Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Man tað loysa seg at koma upp?

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.11.2019 - 18:33 Mentan Myndarøð Tíðindi

Pól Johannesen, trúboði helt røðuna við minnisvarðan úti í Svínoy í dag í samband við minningarhald teirra sjólátnu. Pól hugleiddi um orðini hjá abba sínum tá Næraberg bleiv søktur á sinni "Man tað loysa seg at koma upp?" Niðanfyri hugleiðingarnar hjá Pól Johannesen:

Góðu landsmenn og tit, sum eru hjástødd her í Svínoy     1.nov 2019

Dagurin í dag fær okkum at steðga á. Vit høvdu viljað verið hendan minnisvarðan fyriuttan, men mugu sanna, at nú, hann er komin, kemur hann at minna okkum á teir, sum fórust á sjónum, á ein serligan hátt. Tá ið vit ganga her eina tílíka løtu og lesa nøvnini á minnisvarðanum, so valdar tøgn, friður og álvarsemi, tað er, sum vit eru komin á eitt heilagt stað. Her hava tár runnið og tað koma tey eisini í komandi døgum, mangir spurningar vera settir, og nógvar bønir sendar uppeftir. Har, sum einaferð valdaði friður og sæla, kom nú sorgin á gátt.

Minnist sum smádrongur, at tað bleiv nógv tosað um Næraberg, sum bleiv søktur undir krígnum, har abbi mín í Sundi var við. Hendan hending hevur altíð upptikið meg, og tað undur tað var, at allir sluppu við lívinum. Tað verður sagt um teir, at teir vórðu jagstraðir av týskum flogfari, og skiparin bað Andrias hjá Mortani fara at purra út har frammi og fáa menn í bjargingarvestar. Tá sigst, at abbi skuldi siga við Andrias: ”Man tað loysa seg at koma upp? ” Menninir komu upp, komu í bjargingarbátin og róku á havinum í 29 tímar, áðrenn teir komu á Súluskerið og blivu bjargaðir. 

Hesin setningur hjá abba, ”Man tað loysa seg at koma upp?”, er mangan komin til mín, tá menn aftur og aftur troyttu  havið í øllum veðri og allar ársins tíðir. Hendan spurning man ein og hvør sjómaður hava strítt við. Man tað loysa seg at skjóta trolið enn einaferð? Man tað loysa seg at seta enn eina setu? Og mong mamma og kona hava spurt sama spurning. Jú, tað var neyðugt at sigla og leggja út á tað víða hav, men ikki síðstu ferð hesir menn fóru og ikki komu aftur.

Tá ið vit lesa okkara siglingarsøgu um menn, sum troyttu havið og komu aftur, so hoyra vit mangan um, hvussu teir á undurfullan hátt vórðu bjargaðir. Ja, vit hava ikki orð fyri tí, at teir skuldu koma livandi frá hendingini. Ofta hoyra vit teir eisini siga, at Harrin var við og bjargaði okkum. Og tað er einki at taka seg aftur í, at mangar bønir hava verið sendar, tá menn sóu deyðan í eyguni, og bønir frá teimum, sum heima vóru, um Guds bjarging. Mangur maður og mong kvinna hava takkað Gudi til sína síðstu stund fyri bjarging hansara.

Men júst í dag standa vit her, tí vit ikki upplivdu at fáa svar upp á okkara bønir, um at teir, sum vit áttu kærar, máttu koma aftur í øllum góðum. Hvar var Gud, tá pápi, sonur, beiggi ikki komu aftur? Var Gud bara við teimum, sum komu livandi frá tí? Svaraði Gud bara teimum, sum upplivdu bjarging? Mangir eru spurningarnir eina tílíka løtu, ja alt lívið – hvar var Gud? Vit muga ásanna, at vit hava ikki nakað svar, og tó, so hava vit uggan og troyst í skriftini um, at Gud var við í fallinum.

Vit lesa hjá Matt 10, at ikki ein spurvur fellu til jarðar uttan at Gud veit og er við í tí, og at Harrin hevur sagt: “Eg eri við tykkum allar dagar,” ja allar og allar slags dagar, eisini hendan feigdardagin, og tí er tað ein so veldig troyst, at tá menn ikki høvdu nakra menniskjaliga hjálp at heita á, kundu teir, og hava teir rópt á Harran, og hann kom teimum til hjálpar. Um hjálpin ikki kom soleiðis sum vit bóðu um, so kom hon, sum Gud sá tað vera best.

 


Í oktober í 2012 hendi nakað, sum kundi havt við sær, at enn fleiri føroyskir sjómenn høvdu staðið á minnisvarðunum runt landi, um manningin á norska línubátinum Kamaro ikki varð bjargað. Tá vóru teir í ringum sjógvi og ódnarveðri. Skip og bátar vóru um teir, men eingin hjálp var at heinta. Teir sóu deyðan í eyguni, menn hildu at síðsta løtan var komin, og teir skuldu inn í ævinleikan. Men hjálpin kom, ikki av jørðini kunna vit siga, men omanífrá. Ikki var ráðiligt at taka menninar upp frá  dekkinum, men menn vóru noyddir at leypa í tað ísakalda havið.  Hjálpin kom omanífrá, og teir blivu bjargaðir í øllum góðum í tyrluna.  Hesir menn fara ongantíð at gloyma, hvar hjálpin kom frá og fara til sín doyggjandi dag at takka fyri, at tað var ein, sum bjargaði teimum.

Vit minnast, heiðrað og takka teimum, sum settu sítt lív í váða fyri at vinna konu, børnum og landi okkara fong, men samstundis spyrja vit, eins og tað varð spurt umborð á Nærabergi: man tað loysa seg at liva víðari?

Men tíbetur eiga vit menn og kvinnur í landi okkara, sum ikki settu seg hendur í favn, men við Guds hjálp brutu upp um armar og ikki góvust á hondum. Hesin minnisvarði er eitt minni um menn, sum eru farnir. Men eg havi mangan hugsað, at vit áttu og eiga so mangar livandi minnisvarðar í býum og landi okkara yvir kvinnur, børn og foreldur, at tey, eftir at hava mist, eru komin livandi ígjøgnum hesa sorg. Tað er so ófatuligt, at hesi menniskju orkaðu at liva víðari, eftir at hava upplivað og livað í hesi ómetaligu sorg, og ikki minst her í Svinoy, tá vit lesa her á minnisplátuni, hvussu mangir ungir menn, úr sama grannalag og sama húsi eru farnir.

Men eins og hjá teimum umborð  Kamaro og øðrum, so kom hjálpin til tey, sum eftir sótu omanífrá, at leita varð til Guds í neyð og sorg teirra, og troystin kom frá Gudi ígjøgnum menniskju í okkara býi, bygd og landi.

Má Gud tí geva tykkum, sum mist hava á sjónum, styrki og hjálp í komandi døgum. Harrin er við, eisini við teimum, sum fóru, og teimum, sum ikki fingið sínar bønir svaraðar.

Fari at enda við 2 ørindum úr sálminum hjá Símuni av Skarði, Nú ringja kirkjuklokkur so hátt…

5. Ja, Jesus fer í smáttuna inn,

blíð orð hann við gomul talar,

hann klappar bleiku barnakinn,

av himni tá gleðin dalar.

 

6. Um sorgin veg til hjarta títt fann,

vár Jesus teg aldri gloymir,

og jólaboði grøða kann

ta sótt, tú í barmi goymir.

Í  ár er eingin farin av sjónum og tað takka vit Harranum fyri.

Men vit vilja nú minnast teir, sum eru farnir undanfarin ár og serliga her í Svínoy

---

Síðani var tøgn í eitt minutt og eftir tað helt Pól Johannesen eina bøn. Eftir tað bjóðaði Poul Sivar Olsen øllum niðan í lærarahúsini til ábit og súpan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahugni í Jacqson
Kærleikskúlan 2019 – hjá Rannva Kunoy
Jørgen spælir jólamaður við rokning til…
Nógvur vindur í nátt og í morgin
Daniel Sundell gestavenjari
Føðingardagur.
Tunnils­dagin: Stór jóla­buffet á Hotel Kl…
Sp/­f Búrhella økt um lastbilaflotan
Mikkjal K. Thomassen hevur fingið bjóðað…
Jóla­trø­ini í Kalsoynni vórður tendrað í…
Jólahugni í Svínoy
Leygar­dagin skipar Stjørnan fyri tombola…
Fyndin er komin!
Havnar Arbeiðara­felag heitur á arbeiðsge…
Bátarnir í bólki 5B sleppa aftur til útr…
Hanus: Næraberg og Norðborg ikki sambæri…
SMJ ein fyritøka, ið hevur sæð møguleika…
Skoytubreytin letur upp leygar­dagin kl.…
KÍ sett 1.deildarvenjara
Heilsuhjálparar lokið prógv
Lýsing