soleiðis at hesir hagapartarnir kunnu rekast saman.

Barmur, Herjaskor og Skorin hava áður  við hvørt verið røktar við báti, tá ið um skurðfjøllini hevur rátt, men seinnu árini hava menn valt at reka alt heim á rættina á Oyri.

Kristmar Andreasen var á støð tá gongan úr Bjargamansdali kom í rættina á Oyri, hann visti at siga, at Karl Heri Joensen, sum er bóndi í Hellisdali, nú eisini ætlar at reka sín seyð í rættina á Oyri.   Hann visti at siga, at Karl Heri hevði biðið um rættina á Oyri í morgin. Til skurðfjøllini á Hellisdali hevur bátur úr Árnafirði mangan verið nýttur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík
Norð­oyastevnan nærkast
Kamarkórið Dorimus í Varpinum í kvøld
Fólkini eru so vinarlig í Føroyum
Málið móti skip­ara­num á Galaxy slept
Atlantic Fair – 25 ár á baki
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…