Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fimta Krýnikubókin hjá Jógvani Arge

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.11.2019 - 16:35 Mentan Tíðindi

Tað byrjaði við gøtuskurðanum og havnarmanninum, og undirtøkan var so mikið góð, at nú kemur so fimta bókin í røðini. Hesaferð eru vit í 1970’unum, har heimspolitikkur setti sín stóra dám á Føroyar, og ikki minst, at Føroyar settu sín dám á við at víðka sjómark og við millumlandasigling.  

Eins og tær undanfarnu bøkurnar spennir hendan víða. Líka frá útróðrarverkfalli og spírandi Ráfiskagrunninum yvir olymisku leikirnar í München í 1972 og til vietnamkríggið í fjareystri. Komið verður millum annað inn á dramatisku hendingina, tá Anton Olsen úr Rituvík saman við øðrum umborð á Claru Mærsk bjargaði vietnamiskum flóttafólkum í havsneyð. Tað sermerkta var, at tað ikki bert vóru nøkur fá flóttafólk, men fleiri túsund.  

Fiskivinnan fær eisini drúgva umrøðu í bókini. Bókin viðger samgonguna 1975-1979, sum bæði stóð fyri risastórum frambrotum so sum viðkanini av sjómarkinum út á 200 sjómíl og meira ivasamum avgerðum sum áðurnevnda Ráfiskagrunninum. Men hesar stóru avgerðir vóru ikki tær, sum góvu samgongulimunum tær mest svøvnleysu næturnar. Tað var tað hinvegin ein spurningur um Smyril skuldi sleppa at sigla til Skotlands, sum gjørdi.

Altjóðapolitiskt var háspenningur í luftini, og tað merkti bæði OL, har palestinesiskir partisanar tóku ísraelsk ítróttarfólk til gíslar, og konfliktin í fjareystri gjørdi sigling í økinum serstakliga vandafulla. Tað gav eisini at bíta fyri føroyingar, tí tvey føroysk skip vóru stødd har, umframt at føroyingur var skipari á einum triðja, donskum skipi, ið varð søkt.

Høvundurin megnar við sínum eyðkenda lætta penni at sjóða allar hesar hendingar, ið spenna um fleiri heimspartar, saman í eina viðgerð, sum ger, at lesarin hevur lætt at seta seg inn í, hvussu ein føroyingur í 1970’unum uppfataði hendan tíðindafloymin kring hann. Hóast púra ymiskar hendingar er reyði tráðurin, at Føroyar veruliga vóru ávegis at gerast partur av heimssamfelagnum uppá gott og ilt.

Her er mótburður og viðgongd, heimligur politikkur og grannastríð við íslendingar og bretar, her er altjóða yvirgangur og proxykríggj, og her er útróður og millumlandasigling í bæði friðar- og vandasjógvi, og her er tónleikur og enntá eitt eldgos. Samanumtikið ein vælskrivað bók, ið ger lesaran føran fyri at kenna meginpartin av 1970’unum uppá ta løtuna, tað tekur at lesa eina bók.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…