Lýsing
Lýsing

Tryggir karmar um fiskivinnuna

SKRIVAÐ: Jógvan Elias Winther Poulsen  |  09.11.2019 - 20:00 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Nú skulu aftur gerast broytingar í lóggávuni, sum setir karmar um fiskivinnuna. Millum endamálini við broytingunum er eisini hesaferð at seta tryggar karmar um fiskivinnuna og at betra um møguleikarnar hjá nýggjum aktørum at koma inn í vinnuna.

Tá Føroya løgting samtykkir eina lóg um sjófeingi, er tryggleikin í skipanini í stóran mun tengd at, hvussu skipanin er kjølfest í samfelagnum. Uttan breiða politiska og samfelagsliga undirtøku eru karmarnir ikki tryggir, heldur ikki fyri vinnuna sjálva. Og nú er so ætlanin at taka av núgaldandi lóg um sjófeingi, sum fekk gildi fyri minni enn tveimum árum síðani. Fáir nýggir aktørar eru komnir inn í vinnuna síðani 2017, tá núgaldandi lóg um sjófeingi kom í gildi. Og karmar, sum skulu broytast eftir bert tveimum árum, kunnu ikki sigast at vera tryggir.

 

Íblástur frá lógini um kolvetnisvirksemi

Føroya løgting kann skapa tryggar karmar fyri vinnuna við at áseta, at loyvini eru galdandi í eitt fast tíðarskeið, sum í mun til íløgutørv og aðrar fortreytir er hóskandi fyri tað slagið av fiskiskapi, sum talan er um. Løgtingið kann søkja sær íblástur føroysku lógini um kolvetnisvirksemi. Hendan lógin hevur tryggjað atlitum, sum lógin um sjófeingi ynskir at røkka: tryggar karmar um vinnuna og atgongd fyri nýggjar aktørar.

Sambært kolvetnislógini samtykkir løgtingið lóg um útbjóðing til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Kolvetni eru olja og jarðgass. Tá ger Løgtingið í einari útbjóðingarlóg av, hvørji øki verða boðin út, og hvørjar almennar treytir skulu setast í loyvum at leita eftir og framleiða kolvetni. Síðani kann landsstýrismaðurin við at skipa fyri útbjóðingarumførum bjóða áhugaðum feløgum at søkja um loyvi at leita eftir olju og gassi. Innkomnar umsóknir verða viðgjørdar, og so kann landsstýrismaðurin í eitt nærri ásett tíðarskeið veita loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

Sambært kolvetnislógini skulu umsøkjarar hava neyðugan sakkunnleika, royndir, førleika og fíggjarorku fyri at fáa loyvi. Tá avgjørt verður at veita loyvi, skal landsstýrismaðurin leggja dent á, í hvønn mun tað almenna fær innlit í og gagn av loyvda virkseminum.

Oljufeløgini gjalda eitt minni gjald fyri at lata umsóknina inn, men gjalda ikki stórar upphæddir fyri at fáa sjálvt loyvið. Finna feløgini olju og fara undir framleiðslu, skulu tey sum onnur vinnurekandi gjalda skatt og onnur gjøld.

 

Loyvi at leita eftir olju tíðaravmarkað

Loyvi til leiting eftir kolvetnum kunnu sambært § 8, stk. 1, í kolvetnislógini veitast fyri í mesta lagi 16 ár. Finnur eitt felag olju, hevur felagið krav uppá at fáa loyvið longt í upp til 30 ár við atliti at framleiðslu. Tá longdin á leiti- og framleiðsluskeiðinum verður ásett, verður atlit tikið til, hvussu langa tíð tørvur er á fyri at leita eftir olju á økinum og fyri at framleiða tey kolvetni, sum eru funnin.

Tá leitingar- og framleiðslutíðarskeiðini eru farin, fellur loyvið burtur. Myndugleikarnir kunnu tá bjóða øðrum feløgum at leita eftir olju á somu økjum. Um eitt felag hevur fingið loyvi at framleiða olju á einum ávísum øki og ikki er liðugt at framleiða oljuna, tá loyvisskeiðið er farið, fellur loyvið hóast tað burtur.

 

Oljufeløg gjørt milliardaíløgur í Føroyum

At tíðarskeiðið, sum eitt loyvi er galdandi, er avmarkað, vita bæði myndugleikar og oljufeløg av frá tí, at søkt verður um loyvi. Hetta hevur ikki avmarkað áhugan hjá oljufeløgum at bjóða seg fram. Altjóða oljufeløg hava tilsamans brúkt milliardaupphæddir uppá at leita eftir olju á føroyskum øki.

Hesar upphæddir til leiting hava oljufeløgini brúkt, hóast tey eru fult vitandi um, at finna tey olju, eiga tey ikki loyvi hvørki varandi, rullandi ella treytað av, at løgtingið einaferð um árið samtykkir at leingja loyvið. Fyritreytirnar um eitt avmarkað loyvisskeið eru frá byrjan greiðar fyri bæði myndugleikar og oljufeløg.

Hesi tíðaravmarkaðu loyvi hava ikki hildið oljufeløgum frá at gera íløgur fyri milliardir á føroyskum øki. Ein skipan við tíðaravmarkaðum loyvum kann skapa eina javnvág millum áhugamálini hjá vinnuni øðrumegin og samfelagnum hinumegin. Við eini slíkari skipan vita myndugleikarnir eisini, at tá tíðarskeiðið er farið, kann støða aftur takast til, um økið skal bjóðast út og til hvørjar treytir. Onnur áhugað vita eisini, at tað verður ein møguleiki at bjóða seg fram í kapping við aðrar aktørar, tá eitt ávíst loyvi gongur út.

Á kolvetnisøkinum hevur hendan skipanin skapt frið um hetta umsitingarøki, hóast upphæddirnar, sum hava verið brúktar til leiting eftir olju hava verið ovurstórar. Líknandi skipanir verða brúktar í øðrum londum.

 

Kunnu tíðaravmarkað loyvi skapa frið innan fiskivinnuna?

Tað kann hugsast, at ein skipan sum tann á kolvetnisøkinum innan fiskivinnuna kann skapa sama tryggleika fyri vinnuna og samfelagið. Tá loyvini so ganga út, hava myndugleikarnir møguleika at taka støðu til, hvussu fiskiloyvi skulu bjóðast út og undir hvørjum treytum.

Myndugleikarnir kunnu tá hugsavna seg um aðra regulering, so sum at seta hóskandi skatt á virksemið, samtykkja veterinerlóggávu, lóggávu um trygd og aðrar týdningarmiklar karmar um virksemið.

Tey feløg, sum høvdu loyvini, kunnu søkja av nýggjum, tá loyvini ganga út. Hesi feløg fara ivaleyst í nógvum førum umvegis kunnleika og royndir at hava ein fyrimun at fáa loyvini umaftur í eitt nýtt tíðarskeið. Myndugleikarnir kunnu tá eisini leggja dent á, hvussu viðkomandi felag hevur umsitið tilfeingið í tað tíðarskeið, sum felagið hevur havt loyvi.

 

Nýggir aktørar

Við eini slíkari skipan vita tey, sum virka í fiskivinnuni, at tey hava møguleika at bjóða seg fram, tá loyvisskeiðini fyri verandi loyvi ganga út. Um loyvini eru umsetilig, kann loyvishavarin selja loyvið, men tá vita bæði seljari og keypari eisini og kunnu leggja upp fyri, at selda loyvið er bert galdandi í eitt ávíst tíðarskeið.

Við einari skipan sum henni í kolvetnislógini kunnu nýggj feløg bjóða seg fram at fáa loyvi til fiskiskap. Á tann hátt kunnu tey koma inn í vinnuna uttan frammanundan at skula gjalda ovurstórar upphæddir til teirra, sum frammanundan eru í vinnuni. Tað var júst hetta, sum hendi í fyrsta føroyska útbjóðingarumfarinum innan oljuleiting, tá heili tvey nýggj føroysk feløg, Faroe Petroleum og Atlantic Petroleum, bjóðaðu seg fram og fingu loyvi saman við øðrum at leita eftir olju. Bæði feløgini hava síðani verið virkin í føroyskari og altjóða oljuvinnu.

At samtykkja við lóg at fara aftur til eina skipan við rullandi loyvum skapar neyvan frið og tryggleika fyri tey feløg, sum fáa loyvini. Tað var sera stór ónøgd í stórum pørtum av samfelagnum við hesa skipan, og hetta var eisini ein orsøk til, at hesi loyvi vórðu uppsøgd í 2007.

Nú er ætlanin, at Løgtingið við lóg skal leingja rullandi loyvini eina ferð um árið. Slík skipan hevur at síggja til við sær, at tey, sum virka í vinnuni, til einhvørja tíð eru tengd at verandi politiska meirilutanum. Ein slík rullandi loyvisskipan á 10 ella 12 ár, men longd á hvørjum ári,  broytir neyvan heldur spurningin um eina rullandi loyvisskipan, tí loyvini verða í praksis næstan ógjørlig at siga upp, um ynski var um tað. Tað verður ringt at fáa varandi meiriluta yvir 2-3 valskeið fyri eini uppsøgn.

Verður nýggja lógin samtykt við einum smølum meiriluta, eins og galdandi lóg um sjófeingi varð samtykt stutt undan jólum í 2017, er eingin trygd fyri, at eitt komandi løgting ikki samtykkir aðra lóggávu á økinum.

Ein skipan, sum líkist henni á kolvetnisøkinum við tíðaravmarkaðum loyvum, har bæði myndugleikar og vinna kenna treytirnar í eitt avmarkað tíðarskeið, kann vera ein háttur at bøta um hesar óvissur, sum hvørki tæna vinnuni ella samfelagnum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…