Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gunvá: Vit fáa onki at vita

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.10.2019 - 09:10 Politikkur Tíðindi Vinna

Tað er sum at renna seg í ein múr, tá vit býráðslimir spyrja um viðurskifti, ið hava við Norðhavnina at gera, sigur Gunvá við Keldu við Norðlýsið

Felagið Heimafriður harmast í tíðindaskrivi á larmin frá russisku skipunum, ið liggja við Norðhavnina. 

Gunvá við Keldu, sum situr i býráðsminnilutanum í Klaksvíkar kommunu, sigur við Norðlýsið at hetta ikki er ein nýggjur trupulleiki.

Hon sendi sjálv eitt skriv inn í býráðsumsitingina í 2017, har hon heitti á kommununa um at skipað havnaøkið betur, eisini við atliti at larmi og útláti. Gunvá legði dent í skrivinum á, at greitt mátti verða hvørjar treytir kommunan sjálv kundi seta, og hvørjar treytir kommunan mátti ávirka landsmynduleikgarnar at arbeiða við og uppfylla. 

Gunvá við Keldu sigur við Norðlýsið, at hon hevur tosa við formannin í Havna- og Vinnunevndini, men vit hava onki hoyrt aftur. Vit fáa onki at vita, sigur Gunvá. 

Eg sendi eitt skriv inn, sum bleiv journaliserað undir einum størri máli, sum hevði við larm og útlát at gera, men síðani havi eg onki hoyrt meira, sigur Gunvá. 

Gunvá við Keldu býr sjálv beint omanfyri Norðhavnina. Gunvá sigur at tey sum festu búgv har, vistu at beint niðanfyri lá ein ídnaðarhavn. Gunva leggur aftrat, at hon sjálvsagt ynskir vinnuni allan frambur. 

- Eg vóni at vit fáa býráðsmeirilutan á tal, tí hettar er ein avbjóðing sum vit mugu loysa, sigur Gunvá við Keldu við Norðlýsið at enda. 

Sí skrivið sum Gunvá sendi inn í býráðsumsitingina í 2017 niðanfyri. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi