Lýsing
Lýsing
Lýsing
Slíka støður eru vælkendar millum tunlarnar

Ymiskar útmeldingar um tunlar Norður um Fjall

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.10.2019 - 17:07 Leiðarin Politikkur

Kjakið um nýggjar tunlar Norður um Fjall er byrjað aftur, eftir at Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum spurdi fíggjarmálaráðharran, nær tunlarnir komu, og hvussu teir skuldu fíggjast. Og hóast svarið royndi at vera forsónandi, so hevur tað eisini ørkymlað summi.

Fólk vænta sær nógv av hesi samgonguni, hvat tunlunum viðvíkir. Tá hendan samgongan var andstøða, koyrdi hon nógv á táverandi samgongu og legði 2 ferðir uppskot fram sjálv um nýggjar tunlar. Tí liggur eitt trýst á samgonguni nú um at føra tunlarnar út í lívið. Men har tónin áðrenn valið var, at farast skal í gongd beint eftir at komið er ígjøgnum til Hvalbiar, verður nú sagt, “tá Hvalbiartunnilin er liðugur”. Tað kann merkja kanska eitt ár seinni. Hinvegin sigur fíggjarmálaráðharrin eisini, at bæði Hvalbiartunnilin og tunlarnir Norður um Fjall skulu framskundast.

Nakað av ósemju er eisini í samgonguni um hetta. Suðuroyartingmenninir Johan Dahl og Erhard Joensen, báðir úr Sambandsflokkinum, vilja hava, at Fámjinstunnilin verður boraður við somu útgerð sum Hvalbiartunnilin, og beint aftaná hann. Somuleiðis er róð framundir, at íløgurnar verða órógvaðar av, at stórar eykarokningar eru í Landsstýrinum, sum mugu gjaldast, og tað tekur so av fíggjarorkuni.

Fíggjarmálaráðharrin nevnir tó, at NUMO-uppskotið, har Norðoyatunnilin leggur út fyri tunlarnar Norður um Fjall, er ein møguleiki, og lovaði í útvarpinum, at skjótt skal verða greitt, nær “tunlar, undirsjóvartunlar, vegakervi og ferjur verða raðfestar”, og nevndi, at áðrenn nýggjárið skal tað vera ásett, nær farið verður í holt við at bora tunlarnar Norður um Fjall.

Samumtikið er sostatt ein vón, sum tó verður merkt av óvissu nakað afturat.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…