Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Skála ÍF

Klaksvíkingur tekur yvir frá klaksvíkingi á Skála

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.11.2019 - 07:44 Ítrottur Tíðindi

Skála hevur sett nýggjan høvuðsvenjara.

Skála skrivar soleiðis:

Bill Mcleod Jacobsen og Skála ÍF hava undirskrivað venjarasáttmála fyri 2020, og harvið er Bill settur sum høvuðsvenjari hjá Skála ÍF fyri komandi kappingarár.

Vit á Skála eru sera fegin um at kunna seta Bill í starvið. Bill kemur við sera drúgvum venjara royndum í skjáttuni, bæði frá venjarastørvum innanlands og uttanlands, umframt at Bill hevur verið landsliðsvenjari hjá fleiri av okkara ungdómslandsliðum – serliga er Bill kendur frá 10 ára tíðarskeiðnum sum U21 landsliðsvenjari í 2007-2016.

Sum ein av heilt fáum føroyskum venjarum, hevur Bill eisini UEFA Pro License venjaraprógv.

Seinastu tíðina hevur Bill havt ábyrgd av talentmenningini hjá HB, og hetta passar eisini sera væl við ætlanirnar hjá Skála ÍF, um í enn størri mun at brúka egi spælaratilfeingi, og menna teir ungu spælararnar í felagnum.

Vit gleða okkum at bjóða Bill vælkomnum undir Mýruhjalla, og síggja fram til gott samstarv.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…