Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bellamy Brothers og Heather Myles á Countryfestivalin 2020

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.11.2019 - 08:50 Mentan Tíðindaskriv

Tað er nú greitt hvørji koma at vitja komandi Sørvágs Country & Blues Festival komandi ár sum høvuðsnøvn.

Festivalurin, sum verður hildin á níggjunda sinni í døgunum 11. til 13. juni 2020, fær tvey stór amerikansk nøvn á plakatina til tey bæði høvuðskvøldini. Tey eru Heather Myles og The Bellamy Brothers.

Brøðurnir Howard og David Bellamy fara at trína stóra pallin á Dungasandi leygarkvøldið 13. juni 2020 saman við dugnaliga orkestri teirra. The Bellamy Brothers eru kendir í Føroyum – vitjaðu fyrstu ferð her í 1997 tá teir spældu fyri fullsettari ítróttarhøll áHálsi í Havn. Síðan hava teir vitjað tríggjar ferðir, men hvørja ferð hava teir spælt til dansitiltøk.

Tí síggja teir fram til at hitta føroysku fjepparar sínar til eitt veruligt konserttiltak, sum verður øðrvísi, enn tá spælt verður upp til dans.

The Bellamy Brothers komu fram miðskeiðis í 1970’unum. Gjøgnumbrotið var sangurin ’Let Your Love Flow’ sum herjaði popptindarnar í 1976. Seinni gjørdist tónleikur teirra meira countrykendur, og teir hava havt eitt ótal av hittum, serliga í sjeyti- og áttati árunum.

Nevnast kunnu ’If I Said You Had a Beautiful Body (Would You Hold it Against Me)’, ’Lovers Live Longer’, ’I Need More of You’ og ’Old Hippie’.

Og so skal ikki gloymast stóra Bellamy-hittið í Føroyum, ”Send Me a Letter Amanda”, sum Jákup Zachariassen skrivaði til Hall Joensen og Bellamy brøðurnar.

Í yvir fýrati ár hava teir báðir, 69 ára gamli David og 73 ára gamli Howard, ferðast kring allan heimin við teirra glaða og dansivinarliga countrytónleiki. Brøðurnir koma upprunaliga frá Florida, har teir framvegis búgva og reka ein stóran bóndagarð.

Tað at teir koma frá Florida ger eisini, at countrytónleikur teirra í stóran mun er ávirkaður av rútmunum frá oyggjunum í Karibia.

Heather Myles

Hitt høvuðsnavnið á countryfestivalinum í Sørvági er 57 ára gamla Heather Myles frá Riverside í Kalifornia, ikki so langt frá Bakersfield, sum er kendur fyri serliga rokkuta countrystílin, sum Buck Owens og Merle Haggard og seinni Dwight Yoakam løgdu lunnar undir.

Hon gjørdi serliga um seg í nítiárunum, tá hon gav fleiri vælumtóktar honky-tonk fløgur út við egnum tónleiki. Hon megnaði enntá at fáa bæði Merle Haggard og Dwight Yoakam at syngja við sær á onkrum av fløgunum.

Sørvágs Country & Bluesfestivalur fer komandi tíðina av kunngera fleiri av hinum nøvnunum, sum verða við á festivalinum komandi summar.

Atgongumerkjasølan til festivalin fer fram á www.country.fo har tað eisini er vegleiðing fyri hvussu ein bíleggur kampingpláss. Royndirnar frá undanfarnum árum siga, at gravgangur er eftir at fáa plass til kamping- ella húsvogn meðan festivalurin fer fram í Sørvági.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum