Lýsing
Lýsing
Lýsing

Miðstaðurin køvist í almennum íløgum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  21.10.2019 - 05:30 Lesarabrøv Politikkur

Hóast almennu inntøkurnar hjá landskassanum og størstu føroysku kommununun eru øktar so er Tórshavnar Kommuna í einum klassa fyri seg. Skiftandi samgongur hava síðan 2011 økt munandi um tilfeingisinntøkurnar hjá landskassanum og fara tær at toppa í ár viðnæstan hálvt fjórðahundrað milliónum.

Men sum talvurnar frá Hagstovuni og Gjaldstovuni greitt siga, so endar vøksturin í almennu inntøkunum hjá mittastu kommununi.

Tað er her størstu almennu íløgurnar í arbeiðspláss, skúla- og Heilsuverk verða gjørdar og ótálmaða ovurnýtslan í samband við almennar verkætlanir í høvuðstaðnum er størri enn samlaða íløgan hjá landinum í skúlar og Heilsuverk í restini av landinum.

Nú um dagarnar var landstýrismaðurin í Heilsumálum úti og forsvaraði meirnýtsluna í samband við útbyggingarnar av Landsjúkrahúsinum samstundis sum hann gjørdi greitt at hetta als ikki skuldi fáa ávirkan á verkætlanina, líkamikið kostnað?

Nú verður so nógv tosað um breiðar semjur og serliga tá flokkar sita í andstøðu, men hvat við um vit gjørdu eina breiða semju um at rudda upp í tí fullkomiliga óskilinum sum valdar í samband við almennar íløgur hjá landi og kommunum?

Búskapsrráðið hevur upp í saman eftirlýst at hesar íløgurnar vóru samskipaðar og var tað gjørt á rættan hátt har áhugamálini hjá øllum økjum í landinum vóru hoyrd hevði hetta gagna øllum.

At polittiska skipanin hevur fullkomilig spælt fallit í samband við at raðfesta og staðfesta íløgur eru so mong dømi um.

Býarstýrið í Havn er væl á veg at oyðileggja høvuðsstað okkara í ovur hugi av inngangandi almenna peningastroyminum.

Samstundis sum hin kassin í Havn ger tunnlar fyri milliardir fyri at binda landi saman byggja grannarnir á Vaglinum eina containara og ferðafólkahavn sum skal sentralisera øll ferða fólk og konteynarar á sama matrikul. Síðani skal flogvøllur byggjast á sama stað alt rindað við kassa eitt av okkum øllum.

Úrslitið kenna vit; bústaðarneyð, dýrkandi liviumstøður samstundis sum vit hava fingið óruddiligasta høvuðstað í heiminum.

Sjálvsagt skuldi sentralurin fyri bingjur ligið á Skálafjørðinum og í Djúphavnini har nattjúruhavnirnar eru, sjálvandi skuldi tjóðarleikvøllurin ligið á Svangaskarði sum í framtíðini verður miðjan í Føroyska samferðslukervinum og ikki troðka niður millum hús, stovnar og vallir í Gundadalið har alt ferðslukervið steðgar upp hvørjaferð landsdystur er o.so fr….

Kanska vit kundu heitt á skilamannin Regin á Bakka, at staði fyri yvirornaðu almennu íløguætlanini, tí hann tykist verða einasti føroyingur sum dugur at gera stórar íløgur kring um í landinum.

Sí talvur niðanfyri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…