Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Svíkur Føroyska Fólkakirkjan upprunaligu kristnu halgidags guðstænastuna?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  03.10.2019 - 09:17 Bloggur Mentan

Svarið er helst Ja! Tí tey fyrstu kristnu kendu bara eina halgidagsguðstænastu, og tað var eukaristiin, takkargerðin, ella sum vit siga altargangsguðstænastan, heilag kvøldmáltíðin.  Og soleiðis varð hildið fram í eitt túsund og fýrahundrað ár, inntil trúbótina.

Tá tey sum høvdu verið saman við Jesusi tá hann mettaði fjøldirnar í oyðumørkini, tá hann át saman við  lærusveinunum áðrenn hann doyði, og uppaftur aftaná uppreisnina, fóru at koma saman at minnast Harra sín, so valdu tey at gera tað áttanda dagin, ella fyrsta dagin í vikuni, uppreisnardagin, sum vit nú kalla sunnudag.

Her komu tey saman um kvøldmáltíðina, sum upprunalig bleiv hildin leygarkvøld og seinni í lýsingini fyrsta dagin í vikuni. Talan var í fyrstani um eina máltíð har øll fingu seg mettan, og restirnar blivu bornar út til tey, ið ikki kundu vera til steðar, ella sum ikki áttu mat í munnin. Samstundis vælsignaðu tey breyði og kalikin til minnis (anamnesis) um Jesus og verk hansara.

Seinni tá tey blivu alt fleiri, og ikki rúmaðust til eitt vanligt borðhald, so fóru tey at savnast í lýsingini sunnumorgun, og fingu nú bara eitt eitið av breyði og av kalikinum, sum altíð var blandaður við vatni. Tey drukku aldrin óblandað vín!

Hesar samkomurnar, ella guðstænasturnar, vóru rættuliga ymiskar, alt eftir hvørjum umhvørvi tær vórðu hildnar í. Men, tær hava óiva verið ávirkaðar av jødadóminum, av tempultænastuni og serliga av synagogutænastuni. Sjálv kvøldmáltíðin hoyrir sjálvandi ikki heima í sýnagoguni. Árliga páskahátíðin hjá jødunum hevur óiva eisini ávirkað kristnu kvøldmáltíðina.

Fyrimyndin fyri  máltíðini var upprunaliga tá Jesus mettaði fjøldina í oyðumørkini (Joh.6) – tað gingu eini trý hundrað ár, áðrenn innsetingarorðini, sum vit kenna tey í dag, blivu nýtt í samband við kvøldmáltíðina, tó at tey eisini kendu hesi orðini tá.

Hóast hesar samkomurnar ella guðstænasturnar, hava verið rættuliga ymiskar frá staði til stað, so hava tær tær tað til felags, at tey lósu úr skriftini (GT) onkur segði frá lívi Jesusar, brøv vórðu lisin upp, tey tosaðu um tað, sum lisið var og sagt var frá, tey bóðu fyri heiminum, fyri kirkjuni, og tey takkaðu fyri skaparverkið (eukaristiin). Tey mintust alt tað, sum Jesus hevði gjørt, deyðan og uppreisnina (anamnesan), og tey bóðu um hansara livandi nærveru teirra millum (epiklesan). Tá gjørdu tey enn ikki mun á Heilaga Andanum og Jesu nærveru.

Tey fyrstu kristnu fóru ikki til samkomu ella í kirkju, fyri at hoyra ein prædikant, men tey savnaðist um orðið, børnirnar, breyði og vínið (blanda við vatni) fyri at vera saman við hinum upprisna Jesusi, sum bleiv livandi teirra millum í breyði og víni. Tey komu ikki saman fyri at minnast ein ið einaferð var, ein deyðan mann. Men tey fóru í andanum útaftur á Golgatha og út til tómu grøvina. Tey gjørdu hin upprisna livandi sínamillum!

Tey kendu onga halgidagsguðstænastu (sunnudagurin hevði ikki fingið navn tá) uttan kvøldmáltíðina ella breyðbrótingina.  Kvøldmáltíðin var fyri teimum, ikki eitt ískoyti til eina orðsins guðstænastu (sum tey kendu frá sýnagoguni), men kvøldmáltíðin, sum tey kallaðu takkargerðin (eukaristiin), var hæddin ella høvuðsinnihaldið í guðstænstuni, tí har bleiv hin upprisni likamliga til steðar teirra millum í breyði og víni (blandað við vatni)!

Tey fyrstu kristnu høvdu eisini aðrar fundir, ella guðstænastur, serliga mikudag og fríggjadag, sum vóru føstu- og bønardagar hjá teimum kristnu. Hettar vóru orðsins guðstænastur ella fundir, og hava upprunaliga kanska eisini verið skipaðir sum vekingarfundir.

So kann lesarin spyrja hvat tað viðkemur okkum í dag, hvussu tey hildu sunnudagsguðstænastu fyri tveimum túsund árum síðani. Jesus hevur jú ikki nágreiniliga sagt okkum, hvussu vit eiga at halda guðstænastu sunnudag. Men, til tess er at siga, at vit hava fingið gleðiboðskapin frá guðstænstuni hjá teimum fyrstu kristnu – tey varðveittu boðskapin í guðstænastuni í einar tvær øldir, áður enn vit fingu okkara Nýggja Testamenti.

Hettar vóru fólk, sum høvdu kent Jesus persónliga, síðani teirra eftirkomarar, og so uppaftur teirra eftirkomarar, haðani brøvini og evangeliini eru sprottin. Um vit nú siga, at guðstænastan hjá teimum, sum kendu Jesus persónliga og teirra eftirkomarum ikki nýtast at vera ein fyrimynd fyri okkara sunnudagsguðstænastu í dag, so kunnu vit siga tað sama um evangeliini, at tey heldur ikki nýtast at vera okkara fyrimynd! Tí tey hava sama uppruna, sum fyrstu kristnu guðstænasturnar.

Danska Fólkakirkjan er trúgv móti upprunaligu kristnu guðstænastuni, tí har eru allar sunnudags guðstænastur altargangsguðstænastur, somuleiðis eru øll tey stóru kirkjusamfeløgini kring okkum, trúgv móti upprunaligu kristnu guðstænastuni, og í Føroyum eisini Brøðrasamkoman. Men, Føroyska Fólkakirkjan tykist at vita betur enn tey, sum tóku arvin eftir Jesus!

Tað er onki skeivt í tí, at skipa fyri serligum guðstænastum, eisini  serligum guðstænastum fyri at vekja áhuga fyri gleðiboðskapinum, kanska serligum sjónvarps-guðstænastum. Tað er heldur onki skeivt í tí at gera hámessuna sunnudag áhugaverda og vakra – men, ein poppsangari kann ikki erstatta hina heilagu kvøldmáltíðina, sum himmalsku hæddina í sunnudagsguðstænastuni!

Hámessan er ikki bara ein prædiku og undirhaldsguðstænasta, men eisini ein ferð út á Golgatha og til hina tómu grøvina, har hin upprisni gerst likamliga til steðar millum fólkið í breyði og víni (blandað við vatn!).

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki