Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: hb.fo

HB sett venjara við Superligaroyndum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.11.2019 - 20:14 Ítrottur Tíðindi

HB hevur í kvøld gjørt sáttmála við nýggjan venjara.

HB skrivar soleiðis:

Jens Berthel Askou verður nýggjur venjari hjá okkara besta mansliði. Hann er 37 ára gamal, og hevur seinast verið høvuðsvenjari hjá Vendsyssel í donsku Superliguni. Harumframt hevur hann verið hjálparvenjari í Skive IK, Thisted FC og Vendsyssel, áðrenn hann tók sæti sum høvuðsvenjari har. Umframt royndir sum venjari, hevur hann eina drúgva yrkisleið aftanfyri seg, sum leikari. Hann hevur spælt í donsku Superliguni og 1. deild, og í turkiskum og enskum fótbólti, har hann hevur umboðað Kasımpaşa S.K. og Norwich City.

Gleðir seg til avbjóðingina í Føroyum

Til spurningin hví hann hevur valt at taka við starvinum sum høvuðsvenjari hjá okkum, sigur Berthel at hetta er ein spennandi avbjóðing. Bæði sum venjari, men eisini persónliga fyri hann, at royna okkurt ørvísi. Sum leikari hevur hann roynt seg uttanfyri Danmark, og tey upplivilsini gera at hann ikki ræðist avbjóðingina.

Um hvat vit kunnu vænta at síggja á vøllinum, sigur hann at vit fara at síggja eitt lið sum hevur eitt týðuligt konsept. Eitt lið sum spælir við vilja og dirvi, tó uttan at blaka alt fyri borð. Honum dámar at liðið er spælstýrandi, men sjálvsagt verður atlit tikið til mótstøðuna. Serliga í europeiskum dystum.

Hann byrjar í starvinum 1. desember, og sáttmálin er galdandi til og við 2021.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…