Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndakollasja av Veðurlagspolitikki Føroya frá juni 2019 og Gretu Thunberg, sum av álvara hevur sett klimaavbjóðingarnar á dagsskránna.

Grøna leiðin nýtist ikki at kostað kassan

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  17.10.2019 - 14:23 Tíðindi Vinna

Avgerandi er, hvussu vit minka um vakstrarhúsárin okkara. Í versta fall, kann tað kostað okkum fleiri milliardir krónur í mistari vælferð. Í besta fall, skulu vit einans av við ein part av árliga vøkstrinum í vælferð okkara. Eitt nú er tað skynsamt at skilja netið frá SEV fyri at tryggja grøna orkuskiftið.

“We are at the beginning of mass extinction, and all you can talk about is money and fairy tales of eternal economic growth. Shame on you!” segði Greta Thunberg í nógv umrøddu røðu síni í ST høvuðsborgini fyri nøkrum vikum síðani. Well, eg eri “guilty as charged”, má eg bara skammleyst ásanna. Mær dámar ikki ræðandi dómadagsprædikur, sum spæla upp á kenslurnar, hóast eg eri samdur við Gretu í, at myndugleikarnir mugu taka ávaringarnar frá vísundini í størri álvara. Eg eri tó sannførdur um, at vit eiga at brúka okkara vit og skil til at minkað um útlátið á skynsamasta hátt. Tað vil eisini koma komandi ættarliðunum til góða.

Í Føroyum mugu vit ikki gloyma at talan er um ein alheimstrupulleika, ið skal loysast í felag við altjóða samfelagið. Danmark stendur við sínum útláti á 50 mió tons CO2 fyri 0,1% av samlaða útlátinum í heiminum. Sostatt standa okkara 1,2 mió tons CO2 fyri 0,0024%. Altjóða samfelagið hevur í París-avtaluni í felag sett sær fyri at gera nakað munagott við trupulleikan, og Føroyar hava eisini bundið seg til at halda ásetingarnar í hesi avtalu. Tað inniber, at vit innan ársskifti politiskt skulu samtykkja mál okkara fyri minking av útlátinum av dálkandi vakstrarhúsgassum komandi áratíggju.

Hjá okkum stavar nógv tað mesta av útlátinum frá oljunýtslu, tí vil grøna orkuskiftið, har vit skifta fossilar orkukeldur út við varandi orkukeldur vera endaliga loysnin á trupulleikanum. Tí er menningin av elorkuframleiðsluni so týðandi fyri veðurlagspolitikk okkara.

Samfelagsbúskaparligar útgreiningar mangla í Føroyum

Í grein í Norðlýsinum hesa vikuna útgreini eg, hvar talið á 7 milliardir krónur fyri at gera Føroyar grønari í 2030 stavar frá. Tær 7 milliardir krónurnar eru ofta blivnar nevndar í kjakinum um tørvin á at fremja grøna orkuskiftið. Hendan upphæddin svarar til heili 35% av okkara BTÚ ella árligu virðisskapan. Sum eg vísi á í greinini, vísa metingar í Danmark, at samfelagsbúskaparligu kostnaðirnir fyri at minka um teirra útlát við 70% er 30 mia.kr. svarandi til áleið 1,4% av teirra BTÚ. Har er tó talan um afturvendandi árligar samfelagsbúskaparligar kostnaðir hvørt ár í alla framtíð.

Tíverri hava vit í Føroyum onga líknandi uppgerð av samfelagsbúskaparligu kostnaðunum við at minkað um okkara útlát, tí tók greinin støði í teim nevndu 7 milliardunum, ið skulu brúkast til at umleggja elframleiðsluna til varandi orkukeldur og til at elektrifisera okkara orkunýtslu (elbilar, hitaskipanir við varandi orkukeldum). Tað er tó greitt, at fleiri av hesum íløgum hava drúgva livitíð og koma í staðin fyri aðrar íløgur (í meira dálkandi orkuframleiðslu og -nýtslu), sum vit annars høvdu gjørt óansæð. Tað er millum annað hetta, sum samfelagsbúskaparligar útgreiningar taka hædd fyri. Tí er tað ikki heilt rímiligt at samanbera tær 7 milliardir krónurnar í eingangsíløgum við tær 30 milliardir krónurnar, sum tað væntandi fer at kosta dønum hvørt ár at minkað um teirra útlát.

Skjótiskivan, sum flytir seg 

Í juni í ár almannakungjørdi tásitandi landsstýrið ein nýggjan veðurlagspolitikk fyri Føroyar, sum skuldi liggja til grund fyri eini politiskari samtykt í Løgtinginum av, hvørji mál Føroyar skulu seta sær viðvíkjandi útlátinum av vakstrarhúsgassum fram til 2030. Hesi málini skulu sambært Parísavtaluni, sum Føroyar hava bundið seg til, fráboðast innan ársskifti 2019/20. Í tí politikkinum verður skotið upp – sí mynd niðanfyri – at Føroyar seta sær sum mál at minkað um útlátið á landi við 45% í mun til 2010. Hetta svaraði til eina minking á 350.000 tons av CO2 eindum.

Grafurin vísir gongdina í útlátinum seinnu árini saman við ætlanini í nýggja veðurlagspolitikkinum um at minkað um útlátið á landi við 45%. Eisini er útlátið fyri 2018 innsett. Kelda: Veðurlagspolitikkur Føroya 2019

Sum tað framgongur av myndini, var samlaða útlátið í 2017 áleið 1 mió. tons CO2 eindir. Framfýsna málið var sostatt ein minking á 35% av samlaða útlátinum í 2017, men gott 50% av útlátinum á landi. Í farnu viku almannakunngjørdi Umhvørvisstovan nýggja uppgerð av útlátið okkara fyri 2018, har útlátið vaks við 17% til 1,17 mió. tons. Vøksturin ger uppgávuna við at minkað um útlátið enn størri, tí nú skal útlátið minkast við áleið 500.000 tonsum í CO2 eindum. Skjótiskivan flytir seg støðugt.

Bíligasti mátin at minkað útlátið

ES hevur í eitt longri áramál havt sum mál at minkað um útlátið av vakstrarhúsgassum, og í 2005 innførdi Evropasamveldið í tí sambandi ein marknað fyri CO2 kvotur, har eitt ovara mark bleiv sett fyri útleiðing av CO2 eindum, meðan fyritøkurnar kunnu umseta hesar kvotur sína millum. Hetta við fría umsetninginum er fyri at tryggja, at minkingin av útlátinum fer fram, har hon kann gerast bíligast. Sostatt kann ein donsk fyritøka, ið verður áløgd at minkað um sítt CO2 útlát (ein lækking í hennara CO2 kvotu) keypa sær CO2 kvotu frá aðrari evropeiskari fyritøku, sum umvegis íløgur ella tøkniliga menning meira effektivt megnar at minka um sítt CO2 útlát.

Tað finst ein effektivur marknaður fyri hesar CO2 kvotur í ES, har ymsu londini eisini selja kvotur á uppboðssølu. Í løtuni er prísurin fyri útlát av 1 tonsi av CO útláti 180 krónur. Tað er eitt mát fyri, hvat tann mest effektivasta fyritøkan í Evropa í løtuni kann minkað um sítt CO2 útlát fyri. Um vit brúka hetta krónutal til at meta um kostnaðin av at minkað um útlát okkara við 500.000 tonsum, koma vit fram til ein árligan kostnað á 90 mió. kr. ella 0,45% av BTÚ.

Í veruleikanum kunnu vit tó ikki velja hesa loysnina, har vit halda áfram at dálka eins og nú, men keypa CO2 kvotur fyri 90 mió.kr. árliga frá øðrum londum. Tí hesar kvotur eru einans innanfyri ES og fyri nakrar útvaldar dálkingarkeldur, eitt nú er útlát frá bilferðslu og upphiting av húsum ikki fevnt av hesum. Ein avbjóðing við hesum leisti er eisini, at prísurin á kvotuni saktans kann hugsast at vaksa fram ímóti 2030, tí samlaða kvotan støðugt verður minkað. Men tær 90 mió. kr. árliga eru nokk eitt minsta boð upp á samfelagsbúskaparliga kostnaðin.

Avgjøld viðføra minni útlát

Búskaparfrøðingar kring heimin eru rættiliga samdir um, at skynsamasta og skjótasta loysn upp á avbjóðingina við CO útlátinum er at leggja avgjøld á útlátið so tætt upp á kelduna sum gjørligt. Hetta ger, at borgarar og vinnufyritøkur, ið dálka nógv, verða tilskundaði til at dálka minni við at broyta atferð ella brúka aðra tøkni. Av tí at nógv tann størsti parturin av útlátinum í Føroyum stavar frá okkara oljunýtslu, kann tað vera lutfalsliga einfalt at áleggja hesa búskaparligu stimbran til broytta atferð.

Í frágreiðingini hjá Skattanevndini frá 2017 verður skotið upp at umskipa fleiri av avgjøldunum, soleiðis at somu avgjøld verða áløgd somu dálking og útlát. Eitt nú merkir hetta, at sama avgjald eigur at vera á allari olju, sama um oljan verður brúkt til upphiting ella til framleiðslu av streymi. Í dag rindar SEV 10 oyru fyri liturin av tungolju, ið verður brúkt til elframleiðsluna á Sundi, meðan punktgjaldið á bensini er 2,70 kr/liturin. Hetta er ein høpisleysur munur, ið elvir til skeiva atferð – eisini hjá SEV.

Skattanevndin metti, at umleggingarnar geva eina meirinntøku á 175 mió.kr. Hetta skal síggjast í mun til eina inntøku á 133 mió.kr. frá hesum avgjøldum frammanundan, so talan er um meira enn eina tvífalding. Nevndin mælti til, at upphæddin verður brúkt til at fíggja ein skattalætta til lág- og miðalinntøkur. Eftir mínum tykki er tað eisini alneyðugt at lata inntøkurnar koma løntakarunum til góða við skattalættum, tí annars vilja hækkaðu avgjøldini einans viðføra eitt lønartrýst, sum gongur útyvir kappingarføri okkara.

Skattanevndin ávaraði um, at hesar avgjaldsinntøkurnar kunnu roynast svikaligar. Riggar tilskundanin, og grøna orkuskiftið verður framt skjótari enn áður, svinna inntøkurnar sjálvandi burtur í onki.

Elorkuútbyggingar við skynsamari fígging og í kapping

Tær sjey milliardirnar (35% av BTÚ) eru kostnaðurin fyri elektrifiseringina av samfelagnum, ið skal gera tað møguligt veruliga at minkað um útlátið og allíkavæl hava orkuframleiðslu til at halda hjólini malandi og skapa stóran búskaparvøkstur.

Í einum ástøðiligum myndli – sum eitt nú liggur til grund fyri eini samfelagsbúskaparligari greining – hevur fíggingarleisturin fyri grøna orkuskiftinum onki at siga. Men í veruleikanum kann fíggingarleisturin hava stóran týdning fyri, hvør ber kostnaðin av einari fullkomnari umlegging til elorkuframleiðslu grundað á varandi orkukeldur. Og eisini fyri, hvør ber kostnaðin av eini elektrifisering av okkara orkunýtslu, t.e. umlegging til elbilar og hitaskipanir grundað á varandi orkukeldur.

SEV hevur fleri ferð síðsta árið ávara um, at tað verður neyðugt við eini príshækking, tí tað skal nógvur peningur til at fíggja/endurrindað stóru útbyggingina av Sundsverkinum og ætlaðu útbyggingina av vindmyllulundum og sonevndu vatnpumpuskipanini (til goymslu av yvirskotsorkuni frá vindmyllunum). Í síni ætlanarlegging og prísáseting mótvegis øllum borgarum landsins tykist SEV soleiðis taka støði í, at tað einsamalt skal standa fyri hesum útbyggingum.

Heilt ítøkiliga sæst hetta aftur í elprísinum. Í seinasta vindmylluútboðnum vunnu SEV og Magn hvør sítt tilboð, sum bjóðaðu at fíggja og byggja vindmyllulundir við einum framleiðslukostnaði á 23 oyru/kWt. Men samstundis ætlar SEV at hækkað prísin hjá okkum brúkarum frá teim verandi 1,50 kr/kWt til 1,60 kr/kWt umframt MVG næstu tíðina. Ein partur av prísmuninum er kostnaðurin fyri elnetið, ið leiðir streymin frá vindmyllunum út til brúkarar, men ein partur er sambært egnu grundgevingunum hjá SEV fíggingartørvurin komandi árini. SEV hevur seinnu árini gjørt stórar útbyggingar fíggjaðar við lánum, sum skulu afturrindast. Men hetta eru íløgur í framleiðsluverk og vindmyllur við eini livitíð á vónandi 20-30 ár, tí er tað ikki samfelagsbúskaparliga skynsamt, at ein gjaldføristørvur hjá almenna elfelagnum skalar kappingarførið hjá útflutningsfyritøkunum og vælferðina hjá húskjunum í fleiri ár. Tá vil grøna orkuskiftið veruliga kostað okkum kassan.

Tað er tí búskaparliga skynsamt, at nýggja samgongan eitt nú hevur sett sær fyri at skilja elnetið hjá SEV frá hinum virkisøkinum, soleiðis at fult gjøgnumskygni verður í kostnaðinum av netpartinum. Hetta fyri at tryggja, at privatar fyritøkur skulu hava møguleika at leiga og framleiða seg inn á elnetið. Á tann hátt kann SEV hava fíggjarligt rásarúm til sínar útbyggingar, samstundis sum at privatir veitarar eru við til at lyfta uppgávuna við at útbyggja elorkuframleiðsluna og møguliga eisini beinleiðis bjóða streym til føroysku brúkararnar. Tess lægri elprísurin er, tess størri vil tilskundanin hjá borgarum og fyritøkum til at umleggja til elakfør og hitaskipanir grundað á varandi orkukeldur. Greitt er eisini, at kappingar- og elveitingareftirlitið mugu í tí sambandi halda eitt vakið eyga við, at privatu framleiðararnir eins og SEV ikki taka sær ein ov stóran vinning.

Óansæð hvat Greta Thunberg heldur um tað, mugu vit vera búskaparliga skynsom í ætlanum okkara um at fara grønu leiðina. Annars hava vit heilt einfalt ikki ráð til skáltalurnar í 2030, hóast vit røkka málinum í nýggja veðurlagspolitikkinum um at minka útlátið á landi við 45% í mun til 2010. 

Sí eisini greinina í Norðlýsinum hesa vikuna um sama mál, sum eisini kann lesast her á heimasíðuni. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar