Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vardi verkstaðurin á Brekku riggar til jólasølu

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.11.2019 - 15:39 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Leygardagin 23. november letur stóra Jólasølan hjá Varda verkstaðnum á Brekku upp klokkan 10.00 og opið verður til klokkan 16.00.

Norðlýsið var á vitjan á Verkstaðnum í morgun. Sum altíð var tað ein frægd at vitja har uppi á Brekku. Poulina Johannesen, leiðari á Verkstaðnum vísti okkum runt og sum altíð so vóru Andor, Símun Petur, Áki og aðrir sera stuttligir at hitta. Allastaðni kókaði av aktiviteti. Garparnir frá Træverkstaðnum fingust í dag mest við smáputl, so sum ølkassar og máling. Orsøkin var, at plattaframleiðslan lá still júst í dag tá vit vóru har. Í einum rúmi fyri seg, sótu nakrir brúkarar og vandu blokkfloytu. Tey fara at udirhalda saman við Ælaboganum til jóla.

Í seymistovuni var ikki minni aktivitetur, har fingust fólk við alt møguligt. Ja, onkur fekst eisini við at tekna jólakort ímeðan onnur fingust uppi á loftinum við brodering, seyming, máling og annað.

Um verkstaðin verður annars sagt, at hann heldur til á Brekku í Klaksvík. Tilboðið er ætlað borgarum, ið bera likamligt ella sálarligt brek og sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum.

Brúkararnir framleiða ymiskar lutir m.a. plattar til fiskivinnuna, kassar til Føroya Bjór, dukkuvognar, hillar, taskur, pútur bundin pløgg og jólaprýði.

Eisini hevur verkstaðurin eina sølubúð, har lutir, sum eru virkaðir á Brekku, verða seldir, sigur Verkstaðurin um seg sjálvan.

Stuðlið Verkstaðnum á Brekku

Einki er at taka seg aftur í, at brúkararnir á Verkstaðnum á Brekku eru sera sera spentir til Jólasøluna. Øll leggja dent á at kýta seg til tað ytsta at gera tingini, pløggini og dukkurnar so spennandi sum møguligt.

Vitjar tú á Varda Verkstaðin 23. november, so finnur tú heilt víst eitthvørt forvitnisligt til jólagávu, sum tú ikki finnur aðrastaðni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eingin ivi: Alfred heldur við KÍ
Myndarøð 4: Steypadystu­rin 2016
Friður á pallinum
Epli og gularøtur av Sandi
Minningarhald á Toftum
Myndarøð 3: Vit minnast 2016
Myndarøð 2: Vit minnast 2016
Myndarøð 1: Steypafinalan 2016
Loksins er serstøk avtala um løn undir ú…
Føroyar, Grønland og Áland fáa fastan se…
Regin Jørgensen í Gallarí Á Stongunum
Fýra U18 leikarar til World Masters ì Bu…
Eldrahugni í Betesda
Minningarhald í Klaksvík
HJARNAR: Bert 50 atgongumerki eftir til…
Minningahald allahalgannadag
Samstarvsavtala um skaðafyribyrging
Minningarhald í Dómkirkjuni
Heyst á Hermóti­num í Klaksvík
Norðlýsið yvir Klaksvík