Lýsing
Lýsing

FÆ2020

SKRIVAÐ: runavik.fo  |  01.11.2019 - 16:03 Politikkur Tíðindaskriv

Kommunala skattingin lækkar við fjerðingsprosentið - úr 22%´um niður í 21,75% og børn og ung (6–18 ár) fáa hvør sítt Spjaldur (frítíðarkort), ið tilsamans tekur hálva aðru millión krónur av rakstrinum.

Fíggjarætlanin fyri 2020 javnvigar við 228 mió. kr., barnafrádrátturin verður framhaldandi 8 túsund krónur, ansingargjøldini tey somu, skuldin verður niðurgoldin við 10,2 mió. kr., ongi lán verða upptikin í 2020 sambært ætlanini, og raksturin hækkar við 4,99%´um, sum í mestan mun er ein avleiðing av sáttmálabundnum lønarhækkingum, stórum fólkavøkstri og øktari starvsfólkamegi á tekniska- og ferðavinnuøkinum. Umframt hetta er semja í býráðnum um at raðfesta børn og ung við einum Spjaldri (frítíðarkorti), sum ber við sær, at øll, sum eru ímillum 6 og 18 ára gomul, fáa eitt ognarkort á 2 túsund krónur árliga, sum bert kann nýtast til at gera brúk av ítróttar-, mentanar- og frítíðartilboðum í Runavíkar kommunu – meiri verður at frætta um hetta í serstakari grein. Kostnaðurin av hesum tilboði er, sum nevnt, 1,5 mió. kr. árliga. Í løtuni svarar skuldin hjá Runavíkar kommunu til 54% av einari álíkning, og roknað verður við, at hon liggur um 62% av einari álíkning um ársskiftið 2019/20.

 

Allan leygardagin, hin 26. oktober, brúkti býráðið til tess at fáa smíðaða eina fíggjarætlan fyri næsta árið. Í kvøld – hin 31. oktober – var fyrsta viðgerð av FÆ2020 á almennum býráðsfundi. Politiska semjan, gjørd frammanundan, var grundarlagið undir uppskotinum, og allir teir møttu býráðslimirnir tóku undir við uppskotinum til FÆ2020. Onnur og endaliga viðgerðin verður ætlandi á almennum býráðsfundi hin 28. november 2019.

 

Sambært FÆ2020 ætlar Runavíkar kommuna at gera íløgur fyri 51,4 mió. kr. í árinum, sum kemur. Umframt tøk grundøkir í fleiri bygdum, hevur býráðið samtykt at halda fram við útstykkingini (2. byggistig) í Leitinum í Runavík/Saltangará. Í dag varð sáttmáli undirritaður við Articon um útstykking á Hórheiðum á Skála (27 grundøkir), og klárt er at bjóða út 7 grundøki í Æðuvík. Hetta sæst sjálvandi aftur í raðfestingini íløgum viðvíkjandi.

 

Onnur størri mál eru umbyggingar á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík, sum m.a. hevur við sær, at teir báðir køkarnir verða ein køkur, Heimarøktin flytir úr kjallaranum í Heilsudeplinum niðan á Røktar- og Ellisheimið og svimjingarhylurin, sum ikki hevur verið brúktur í á leið 10 ár, letur uppaftur. Nýggja ætlaða svimjihøllin í Runavík, ið nú verður neyvætlað, og sum væntandi kann bjóðast út á vári 2021. Aktivitetshúsið - Gula Smiðjan, sum verður liðug umvæld uttan í ár og væntandi kann takast í brúk í 2020/2021. Umbyggingar og ábøtur á kommunalar bygningar. Miðbýarætlanin. Vatnverk í Oyndarfirði og kommunala spillivatnsætlanin.

 

Runavíkar kommuna hevur valt at reka kommununa í 2020 innanvert egna fíggjarliga megi og uppdrift soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári – um alt gongst, sum fíggjarætlað er. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum, men kommunan ætlar heldur ikki at læna pening til íløgur í 2020 – harafturímóti er ætlanin at gjalda niður av skuldini.

 

Fíggjarkarmurin:

 

Inntøkur:

 

Skattur:                              193.000.000 kr.

Eftirlønarskattur:               35.000.000 kr.

                                           _____________

 

Total:                                 228.000.000 kr.

                                           ===========

 

Rakstur:

 

Vanligur rakstur:             161.400.000 kr.

Løgur:                                 51.400.000 kr.

Rentustuðul:                         2.500.000 kr.

Rentur av lánum:                2.500.000 kr.

Avlop:                                  10.200.000 kr.

                                           _____________

 

Total:                                 228.000.000 kr.

                                           ===========

 

 

Raksturin skipaður á økjum:

 

Kommunal fyrisiting:       15.200.000 kr.

Almannamál:                     59.465.000 kr.

Børn og ung:                      35.099.000 kr.

Undirvísing:                       14.277.000 kr.

Mentamál:                          12.359.000 kr.

Teknisk mál:                       17.156.000 kr.

Kommunal virki:                 7.844.000 kr.

                                           _____________

 

Total:                                 161.400.000 kr.

                                           ===========

 

Viðmerking: Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) eru partar av kommunalum virkjum og væntast at geva 6,714 mió. kr. í nettoyvirskoti av rakstri sínum í árinum 2020.

 

Íløgurnar skrivaðar á økir:

 

Runavíkar kommunala søga:                                         400.000 kr.

Umbygging av nýggjum Ráðhúsi:                                2.000.000 kr.

Heilsudepilin í Runavík:                                                  150.000 kr.

Íløgur í Roðan:                                                              4.300.000 kr.

KT-íløga í skúlunum:                                                      500.000 kr.

Ætlan fyri skúlabygging:                                                150.000 kr.

Umbygging – skúlin í Funningsfirði:                            200.000 kr.

Spælipláss við Glyvra skúla:                                          600.000 kr.

Ljóðútgerð o.a. í Løkshøll:                                              150.000 kr.

Kykmyndaætlan:                                                             250.000 kr.

Fornminni:                                                                        200.000 kr.

Ætlan um økið kring vøllin við Løkin:                         100.000 kr.

Svimjihøllin:                                                                  3.300.000 kr.

Dansistovan í Funningi:                                                  200.000 kr.

Kommunal nátthús:                                                         300.000 kr.

Gula smiðja – aktivitetshús:                                        2.000.000 kr.                  

Ábøtur og umvælingar av bygningum:                    6.000.000 kr.

Spælipláss í Rituvík:                                                        500.000 kr.

Marmennilin í Elduvík:                                                  150.000 kr.

Vetrarfriðing í Funningsfirði:                                     1.000.000 kr.

Miðbýarætlanin:                                                           3.000.000 kr.

Útstykkingar:                                                                 8.500.000 kr.

Kirkjugarðar:                                                                 2.000.000 kr.

Vatnverk (Oyndarfj.,-Funningsfj.-Elduvík):             3.000.000 kr.

Tunnilsvatn (+ Grøn orka o.t.):                                      500.000 kr.                  

Framhald av spillivatnsætlanini:                                3.800.000 kr.

Geilavegur í Elduvík:                                                      200.000 kr.

Gerðisvegur í Saltangará:                                               300.000 kr.

Gøtan við Toftavatn:                                                        150.000 kr.

Gøtur í Skálafirði, Dvørgasteinur:                                200.000 kr.

Bygdagøtan Søldarfj. - Lamba – Glyvrar:                    200.000 kr.

Gøta í Rituvík:                                                                  400.000 kr.

Akfør og maskinamboð:                                              1.000.000 kr.

Átaksakfar til Sløkkiliðið:                                               300.000 kr.

Støðupláss við Runavíkar havn:                                    200.000 kr.

Ljós við nýggju bryggjuna undir Høgabóli:                500.000 kr.

Havnarútbygging og rampa:                                      2.000.000 kr.

Landstreymur:                                                              1.500.000 kr.

Asfaltering á havnlagnum í Oyndarfirði:                    300.000 kr.

Flotbrúgvar í Oyndarfirði:                                             650.000 kr.

Glyvra Strond:                                                                  250.000 kr.

                                                                                       ____________

 

Total:                                                                            51.400.000 kr.

                                                                                       ==========

 

Í dag búgva 4.125 fólk í Runavíkar kommunu, og ynskir onkur at fáa meiri at vita um fíggjarætlanina 2020, ber til at ringja á fartlf. no. 237015 (borgarstjórin).

Táið FÆ2020 er endaliga samtykt á býráðsfundinum í november, verður hon í síni heild løgd út á heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu.

 

ES: Nú, orðaskifti aftur hevur tikið seg upp um fíggingina av eldraøkinum, kann tað samsvarandi FÆ2020 staðfestast, at Runavíkar kommuna næsta ár letur 11.693.000 kr. – 11,693 milliónir krónur - úr egnum kassa til eldraøkið, umframt væntaðu afturberingina frá Løgtingsfíggjarlógini. Trupulleikin er ikki nýggjur, hann hevur verið afturvendandi ár um ár, síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at reka. Umframt hetta skal Runavíkar kommuna gera íløgur fyri 8,6 mió. kr. á eldraøkinum í 2020 og í 2021.

 

 

Tórbjørn Jacobsen,

borgarstjóri,

Runavíkar kommuna.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Móttøka hjá Toyota í Klaksvík
Útróðurin í dag
Kanningar­arbeiðið av hending­ini við Sjob…
Eik Banki misti 90 mió. kr. tí umboð fyr…
Klaksvíkar Handils­felag klárt til jólasø…
Bakkafrost: Møguleiki at keypa nýggj par…
Úrslitið av lands­seyðasyning­ini kunngjør…
Steðga rúsdrekka­koyring!
Kykmynd: Rundvísing á Skúlatrøð
David Langgaard til AB
Brotin vallyfti, bringuprýðið hjá Jenisi…
Frælsishetjan Jenis
Minningarorð um Snæbjørn Hansen
Ársins leikari í gipsi komandi tíðina
Svarti fríggjadagur nærkast
Krúndiamantbrúðarparið Gretha og Levi J…
Tjóðleik­hús inn á Skálafjørðin
Fólka­flokku­rin í 2017: Viðurkennið Jerus…
Vinn eitt pláss á temadeg­num við Svend B…
Ruðuleikin í samband við menningar­kvotur…